fríggjadagur 9. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
Sosialurin
Snorri Brend
Í hesi fyrstu nevndini hjá
Suðuroyar Kappróðrarfelag
eru fimm limir.
Froðbiar sóknar Róðrar
felag er umboðað av Bjarna
Hammer og Júst Johannesen.
Vágs
Kappróðrarfelag
er
umboðað av Johan Sofus
Muller og Heri Mortensen,
og sum aktivur rógvari er
Bárður
Poulsen
úr
Vági
valdur. Nevndin fer seinni at
skipa seg sjálv.
Tað fyrsta árið verður tað
bert tíggjumannafarið, sum
samstarvað verður um, veit
Suðurrás at siga frá.
Feløgini bæði fara fram
haldandi at virka sum vanligt,
við kappróðri í smærru báta
støddunum, umframt fyri
skipan av Jóansøku og tílíkt.
Avgjørt er, at tíggjumanna
farið skal eita Suðuroyingur,
og er tað longu bílagt hjá
bátabyggjaranum
Sámali
Hansen í Runavík. Nevndin
fer væntandi at útskriva
kapping um bátalitir og
búmerkið felagsins.
Nevndin sær nú fram til
eitt spennandi kappingarár
2012, har - sum tey siga - øll
Suðuroyggin fer at standa
saman um nýggja tíggju
mannafarið.
snorri@sosialurin.fo
Nýtt navn til
fríkirkju í vøkstri
MIÐVÁGUR: Sunnudagin fingu føroyingar eina
nýggja fríkirkju.
Hetta hendi, tá samkoman Filadelfia Vágar
broytti navn og reglugerð. Samkoman kallast í dag
Fríkirkjan við Gjónna.
Tankin at stovna eina fríkirkju í Vágum er gamal.
Hesin tankin er vorðin meiri aktuellur, sohvørt sum
samkoman er vaksin og broytt.
Eftir at hava arbeitt við hesum í tvey ár, var tíðin
nú búgvin til hesa umskipingina.
Staðarnavnið við Gjónna í Miðvági er gamalt.
Tað er eisini hetta navnið sum henda greinin av
hvítusunnusamkomunum nú hevur tikið til sín.
- Fríkirkjan við Gjónna ynskja at vera ein
viðkomandi kirkja, ið ynskir at møta tí einstaka har
sum hann er. Vit ynskja eisini at vera ein aktivur
viðspælari bæði í Vágum og kring landið, verður sagt
úr fríkirkjuni.
sb.
Tey ungu fáa
sín leiðara
SUNDALAGIÐ: 1. oktober er ætlanin at tann nýggi
ungdómsleiðarin í Sunda kommunu skal fara til
verka.
Kommunan hevur sett á stovn eitt ungdómshús,
og nú er lýst eftir leiðara til hetta húsið, sum helst
fer at halda til í Gamla Garnahúsinum, tey siga.
Starvið er sett at verða 12 tímar um vikuna, og
verður ynskt at leiðarin hevur viðkomandi útbúgv
ing, góð samstarvsevni og hevur bæði hug og hegni
at skapa góðar karmar um tey ungu. Umframt hetta
skal viðkomandi hava royndir við ungdómsarbeiði.
sb.
Betri karmar til
rúsviðgerð
NES: - Verður ikki farið undir at byggja nýtt Blá
krossheim nú, verður helst seinur dagur at eitt slíkt
verður bygt.
Tað sigur Sverri Steinhólm, ið er formaður í
Bláa Krossi Føroyar, nú tað hevur drigið út við at
fara undir byggingina av hesum heiminum á Nesi
í Eysturoynni.
Vónin er, at ein kann fara undir byggingina um
eitt ár ella so, men áðrenn tað má fíggingin fáast
uppá pláss. Ein serlig fíggjarnevnd er sett at arbeiða
við hesum partinum, og verður miðað eftir einum
áliti frá hesum komandi summar.
Kostnaðurin av nýggja viðgerðarheiminum er
mettur til 12 mió krónur. Bygningurin verður góðar
800 fermetrar stórur í einari hædd.
sb.
EITT kappróðrarfelag
fyri alla oynna
Nevndirnar í Froðbiar Sóknar róðrarfelag og Vágs kappróðrarfelag
høvdu mánakvøldið stovnandi aðalfund av kappróðrarfelagi.
Felagið kallast: Suðuroyar kappróðrarfelag
Snorri Brend
Kollafjørður: Í roynd og veru
er ikki bert talan um eitt,
men um tvey ymisk arbeiði
ið gerast skulu.
Í fyrstu syftu er ætlanin
at gera tað lættari hjá fólki
at sleppa í kirkju. Og júst her
hava verið ávísir trupulleikar.
Støðan er nevniliga hon,
at rørslutarnað hava verið
rættiliga nógv tarnað at
sleppa
gjøgnum
høvuðs
dyrnar í kirkjuni, orsakað av
teirri høgu gáttini.
Umframt hetta er forkirkj
an soleiðis, at tað ber illa til
at fáa størri kistur inn í kirkj
una og útaftur. Men hetta fer
ein nú at bøta um.
Ætlanin er nú at gera eina
nýggja inngongd í vestaru
síðu á kirkjuni.
- Vit ynskja eisini at gera
tað lættari hjá fólki við
koyristóli og rørslutarnað at
sleppa í kirkju. Og tí fara vit
somuleiðis at gera ein rampa
í hesum sambandi, greiðir
Anfinn Dam frá.
Tað hevur eisini tikið sína
tíð at fáa øll loyvini til vega.
Hetta kemur heldur ikki av
ongum, tí talan er um ein
søguligan kirkjubygning sum
verður 175 ár fyrsta sunnudag
í advent komandi ár.
Meinlíkur
Hetta er tó ikki einasta
arbeiðið sum skal gerast í
kirkjuni í hesum viðfangi.
Tann, ið koyrir fram við
teirri 173 ára gomlu kirkjuni,
sær longu fyrsta farvegin eft
ir einum øðrum arbeiði sum
er í gongd í hesum døgum.
Í fyrstu syftu er eitt minni
hol brotið í garðin kring
kirkjuna. Í øðrum lagi eru
fløgini loyst av, eins og grivið
er fyri tí, sum í framtíðini skal
verða eitt wc hjá kirkjuni.
- Hetta verður ein bygn
ingur, ið kemur at standa
leysur frá kirkjuni, upplýsir
formaðurin í kirkjuráðnum.
Hesin bygningurin verður
í mangar mátar meinlíkur
kirkjuni, við millum annað
teirri eyðkendu flagtekjuni.
Tað er arkitekturin, Palli
Gregoriussen
sum
hevur
gjørt hetta uppskotið til
nýggja bygningin.
snorri@sosialurin.fo
Høgligari at fara í kirkju
KIRKJUGONGD Tað hevur ikki verið ov lætt hjá teimum rørslutarnaðu
at sleppa í kirkju í Kollafirði. Trupulleikar hava eisini verið í sambandi
við jarðarferðir. Men við tí arbeiðinum sum skal setast í gongd, verður
munandi høgligari hjá øllum kirkjufólki at sleppa til gudstænastur,
jarðarferðir og aðrar kirkjuligar tænastur. - Vit miða eftir at
arbeiðini verða liðugt á jólum í ár. Tað er óvist um vit klára tað, tí
alt veldst um veðrið, sigur Anfinn Dam, formaður í kirkjuráðnum
Vit ynskja eisini at
gera tað lættari hjá fólki
við koyristóli og rørslu
tarnað at sleppa í kirkju
Tað hevur verið trupult hjá øllum kirkjufólkum at
sleppa í Kollafjarðar kirkju. Nú skal bøtast um hetta