Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 Sosialurin www.j.fo Sosialurin 341800 Eitt valstríð er ein starvsumsókn. Tú ert arbeiðsgevarin. Tú gert av, hvør skal setast í starv á fólkatingi. Vit eru sannførd um, at eitt umboð fyri Javnaðarflokkin er best egnað at røkja starvið. Bæði tí vit fara at røkja tað fulla tíð, og tí vit hava betri sambond enn nakar annar. Í politikki eru sambond altavgerandi. Ein politikari, sum stendur einsamallur, sæst og hoyrist væl – men hann fær sjáldan nakað úrslit. Tí fara vit bæði at samstarva við danska Javnaðarflokkin og við umboðini úr Føroyum og Grønlandi. Politisku málini, sum standa fyri beint nú, eru t.d. makrelmálið, fíggjareftirlitið og stjórnarskipanin. Men tey verða sjálvandi munandi fleiri, sum valskeiðið gongur. Í øllum førum fara vit at tryggja, at føroyska sjónarhorni er við, har avgerðin verður tikin. Men vit fara eisini at nýta sessin til at upplýsa um Føroyar, at verja føroysk áhugamál í kjakinum, og at knýta føroysku útisetarnar at føroyska samfelagnum. Vit søkja um starvið, tí vit halda okkum vera væl egnað at røkja tað. Men avgerðin er tín. Sýnir tú okkum álit, skal tað ikki verða svikið. Tú ert arbeiðsgevarin