mikudagur 7. september 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. september 2011 · Nr. 103
24
Sosialurin
Ítróttur
serbia - føroyar
Tróndur Arge - Beograd
Tíðliga í seinna hálvleiki hevði
Christian L. Holst ein risa møguleika
at java til 2-2, eftir frálíka avlevering
frá Atla Gregersen eftir fríspark.
– Nú eri eg troyttur av at burtur
forklára hví bólturin ikki fer í mál,
sigur ein vónbrotin Christian L.
Holst eftir dystin.
– Eg fekk eina góða sending frá
Atla Gregersen og royndi at lyfta
bóltin uppum málverjan og í mál.
Eg helt faktist at eg var longri úti
enn eg var og tí fór bólturin eisini
væl omanfyri, sigur Christian L.
Holst.
Framherjin spældi sum altíð ein
yvir miðal dyst og hevði fleiri góðar
løtur í dystinum. Millum annað
legði hann upp til málið, ið Fróði
Benjaminsen skoraði.
– Eg fekk bóltin inni á teirra
hálvu og sá at Fróði Benjaminsen
var farin og hevði nógv pláss. So eg
lyfti bara bóltin fram til hann, sigur
Christian L. Holst.
Hann leggur afturat, at hann er
væl nøgdur við avrikið hjá føroyska
landsliðnum.
trondur@sosialurin.fo
Tað sigur liðskiparin, ið skoraði
føroyska málið í Beograd í gjár.
Fróði Benjaminsen spældi allan
dystin á føroyska miðvøllinum.
Hann stríddist sum altíð og var
millum fleiri eyðsýndar leik
arar á føroyska liðnum.
– Eg fekk eina avlevering
frá Christiani L. Holst og tamdi
hann kanska nakað og langt
frá mær, men kláraði at renna
hann upp og skjóta hann í mál,
forklárar toftamaðurin eftir
dystin.
Føroyska liðið kom væl við í
dystin eftir málið, sum liðskip
arin metur hevði eina góða
ávirkan á liðið.
–
Málið
gevur
okkum
sjálvsálit og vit eru væl við í
dystinum fram til teir skorða
triðja
málið,
sigur
Fróði
Benjaminsen.
– Tað er sjálvandi stuttligari
at skora, tá vit vinna, men tað
er eisini altíð serstakt at skora
á landsliðnum, sigur Fróði
Benjaminsen.
trondur@sosialurin.fo
Christian Lamhauge Holst gjørdist brádliga leysur, men
royndin at lobba uppum málverjan miseydnaðist
Mynd: Álvur Haraldsen
Altíð serstakt
at skora á
landsliðnum
Fróði Benjaminsen:
– Tað er altíð serstakt at skora á landsliðnum,
sigur Fróði Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Troyttur av at
burturforklára
Landsliðsfótbóltur Silkeborg framherjin hevur
verið óheppin frammanfyri málinum í seinastuni
og tað var aftur støðan í Beograd í gjár
Christian L. Holst: