Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103 Sosialurin Ítróttur hann setur fótin á og bólturin fer upp um bæði málmann og mál. Løtu seinni er Hjalgrím Elttør leysur í høgra borðið og leggur innfyri, har Christian L. Holst enn eina ferð er komin í góða støðu. Hesa ferð er serbiska verjan fyrst á bóltin og vit fáa horna. Hornasparkið kemur í aðru atløgu út til Rógva Baldvinsson, ið meddar til, men bólturin fer langt omanfyri. Avgerðin Miðskeiðis í seinna hálvleiki lúrur møguleikin fyri einum út­ javn­andi máli framvegis, men ser­biska trýstið økist. Teir koma fleiri ferðir fram í síðunum, men okk­ara megna at rudda vekk. Tað ger verjan eini í 69. minutti, men hesa ferð endar bólturin fyri føturnar á Zdravko Kuzmanovic. Hann traðkar á bóltin og við ein­ um bleytum skoti leggur hann bóltin út við handari stong, okk­ ara vinstru, og bólturin fer í mál. Heldur ikki hesa ferð fáa vit stig móti Serbia. Christian út sum vanligt Móti endanum verður Christian L. Holst skiftur út sum vanligt er. Serbia hevur nakrar møguleikar at økja, men verjan og Rene Tórgarð standa stinn, saman við stong­ini vinstrimegin, sum serbar raka tvær ferðir. 3-1 sær nógv betri út enn 4-1 ella tað sum verri er. Vit fáa ein seinasta møguleika at minka um munin, men Jóhan T. Davidsen rakar bóltin óal­ mindiliga illa. Heldur ikki hesa fer Heldur ikki í tíggjundi royndini eydnaðist tað okkum at fáa nakað sum minnur um eitt stig móti Serbia, sum hevði sigurin væl uppibornan. Okkara fingu eitt kærkomið mál og høvdu møgu­leikar til fleiri um vit høvdu neyvleika og hepni við okkum. Nú tíma vit ikki meiri av Serbia. Teir hava vunnið á okkum tíggju ferðir á rað og nú kann verða nokk. Tíverri tykist størsti møguleikin fyri at sleppa undan enn einum tapi móti teimum at verða at sleppa undan at møta teimum. trondur@sosialurin.fo Føroyar vóru í nøkrum vandamiklum støðum frammanfyri serbiska málinum, men tíverri spurdis ikki meira burturúr enn tað eina máli Myndir: Álvur Haraldsen Flott liðskiparamál Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Fróði Benjaminsen, skoraði vakra føroyska málið, eftir góða avlevering frá Christian Lamhauge Holst Mynd: Álvur Haraldsen