mikudagur 7. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
Sosialurin
Ítróttur
serbia - føroyar
Tróndur Arge, Beograd
– Eg eri stoltur av avrikinum í kvøld.
Allir góvu alt teir høvdu og vit vóru
leingi í eini støðu, har vit kundu
spæla fyri javnleikinum, sigur ein
smílandi Brian Kerr eftir dystin.
– Vit hava fleiri møguleikar at
javna, men tíverri eydnast tað okk
um ikki at fáa útjavnandi málið,
sigur Brian Kerr víðari.
Fleiri í føroyski leguni vóru
ónøgd við fleiri av døminginum.
Brian Kerr vildi ikki úttala seg bein
leiðis um nakra støðu, men vísur á,
at tað mangan er torført at verða
lítið í altjóða fótbólti.
– Tað vísur seg, at dømingarnar
oftani ganga ímóti teimum smáu í
altjóða fótbólti – serliga á útivølli.
Tað mugu vit bara ássa eisini var
tilfeldi í kvøld, sigur Brian Kerr.
Sáttmálin millum Brian Kerr og
føroyska fótbóltssambandið gong
ur út nú EM undankappingin er
komin at enda.
– Eg eri glaður fyri tíðina hevði
havi verið í Føroyum og stuðilin eg
havi fingið frá tí føroyska fólkinum.
Støðan beint nú er tann, at bæði eg
og John Mcdonald hava eins og FSF
havt úr at gera seinastu dagarnar,
so tí hava vit ikki hvat tíð at sam
ráðast, sigur Brian Kerr.
– Nú fáa vit so at síggja hvat
hendir, um FSF eru áhugaðir í at
leinga. Um ikki, so kann eg bara siga
at eg havi notið at verið venjari hjá
føroyska landsliðnum, sigur Brian
Kerr víðari.
– Tað eru økir í føroyskum fót
bólti, sum kunnu blíva betur og
tað mugu vit arbeiða við, um sam
starvið heldur fram. Eitt nú mál
mansstøðan í føroyskum fótbólti
betrast, sigur Brian Kerr, áðrenn
hann fer víðari í bussin við leik
arunum.
Stoltur av dreingjunum
Brian Kerr:
Landsliðsfótbóltur Landsliðsvenjarin ásannaði, at dømingarnar mangan
eru ímóti smáu tjóðinum í altjóða fótbólti – serliga á útivølli
Stoltur
Brian Kerr, landsliðsvenjari, hyggur at liðnum í Beograd, í sínum seinasta dysti eftir gamla sáttmálanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen