Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 8 Sosialurin Áki Bertholdsen Áirnar á Selatrað skulu ikki rør­ast! Tað er fólkið á fullsamd um. Í gjárkvøldið var borgara­ fund­ur á Selatrað um ætlan­ ina hjá SEV at taka áirnar í bygdini at gera streym burt­ ur úr. Men sama, hvussu væl odda­menninir í SEV royndi at greiða bygdafólkinum, eydn­að­ist ikki at sannføra bygd­ar­fólkið um, at áirnar skuldu takast til streym. Tað var kommunan sum skip­aði fyri fundinum fyri at hoyra, at bygdarfólkið sigur, áðr­enn bygdarráðið tekur støðu til umsóknina frá SEV Bygdaráðið hevur sagt nei eina­ferð, men nú roynir SEV aft­ur. Á fundinum greiddi SEV frá, at eftirsum maskinur og am­boð longu eru í granna­ lag­num ­í sambandi við ar­ beið­ið at útbyggja Eiði 2 verk­æt­lan­ina verður tað rætti­l­iga bíligt at halda fram og tað fæst sostatt luftalsliga nógv fyri pengarnar. Verður útbygt heilt til Sela­trað­ar, fáast góðar fýra giga­watt av streymi burtur úr fyri 3-5 krónur hvørt Kilo­ watt og tað er ein lítil partur av tí, tað kostar, sum nú er í gerð, tí har kostar hvørt kilo­ watt 14 krónur. Men tað rein als ikki á bygdarfólkið, sum var møtt væl­mannað á fundi. Hetta er eftir øllum at døma eitt mál, sum rørir fólk av Selatrað, tí tað vóru eisini rættilia nógvir útisetar møtt­ ir á fundi Upp undir fundin hevur ein adressa gingið runt í bygdini og har hevur hvørt menniskja í bygdini mót­ mælt, at SEV fær áirnar. Á selatrað eru tey serliga eym í Sandá, sum rennur beint ígjøgnum bygdina. Ýður í lívið Øll vóru tey samd um, at áir­nar hava rættiliga stóran týdn­ing fyri bygdarlívið, tí har ýður í børnum og vaks­ num, sum spæla í ánni. Ein eldri maður á Selatrað førdi fram at tað var neyvan nøk­ur á í Føroyum, sum hevði so nógv síl sum Sándá. Men SEV læt eisini dyrn­ar upp fyri at gera eina millum­ loysn, so at nakað væl av vatn­ið framvegis skal vera í ánni. SEV upplýsti, at undir øll­ um umstøðum er ikki ætlan­ in at taka meiri enn eina góða helvt av vatninum. Harafturat kundi SEV tryggja at tað altíð skul­ di renna fýra litrar um sekundið frá sjálvari byrg­ in­ini í ánni, sum verður 230 metr­ar uppi. Tann mongdin veks­ur so líðandi, longur nið­ ur vit koma, tí vatn setir til alla tíðina. Hetta er tað, sum Havstovan hevur roknað seg fram til, er nóg mikið til at varð­veita lívið í ánni av sílum og øðrum. Men tað sissaði ikki fólk, tí tey hildu, at fýra litrar um sekund­ið gjørdi hvørki frá ella til og ein eldri maður stað­fest­ir, at áin toldi ikki, at vatnmongdin minkaði na­k­að sum helst, tí undir van­lig­um umstøðum liggja sílin uttanfyri áarmunnan og sleppa ikki niðan at gýta, fyrr­enn tað verður áarføri. Fyri Skótarnar hevur áin ein heilt serligan týdning, tí tað er rættiliga nógv frí­tíðar­ virk­semi knýtt at henni.. Og skótarnir nevndi møgu­leik­an, at gekk bygda­ r­áð­ið umsóknini frá SEV á møti, skuldi tað vera ein treyt at um summarið skuldi SEV als ikki taka vatn úr ánni, men at teir kundu brúka hana eftir ætlan um veturin. Sostatt er latið upp fyri eini millumloysn og SEV fer nú at rokna seg fram til um tað er ein máti, sum kann for­svar­a­st fíggjarliga. aki@sosialurin.fo Sev fekk kaldliga móttøku á Selatrað KORTANEI Fólkið á Selatrað sigur kortanei til, at SEV skal fáa áirnar úr áunum í bygdini til at gera streym burtur úr Samskiparar til Marknaðardeildina Les meira á www.banknordik.fo/starv Mark naðardeildin í BankNordik hevur ábyrgd av branding, marknaðar føring og samskifti í samtakinum. Vit sóknast eftir tveimum dugnalig um og framsókn­ um samskiparum til tvey fjølbroytt og spennandi fulltíðarstørv á Markn­ aðardeildini hjá BankNordik, og kanska er tað júst tær, vit leita eftir. Marknaðarsamskipari í Keypmannahavn Sum marknaðarsamskipari hjá BankNordik í Keypmannahavn verður tú við til at menna og fremja lýsingarátøk í samstarvi við uttanhýsis veitarar og leiðslu. Harumframt verður tú við til at samskipa og fremja samskiftið í bankanum. Tú hevur hægri útbúgving ella útbúgving innan marknaðarføring á merkonomstigi ella líknandi. Tú hevur góðar málsligar førleikar og dugir danskt til fulnar – skrivligt og munnligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum marknaðarsamskipari. Umsóknarfreistin er 5. oktober. Samskipari í Tórshavn Sum samskipari fert tú at hava ábyrgd av reklamulutum, skeltum og líknandi. Har­ umframt fert tú at skipa fyri og samskipa ymiskar aktivitetir og umsita umsóknir viðvíkjandi sponsoratum. Tú hevur gott eyga fyri sniði, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við marknaðarføring og/ella samskifti. Tað er eisini umráðandi, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn. Umsóknarfreistin er 5. oktober. Eym um áirnar Bygdarfólkið á Selatrað varð vælmannað á borgarafundi í gjárkvøldið og tey eru púra samd um at Sev skal ikki sleppa at røra áirnar