mikudagur 7. september 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
22
Sosialurin
Ítróttur
serbia - føroyar 3-1 (2-1)
Landsliðsfótbóltur Vit hava nú tapt tíggju ferðir á rað móti gamla Jugoslavia og Serbia. Hesa ferð høvdu
vit møguleika til at skora fleiri mál, men tað bleiv ikki til fleiri enn tað eina flotta hjá Fróða Benjaminsen
Tróndur Arge - Beograd
Dysturin er bara fimm minuttir
gamal, tá Serbia skorar fyri 36.
ferð móti okkum. Ein ófarlig støða
endar við at Rene Tórgarð kemur
at standa í ongamannalandi og so
kann Milan Jovanovic ótarnaður
stúta Serbia á odda.
Alt prát um at endiliga fáa tak
á ringu gongdini móti Serbia er
hálvanvegin á veg í vaskið. Ikki tí,
okkara hava bóltin eitt fitt petti
av tíðini, men onkursvegna situr
tú við eini kenslu av, at Serbia
leggur meiri fyri í einum dysti
móti føroyingum enn fleiri av
hinum størri tjóðinum.
Grenji surran Dejan
Ein leikari, ið hevur grenja hvørja
ferð hann hevur spælt móti føroy
um er Dejan Stankovic. Hann
spælur sín dyst nummar 100 fyri
gamla Jugoslavia og Serbia. Longu
aftaná tveir minuttir fer hann at
smágrenja, tá Fróði Benjaminsen
gav honum eitt lítið skump.
Tá dysturin er tólv minuttir
gamal er Inter Milan miðvallarin
heppin ikki at fáa reya kortið.
Eftir ein óskyldigan nærdyst
fer Dejan Stankovic umkoll og
sparkar út eftir Jóan Símuni
Edmundssyni.
Dómarin valdi einki at geva
miðvallarinum. Rætt ella ei, tað
hevði verið løgið annað, um vit
skulu ganga út frá døminginum,
ið føroyska landslðið mangan er
út fyri á útivølli.
Ikki so tossut, Tosic
Tá fyrri hálvleikur hálvrunnin
hava vit eitt gott uppspæl. Bólt
urin endar hjá Jóan Símuni
Edmundssyni, sum roynur seg
við skoti. Hann hevði eisini
møguleikan
at
spæla
Fróða
Benjaminsen, ið er komin framvið.
Eina løtu sær út til at okkara
kunnu bjóða av.
Tað gongur bara ein minuttur
ella so, so kemur eitt hart flat
innlegg úr okkara høgru, har
fyrrverandi Manchester United
vongurin, Zoran Tosic, meddar til
fyrstu ferð og bólturin brestur í
netmeskarnar handan Rene Tór
garð. Flott mál.
Tað ber til!
Eftir 2-0 málið dóvnar dysturin
nakað og eina løtu sker ikki so
nógv. Og so – bólturin kemur nið
an til Christian L. Holst. Enn eina
ferð er kríggjarin á miðvøllinum,
Fróði Benjaminsen, komin fram
við. Hann rennur seg leysan av
serbisku verjuni og Christian L.
Holst leggur bóltin í einum bleyt
um boða uppum verjuna hjá
Serbia.
Fróði
Benjaminsen
temur
bóltin væl og trillar hann fram við
serbiska málverjanum. 2-1, so lætt
er tað at skora á altjóða stigi.
Løtu seinni bríkslar dómarin
fyri seinastu ferð í fyrra hálv
leiki.
Gott at Rooney ikki er
á føroyska landsliðnum
Stutt fyri hálvleik fær Christian
L. Holst gult kort fyri at mótmæla
einum frísparki. Gula kortið er
av teimum vanligu bíligu gulu
kortinum vit altíð fáa á útivølli.
Fyrr um dagin fekk Rógvi Holm,
liðskipari á U-21 landsliðnum eitt
líknandi.
Skuldi Wayne Rooney og aðrir
leikarar, ið tora at vísa eitt sindur
av ónøgd fingið gult kort líka
lætt sum okkara fáa á útivølli, so
høvdu teir ikki spælt nógv. Tíverri
hendir hetta alt ov oftani og er
átaluvert!
Í seinna hálvleiki fær Hjalgrím
Elttør eisini gult kort fyri at fara
ov tíðliga úr manngarðinum, tá
Serbia hevur fríspark. Rætt? Ja,
men tað er sjáldan tú sær slík gul
kort, uttan tá vit spæla á útivølli.
Fleiri møguleikar at java
Seinni hálvleikur er ein av góðu
føroysku upplivinginum á útivølli
í hesi EM undankappingini. Fleiri
ferðir hava vit væl spæld álop og
er hepnið við okkum, so skoraðu
vit bæði eitt og tvey mál. Fyrst er
tað Christian L. Holst, ið verður
leysur í serbiska brotsteiginum
eftir góða fríspæling frá Atla
Gregersen eftir fríspark. Silkeborg
framherjin er ikki nóg følin, tá
Føroyska Merkið var eisini umboða á áskoðaraplássunum í Beograd
Myndir: Álvur Haraldsen
Sama
søgan
móti Serbia