Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Lands­stýr­is­menn­inir hjá Fólka­flokkinum – teir báðir, sum fingu hvør sína iPhone úr risastóra innkeypinum hjá Gunnari Toftegaard, deildarleiðara, triðja jóladag í fjør, vilja ikki hava sitandi á sær, at teir hava gjørt nakað ólógligt. Jacob Vestergaard leggur Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra og virkandi aðalstjóra, undir at fremja útspilling móti sær, tá hon í kanning staðfestir, at landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum hava hvør sína fartelefon úr ordranum, sum Jørgen Niclasen hevur gjørt nógv burturúr ikki at vita um, hóast hann av øllum átti at vitað tað. Við hesum er so staðfest, at landsstýrisfólk ikki hava skil á, hvussu aðalráðini brúka pengarnar. Talan er um oyðsl, sum sjálvandi eigur at verða steðgað við brestin. Vit kunnu geva Jacob Vestergaard rætt í tí, at tað verður áhugavert at frætta frá Marjun Hanusardóttir, hvønn politikk landsstýrið hevur við slíkum, ella um landsstýrisfólk kunnu sleingja um seg við almennum fartelefonum, sum teimum lystir. Tað fær so ikki verið annað enn oyðsl við almennum pengum. Mong mundu halda tað vera at spenna bogan í so nógv, tá John Jo­hann­es­sen, lands­stýr­is­mað­ur í heil­s­u­mál­um­, um dag­arnar sendi upp­skot­ið um at leggja tey trý sjúkr­a­húsini í land­in­um und­ir eina leiðslu til hoyr­ing­ar – beint upp und­ ir tvey val. Ikki tí. Talan er uttan iva um eitt skil­a­gott upp­skot, tí einki er meira u­top­iskt, enn at stríð­ið um sjúkr­a­ hús­ini skal halda fram. Eitt stríð, sum ver­ður hild­ið upp­i av pol­it­ik­ ar­um, sum vilja varð­veita støð­una sum »mið­stað­ar­and­støð­ing­ar«. Eitt gott dømi um tað absurda í hes­um hava vit í blað­num í dag. Skip­an­in er s­o­leið­is skrúv­að sam­an, at ein lækni, sum verð­ur send­ur av Lands­sjúk­r­a­hús­i­num til Suð­ur­oy­ar Sjúkr­a­hús skal hava 80.000 krón­ ur í løn fyri at ar­beið­a á Tvør­oy­ri í eina viku. Um hetta ikki er at byggja konga­ríki, hvat er tað so? End­málið við at hava sjúkrahús kring land­ið er sjálv­sagt tað, at fólk skulu kenna seg trygg. End­a­mál­ið er sjálv­andi ikki at skapa ar­beiðs­pláss. Tað er eitt sjúkr­a­hús ov týdn­ing­ar­ mik­ið til. Tað kann væl vera, at tað er skil­a­gott at hava ávisar sjúkra­ hús­tæn­astu kring land­ið. Men tá lo­k­al­ir pol­it­ik­ar­ar al­tíð seta føt­ur í spenni, tá onk­ur vil kanna, hvussu vit best gagn­nýta ta orku – fíggj­ar­ liga ­og heils­u­liga og fak­liga, sum verð­ur brúkt upp á lok­al­u sjúkr­a­ hús­ini, so verð­ur arg­u­ment­a­ti­ón­in ó­trú­verdug­. Men løgið er tað, at serliga Bjørn Kalsø loyp­ur upp úr stól­i­num. Hann og øll hini í Sam­bands­flokk­i­num hava jú sam­tykt á lands­fundi Sam­ bands­floks­ins í mars, at »Sjúkr­a­hús Før­oya skal skipast í eina fel­ags eind við einari fel­ags leiðslu«. Sama hevur lands­stýr­ið – og Aks­el Jo­hann­ es­en – sam­tykt í apr­íl, og tað sama segði løg­mað­ur í ó­l­av­søk­u­røð­uni. Tí hevur John Johannessen bara gjørt, sum Sambands­flokk­ur­in, løg­ maður, Aks­el og lands­stýr­ið vil. Hin­ veg­in er tað kanska eitt sind­ur illa tim­að, tí øll vita, at tað nær­mast er ó­gjør­ligt at tosa um hesi við­u­r­skifti í frið­ar­tíð, hvussu skal tað so vera upp­und­ir tvey val? Men nýggja leiðsl­an í Javn­að­ar­ flokk­i­num vísti sín veik­leika í gjár. Tað er illa um­hugs­ að pol­i­t­iskt og tak­t­iskt, at ein s p i n n ­ dokt­ari hjá for­ m a n n ­ i­num í Javn­að­ar ­ flokk­i­num ­send­ir út eitt tíð­ind­a­ skriv, sum punk­te­r­ar ar­beiði hjá ein­um av lands­stýr­is­monn­um floksins. Hetta vísir veikt spinn og veika leiðslu, sum held­ur fer út solo – sum ein ann­ar »mið­stað­ar­and­støð­ing­ur« og ofr­ar egn­an lands­stýr­is­mann, sum so sjálv­ur nakr­ar min­utt­ir seinni send­ir út an­n­að skriv. Jú, Aksel hevur fingið kaldar føt­ ur, og tað er ikki gott. Men held­ur skuldi hann hild­ið hvød­ið kalt – enn føt­ur­nar. » Hví er tað so trupult at fáa kjak um sjúkrahús? Formaður Sjálv­stýr­is­floks­ ins, Kári á Rógvi, er kendur fyri at finna upp á so mangt løg­ið og siga so mangt løg­ ið. Hann hevur eitt sagt nógv niðrandi um for­sæt­ is­ráð­har­r­an, Lars Løkke Ras­mussen, hann hev­ur spei­rik­ið týsk­ar u­m­hvørv­is­ ak­ti­vist­ar við døkku fortíð Týsk­lands. Men tað síðsta avrikið í so máta var, tá hann hós­ kvøl­d­ið brill­ierari við síni fráveru, tá Sjálv­stýr­is­flokk­ ur­in var í andgletti í Sjón­ varp­i­num­. Með­an Kári Post ikki tímir at stilla upptil fólk­ a­tings­val, so tímir Kári á Rógvi ikki at møta upp. Í staðin vórðu sendir tveir as­pir­ant­ar hjá Kára á Rógvi. Spurningurin er, um velj­ ar­in heldur ikki tímir – at velja Sjálv­stýr­is­flokkin? Krógvaðir Kárar – Ingunn Eidesgaard, for­ kvinna í Demokratia, bar seg und­an at gera samrøðu við sjón­varp­ið, tí hon væntandi verð­ur valevni til komandi løg­tings­val. Soleiðis segði Johnsigurd Jo­hann­e­sen í Sjónvarpinum í gjár­kvøld­ið. Altso forkvinnan í De­m­ o­krat­ia, sum Javn­að­ar­ lfokk­ur­in hev­ur valt har fyri at fáa kvinn­ur upp í pol­i­tikk vil ikki tosa við Sjón­ varp­ið, tí hon skal upp í pol­ i­tikk! Halló, er ikki okkurt heilt gal­ið her? Skalt tú gera teg galdandi í politikki, so mást tú sjálvandi traðka fram við hvørt høvið, sum býðst – ser­ liga í leiklutinum sum forkvinna í Dem­o­ krat­ia... iPhone til landsstýrismenn Turning point á Tórs­vølli Jógvan Arge kjak á síðu 18 Ikki samdur við John Mikkjal Søresen kjak á síðu 18 Kvinnur úr politikki? Randi Jacobsen Ein maður um 40 ára aldur er skuld­settur fyri at hava verið ó­nær­is­lig­ur móti eini gentu í Stoffa­lág í Havn. Hetta hendi í gjár. Tá ið mamma gentuna meld­aði til­burð­in, fekk pol­i­tii­ð ill­ gruna til ein mann. Poli­tiið ringdi til mannin, sum kom á pol­i­tistøðina, og hann við­gekk beinanvegin gerð sína. Hann upplýsti eisini, at hann frammanundan hevði gjørt tað sama móti tveim­um gentum við Hoy­ víks­tjørn. Hesar gent­ur kundi pol­i­ti­ið hugs­að sær at tosa við. Blottari tikin Aksel fekk kaldar føtur