Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tá ið ein grønlendskur trolari, sum kom úr Danmark, 12. juli legði inn í Havn, fóru tollarar umborð. Í einum kuffertið, sum stó í kahúttini hjá einum av manningin, funnu tollararnir smá seks kilo av hassji, sum lá í botninum á kuffertinum. Maðurin, sum búði í kahútt­ini, segði seg einki kenna til hassjið, men hann varð kortini hand­tikin og dagin eftir varðhalds­fongsl­ aður. Síðan hevur hann sitið í varð­haldinum í Mjørkadali. Mikudagin var mál hans­ ara í Føroya rætti. Tulkur var við, tí maðurin skilti ikki eitt orð á føroyskum og lítið á donskum. Í meira enn ein mánað var grønlendski trolarin á skipasmiðju í Fredrikshavn í Danmark, og manningin var hesa tíðina í Danmark. Hesin maðurin hevði verið hjá einum vinmanni í Kold­ing, og í rættinum greddi hann frá, at tann dagin, hann fór aftur til Frederikshavn, var hann so ringur av timbur­ monnum, at hann fór inn á eitt vertshús at fáa sær ein javn­ara. Hetta var fyrstu ferð, hann var í Danmark. Fekk ongan illgruna Inni á vertshúsinum kom ein ókend­ur dani til hansara og spurdi, um hann var grøn­ lend­­ingur. Teir komu í prát, og tann ókendi maðurin bjóð­aði um­­gangir. Ókunnug­­maðurin fekk at vita, at grøn­­lend­ing­ur­ in skuldi til Grøn­lands aftur. Hin bað hann tá taka eitt kuffert við sær til Grønlands, og hann bað grønlendingin koma út­um, tí hann vildi hava mynd av honum at senda kuffert­mót­takaranum í Grønlandi. Ákærin helt tað vera løgið, at grønlendingurin ikki fekk illgruna um, at okkurt var galið, tá ið maðurin ikki segði navn sítt og tók mynd av. Hann hevði einki hugsað, kanska tí hann hevði kenning tá, segði grønlendingurin. Eisini helt ákærin tað vera løgið, at grøn­lend­ingurin ikki kom eftir, at nakað var í kuff­ erti­­num. 5,8 kilo av hassji er ikki einki. Men hann hevði ikki hild­ið kuffertið vera tungt. Sá einki hassj Umborð hevði hann latið kuffertið up og sá bara tveir lyklar liggja í tí. Hassjið hevði hann ikki sæð, segði hann. Síni egnu klæðir til vask hevði hann koyrt í kuffertið, tí hann hevði sjálvur bara eina lítla taski. Hetta gjørdi hann fyri at fáa klæðini av vegnum, tá ið vaskast skuldi umborð. Nevnt var í rættinum, at politiið í Sisimiut í Grønlandi hevði fingið eina fráboðan frá einum ónevndum um, at at ein stór sending av hassji var umborð á trolarunum. Boðini fóru til Føroyar, og tí tóku tollarar og politistar ímóti trolaranum, tá ið hann kom til Havnar. Ákærin helt frágreiðingina hjá manninum vera ótrúverd­ uga, men tað helt verjin ikki. Hon gjørdi vart við, at mangur føroyingur hevur tikið pakkar ella kuffert við sær, um onkur hevur biðið hann um tað. Hon viðgekk tá, at maðurin kanska hevur verið eitt sindur góðtrúgvin. Einsamallur í Føroyum Dómurin var 10 mánaða fongsuls­revsing. Dómarin helt tað ikki vera prógvað, at mað­urin sjálvur hevði roynt at smugl­að, men hann átti at havt kannað kufftertið og havt ill­gruna. Við ikki at gera tað hevði hann góðtikið vandan fyri, at rúsevni vóru í kuffertinum. Áðrenn dómurin varð sagd­ur bað verjin bønliga um at frí­døma mennin, men so varð ikki. Verjin nevndi, at maðurin tær fyrstu vikurnar sat avbyrgdur í Mjørkadali, men í veruleikan hevði hann sitið avbygdur alla tíðina, tí hann hevði ongan at tosa við. Alla hesa tíðina hevði hann bara fýra ferðir kunna tosa sítt mál og tað va tá ið verjin við tulki vitjaði hann. Verjin, dómarin og akær­ in vóru samd um, at mað­ urin skal sleppa at sita dómin beinan­vegin, og tí tók maður­in sjálvur undir við. Tey vóru eisini samd um, at maðurin eigur at sita dómin í Dan­mark, har kann kann vera í fongsli millum aðrar grøn­lend­ingar. Meðan bíðað verður, skal maðurin sita í Mjørkadali. Tey uggaðu hann við, at hann ikki skal sita komandi 10 mánaðirnar. Fyri tað fyrstu skulu tær átta vikur­ nar, hann hevur sitið varð­ halds­fogslaður, dragast frá. Haraftat er vanligt at roynd­ ar­leyslata fólk, tá ið tey hava sitið tveir triðingar av einum slíkum dómi. randi@sosialurin.fo Skal sita dómin í Danmark Ein grønlendingur, sum tikin varð 12. juli, tí hassj varð funnið í kahútt hansara, vardi seg í rættinum við, at hann ikki visti um hassjið í kuffertinum. Hann átti at havt illgruna, tá ið ein ókendur maður bað hann taka kuffertið við til Grønlands. Revsingin var 10 mánaða treytaleys fongsulsrevsing Seinastu árini eru ikki so nógv hús kom­in upp, millum ann­að tí at peninga­ stovn­­arnir hava verið trek­ir at veitt fígging. Men í Sunda komm­unu standa nú fleiri hús í gerð. - Umframt summ­ ar­húsini við Gjógv verður nú mest bygt við Norð­skála og í Streym­nesi, sigur Kim Durhuus, borgar­stjóri í Sunda kommunu. Bygt verður eis­ ini í Tjørnuvík og í Hósvík. Kim Durhuus heldur eina orsøk­ina vera, at kommunan hevur syrgt fyri at hava tøk grund­ stykki í øllum bygd­ unum. Onkur út­ stykk­­ing er gjørd fyri lang­ari tíð síðan, og nú tykist meira ferð verið komin á at byggja. Hann hevur ta fatan, at peninga­ stovn­arnir nú eru minnir trekir at veita fígg­ing. Hava fólk ætlan­ir um at byggja, og ætlanin ljóðar skila­góð, fáa tey fígging. Fleiri hús í gerð Randi Jacobsen Í 1985 fluttu 12 studentaskúla- og HF-næmingar inn í nýggja kollegiið Børkugøta 2 Undir Brúnni í Havn, og síðan hava nógv onnur lesandi búð har. Men seinastu árini er hús­ið bara farið, tí einki við­líka­hald hevur verið. Heimið hevur ongan góðan havt, og tað sæst m.a. við, at sligið er upp fyri, har rútur er brotnaður. Av tí at heimið ikki hevur verið fullsett, hava inn­tøk­ ur­nar hjá sjálvsognar­stovni­ num verið smáar. Í vár búði bara eitt fólk í húsinum, men tá var húsið so stongt. Landsverk gjørdi eina støðu­lýst av húsinum og metti, at tað krevur stórar ábøtur. Roynt varð at fáa onkran at yvirtaka ognina, men tað miseydnaðist, og tá ið sjálvs­ ognar­stovnurin Bústað­ur Føroyinga í Útbúgving ikki megnaði at halda sínar fíggjarligu skyldur, var mett, at frægast var bara at lata ognina fara. Stýrið fyri stovnin eigur at hava fimm limir, men av tí at ikki ber til at velja umboð fyri búfólkini, er einki gjørt við at velja fleiri fólk í stýri. Una Joensen í Mentamálaráðnum er einsamøll í stýrinumm. Hon sigur, at 25. august var fyrireikandi fundur til tvingsilssølu av ognini. Ikki er ásett enn, nær tvingilssølan verður. Tað næsta verður, at húsið verður selt. Næmingaheim farið av knóranum Næmingarheimið, sum bygt varð í 80-árunum í Børkugøtu 2 í Havn, er illa farið av misrøkt. Eingin býr har longur, og nú fer ogin á tvingsilssølu Næmingaheimið í Børkugøtu er illa farið, og stórar ábøtur mugu gerast, áðrenn fólk kunnu flyta inn har aftur Mynd: Jens Kristian Vang