Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 10 Sosialurin Áki Bertholdsen Ein vikuløn sum táttar í 80.000 krónur um vikuna. Tað er lønin, ið læknar í før­oyska heilsuverkinum fáa í summum førum. - Hetta er ein løn, sum heilt órímilig, heldur John Johannessen, lands­stýris­ maður í heilsumálum. Men hann staðfestir sam­ stundis, at hetta er ein prís­ ur, vit mugu rinda fyri, at vit hava trý sjúkrahús, sum virka sum hvør sín sjálv­ støðug­ur stovnur. - At vit hava trý sjúkrahús førir við sær, at vit fáa ikki fulla nyttu burtur úr pengu­num, vit játta heilsu­ verki­num, staðfestir John Johannes­sen. Hann sigur, at orsøkin til, at læknalønirnar í ávísum før­um eru so høgar, er, at vit hava trý sjúkrahús og tá ið ein lækni av einum sjúkra­ húsi á annað at arbeiða, fær hann eitt serligt ískoyti. Eitt dømi um hetta eru lækna­viðurskiftini á Suður­ oy­ar Sjúkrahúsi. Fyri at bjarga kommunu­ lækna­skipanini í oynni, varð ein nýggj skipan gjørd, har John Johannessen er bilsin av mótstøðuni, sum ætlanin at leggja Sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu, hevur fingið. Men hinvegin heldur hann, at hetta er ein staðfesting av, at vit eru mitt í einum valstríði og at politikarar hava trongd at føra seg fram. Men hann helur kortini, at atfinningarnar eru rættiliga ósakligar. - Tað verðu skotið mær ymiskt í skjógvarnar, sum rætt og slætt er skeivt, tí ætlanin er ikki at niðurleggja smáu sjúkrahúsini, men at framtíðartryggjað tey. Hinvegin ætlar hann ikki at hetta skal forkoma málinum. Hetta er eitt sera týdningarmikið mál og eg kann ikki loyva mær, at eitt valstríð skal forkoma tíð. Tí ætlar John Johannessen at útseta málið, í hvussu so er til eftir fólkatingsvalið. - Sjálvandi skulu suðuroyingar og norðoyingar ikki kenna seg ótryggar og eg fari at brúka ta tíð, ið krevst fyri at fáa kjakið aftur á beint, sum hann málber seg og at greiða betri frá málinum. - Tað verður eisini sendast til hoyringar fleiri staðir enn tað er nú. Serliga er hann tikin á bóli av hørðu atfinningunum, sum Bjørn Kalsø, sambandsmaður í Norðoyggjum hevur ført fram. - Bjørn Kalsø hevur sjálvur samtykt hetta á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í vár, sigur John Johannessen. - Annars er sjúkrahúspolitikkurin í Føroyum ein spurningur um at gagna øllum føroyingum og ikki bara norðoyingum og suðuroyingum. Ein atfinning ímóti uppskotinum hevur verið, at í lógini, sum nú er, stendur, at vit hava trý sjúkrahús, men í nýggju lógini er tað tikið burtur úr? - Ja, men eg ætli at seta í sjálvan lógartekstin, at Sjúkrahús Føroya skal vera staðsett í Klaksvík, í Havn og í Suðuroy, sigur John Johannessen. Áki Bertholdsen John Johannessen er rætti­ liga komin í mótvind síða­ni hann legði ætlanina fram um at broyta sjúkra­hús­ bygn­að­in. Ætlanin um at leggja øll trý sjúkrahúsini saman í eitt sjúkrahús undir eini felags leiðslu, hevur nevni­ liga fingið serstakliga kald­ liga móttøku bæði í Norð­ oyggj­um og í Suðuroy. Stúrt verður fyri, at verða tey smáu sjúkrahúsini av­tik­in sum sjálvstøðug sjúkra­hús, verður tað byrj­ a­n­in til endan á teim­um, tí tey ivast ikki í, at ein mið­ savn­að leiðsla fer at niður­ lagað tey smáu sjúkra­ húsini. Men John Johannessen stað­festir, at tað verður akkur­át øvugt. - Hetta verður tað, sum fram­tíðartryggjar virk­ semið á teimum báðu smáu sjúkra­húsinunum. - Leggja vit ikki øll sjúkrahúsini saman, verð­ur teimum smáu sjúkr­a­hús­ unum ikki lív lagað, ser­liga ikki Klaksvíkar Sjúkra­húsi, sum er landfast við Lands­ sjúkra­húsið. ­Tí skilir hann ikki hvøssu at­finn­ing­arnar úr Suðuroy og serliga úr Norðoyggjum. - Taka vit ikki hetta stigið, er Klakvíkar Sjúkrahús í nógv størri vanda fyri at verða niðurlagt, tí hvørki fak­lig tilmæli ella fíggjarliga orka fara ikki at lata um seg ganga, at vit hava tvey sjálv­ støðugt sjúkrahús í megin­ øki­num í nógv ár afturat. - Men í einum savnaðum sjúkra­húsverki fer at bera til at gagnnýta tilfeingið í Klaksvík til fulnar í eini fe­ lags loysn. - Framyvir verður tað ómøgu­ligt at hava trý sjúkra­hús, sum virka hvør sær, leggur hann afturat. Eitt, sum stúrt verður fyri, er, at bráðmóttøkan á teimum smáu sjúkrahúsini fer at verða niðurlagað. Men tað er beint tvørtur ímóti! - Sjálvandi verða bráð­ mót­tøk­ur í Suðuroy og í Klaks­vík, men ætlanin er at styr­k­ja tær við at fáa tær í eina felags skipan. John Johannessen stað­ fest­ir, at hetta er ikki bara ein fíggjarligur spurningur. Hetta er sanniliga eisini ein spurningur um at fáa lækn­ar hendavegin at arbeiða. - Sum føroyska heilsu­ verk­ið er skipað nú, er tað ein alvorligur trupulleiki at fáa læknar higar at ar­beiða og tað er eitt mál, vit rætt og slætt noyðast at taka í álva­ra, sigur lands­stýris­ maðurin. John drálar Soleiðis bjarga vit smáu sjúkrahúsunum HEILSUVERK Landsstýrismaðurin í heilsumálum ivast ikki í, at verður Klaksvíkar Sjúkrahús eisini framyvir rekast sum sjálvstøðugt sjúkrahús, er tað deyðadømt 80.000 krónur í løn um vikuna HEILSUVERKIÐ Vit skulu hava fulla nyttu burtur úr hvørjari krónu og tí noyðast vit at samskipa øll trý sjúkrahúsini undir eini felags leiðslu, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum Framyvir verður tað ómøgu­ligt at hava trý sjúkra­ hús, sum virka hvør sær, leggur hann afturat