Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 20 Sosialurin Kjak Eingin á minum árgangi sigur nakað vánaligt um Hvalbiartunnilin. So tað er við tungum hjarta, eg leggi navn til. Vit vóru øll so glað, tá tunnilin kom, at orð finnast ikki fyri tí fagnaði, tá koyrast kundi til Tvøroyri. Ja upp á Tvøroyri. Orðið »upp« hongur við enn, tí øll vóru vit von at ganga upp gjøgnum Káragjógv. Jóansøka var á Tvør­ oyri. Tunniln varð ikki opn­aður fyri almenn­ingi­ num, men undan­tak varð gjørt, og alt, sum ganga kundi, fór á jóan­søku. Tann, sum minnist allar tær góðu løturnar í tunlinum og gjøgnum tunnilin, hevur ilt við at fara og klikkja á hetta bragdið, sum tá varð gjørt. Serliga tá ein kemur at hugsa um farleiðina sjóvegis. Nú eru skjótt 50 ár síðani, og ongantíð í Føroyar søgu er hent so nógv sum hesi 50 árini. Bert at nevna nøkur fá dømi, ið óru óhugsandi fyri 50 áru síðani: 1. Stóran Smyril 2. Stórfingnan skúla­ depil í Hovi 3. Hovstunnilin 4. Sumbiartunnilin 5. Djúphavn í Vági 6. Ferjulega á Kramba­ tanga Alt hetta ger, at ferðslan til Hvalbiar er vaksin og ikki at tala um ferðsluna úr Hvalba við stórum veldigum fiskabilum. Vit, sum duga streym­ líkindi, koyra tá streym­ urin er við og vita, nær vit skulu víkja. Verri er við teim­um, ið eru ókunnug. Hvalbingar koma oftani á grátandi mamm­ ur við fullum bili av børn­ um, sum hvørki vita út ella inn. Tí hetta bræv og hjarta­­suff. Hoyri nú í útvarpi­ num, at lappast skal upp á tunnilin. Jú tað er við lívinum sum »innsatsi«, at menn arbeiða har, so ring er støðan. Nú er »inn« at skifta landsverfrøðing. Tá land­ ið varð útbygt sat mað­ urin fyri lívstíð og gjørdi eitt megnar avrik. Einaferð havi eg ringt til ein av teimum og bað hann vaksa um sunnasta víkipláss, sum er eitt »pinkulinga« víkipláss, pláss er til ein hálvan lítlan persónbil, og tú sært ikki mótgangandi bil, fyrr enn tú ert komin 10-20 m inn í kjaftin. Maðurin var blíður og týður, lovaði gull og grønar skógir, men endaði samtaluna við: »Manne, geri eg ov nógv við tunnili, so fáa tit ongan nýggjan«. Nú tá lapparíið byrjar, sigur tað mær, at eingin nýggjur tunnil kemur í bræði. Landsins kosnu menn, ábyrgdin er tykkara. Míni ráð eru: Bindið um heilan fingur, meðan væl er. Nú er valið fyri dur­ um, latið ikki einaferð enn Hvalb­iartunnilin blíva valagn. Verið einaferð samd­ ir. Hvalbingar hava uppi­ borið tað av tykkum. Kanska gjalda hvalb­ ingar bróðurpartin sjálvir. Manne Næs Hvalbiar­ tunnilin ein tikkandi bumba Hóraldur Joensen Heilsufremjandi selen í tvøsti Tvøst inniheldur serliga nógv selen, sum er evnafrøðilig bundið í samrunar, ið hindra oxidativari niðurbróting av lívstýðandi mýlum og reinsar kroppin fyri eiturevni Heilsugóð evni í grindahvali Grindahvalurin í norður­høv­ um er vorðin illa dálk­aður ta seinastu hálvu øldina. Henda van­lukkuliga støða er væl kend millum manna orsakað av, at tey ymsu og mongu heilsu­­ringu dálkingarevnini eru kannaði og umtalaði í stóran mun. Øðrvísi er við teim­­um heilsugóðu evnu­ num. Hesi eru minni væl kend, og nakað, hóast alt ov lítið, hevur verið gjørt her á landi fyri at kanna hesi evni. Grinda­­hvalurin í norður­ høvum verður stórt sæð einans gagn­­nýttur til matna av okkum føroyingum, og áttu vit tessvegna sjálvi skjótast møguligt at fari í lag við gera neyð­ugar fram­ komnar føðslu­­virðis- og heilsu­­­kann­ingar. Her á landi er ongantíð fíggjarlig orka sett av til at gera eina heildar­­heilsu­­­meting av fyri­ munum og vansum av at grind og spik. Fleiri kanning­ ar, flestu gjørdar uttan­lands, vísa tó, at mong heilsugóð evni eru at finna í tvøsti. Hesi um­fata fleiri evni, eitt nú carnitin, taurin og fleiri selen-samrunar. Se-rík siðbundin føði Í Grønlandi hevur fólkið higar­til fingið nóg mikið av heilsu­fremjandi seleni gjøgn­­ um tann siðabunda marina matin umfatandi hval, kóp, fisk og fugl. Men føðslu­­­ser­ frøð­ingar bera ótta fyri, at verð­andi selen-ríka føðin verður troðka burtur av dygd­ar­verri selen-armum kosti, nú land inuitta spaku­ liga verður europu­serað og ameri­kan­i­serað. Selen í hósk­ andi nøgd (55 mikrogram/ dag) er neyð­ugt fyri manna­ kroppin. Selen virkar móti krabba­meini, økir livialdurin, styrkir immun­­­skipanina, mennir mentalt virksemi, hjálp­ir móti hjarta­sjúkum, av­ mark­ar ovurfiti, verjir móti virus, fær endocrinar kertlar í javn­vág, mennir sáðkyknu­ framleiðslu og nøringar­evni, minkar møgu­leikan fyri burðar­sliti, mót­virkar astma, gikt og cystisk­ari fibrosu. Selen-trot kann harafturat føra til serlig­an form fyri dvørgvøkstur. Tvøst inniheldur nógv Se Sammett við fleiri aðrar mat­vørur, so sum fiskur og ymsir fiskaúrdráttir, høsnar­ ungi, lambskjøt, neytakjøt, svína­kjøt, ymisk korn- og grón-sløg, mjólk, ostur, egg, aldin og grønmeti, so er inni­ haldið av seleni serliga høgt í tvøsti. Mátingar vísa, at rátt toskaflak inniheldur 28 mikrogram/100g av seleni og feskt tvøst 185 mikro­gram/ 100g. Selen-innihaldið í tvøsti er altso áleið sjey ferðir hægri enn í toski. Verjandi virkningur av Se Selen í tvøsti er bundið í evnafrøðiliga samrunar av ymsum sløgum so sum Se- cystein, Se- methionin eins og hópin av selen-proteinum og selen-enzymum. Millum teir týdningarmestu kveik­ ar­nar er glutathione peroxi­ dasa (GPx), ið er eitt antioxi­ dant enzym. Hetta enzym forðar fyri oxidativari nið­ ur­­­brót­ing av lívstýðandi mýl­­um. Har­­afturat vísa súg­­­djór­a­­­­­kann­­ingar, at selen-rík føði førir til selen- rík­­að­­an vevnað, ið virkar ímóti eitran av methyl-kyk­ silv­ur. Úreitr­ingin umfatar mong reaktións­­­trin, eitt nú demet­hylering, ger av kyk­ silvur-selen complexi­num, HgSe, og savning av hesum í lysosomunum í livra­kyknum. Haðani fer hetta complexið gjøgnum gall-gongina og út í tarm­arnar. Umleið 95% af upptikn­um kyksilvuri verður skilt út við skarninum og einans 0,05% við landinum. Úrskilj­ingin varar í vikur. Skaðiligt ikki at eta fisk Í 2010 kunngjørdi WHO og FAO kanningúrslit av fyri­ munum og vansum av at eta fisk og fiskavørur. Orsøkin til hesa kanning var stóri ivin um, hvussu heilsu­góður fiskur er, eftir at gransk­ing ferð eftir ferð hevur víst, at flestu marinu fiskasløg eru meira og minni dálkaði við eiturevnum. Ùrslitið av hesum drúgva rannsóknar­ arbeiði­num var hetta: tað er skaðiligari ikki at eta fisk enn at eta fisk. Mentalt menningartarn Kanningar í Englandi hava víst, at kvinnur, ið hildu seg frá fiski og fiskamati meðan tær vóru tvílívaðar, av ótta fyri dálking, fingu børn við mentalum menningartarni, sum er mett at vera 60 ferðir verri enn ringasta grand og brek av at eta grind og spik í Føroyum (Raymond L. J. og Ralston N. V. C., 2009. Selenium´s importance in regula­tory issues regarding mercury. Fuel Processing Technology, 90, 1333-1338) Náttúruvísindadeildin skipaði fyri verkstovu NVD á Fróðskaparsetur Føroya søkti um og fekk fígg­ing frá AG-fisk, til eina verk­­stovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í norðurhøvum. AG-fisk er vísinda­bólkur undir Norður­ lendska Ministara­ráðnum. Verkstovan varð hildin í Keypmannahavn í januar í ár. Luttakararnir komu úr Norðurlondum, Canada, WHO og FAO. Endaliga viðgerðin og frásøgnin er ikki liðug enn. Grundevnið selen, Se, er eitt ikki-metal. Smp = 217 oC. Kp = 685 oC.