fríggjadagur 9. september 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
Sosialurin
Sum tað sæst aðrastað
ni her á síðunum, hava
læknarnir, sum fara av
Landssjúkrahúsinum á
Suðuroyar Sjúkrahús
at arbeiða, eina løn,
sum táttar í 80.000
krónur um vikuna.
Hetta heldur lands
stýrismaðurin
er
órímiligt og sær hann
fyri sær, at hetta er
eitt mál, sum ætlaða
bygnaðarbroytingin í
sjúkrahúsverkinum,
skal loysa.
Men Jan Rasmus
sen, formaður í felag
num fyri yngri læknar,
heldur ikki at lønin er
órímilig.
- Fólk skulu geva
sær far um, at talan er
um at vera til arbeiðis
allan sólarringin. Tað
merkir, at tá ið ein læk
ni hevur havt vakt á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
í eina viku, hevur hann
arbeitt í 168 tímar.
- Tað gevur eina
tímaløn upp á góðar
400 krónur.
Sostatt er tímalønin
ikki hægri enn hjá
nógvum øðrum bólk
um við høgari útbúgv
ing, staðfestir Jan Ras
mussen.
Áki Bertholdsen
- Tað hevði verið ein stórur
fyrimunur at fingið tey trý
sjúkrahúsini at samstarva
betur.
Tað heldur Jan Rasmus
sen, formaður í felagnum
fyri yngri læknar.
Eitt endmál við saman
leggingini er, at so kunnu
tey smáu sjúkrahúsini eisini
verða útbúgvingarstað fyri
yngri læknar og kommunu
læknar.
Men tað verður av ong
um, staðfestir Jan Rasmus
sen.
Tað er danska heilsustýr
ið, sum góðkennur útbúgv
ingarstøð og hann kann
ikki hugsa sær, at tey smáu
sjúkrahúsini fara at verða
góðkend.
- Tá ið læknar verða send
ir á smáu sjúkrahúsini, skal
tað ikki skarvast burtur av
útbúgvingartíðini á Lands
sjúkrahúsinum,
sum
er
góðkent útbúgvingarstað.
Hann sigur, at tá ið lækn
ar eitt nú fara til Suðuroyar
og Klaksvíkar at arbeiða,
hava teir vakt 24 tímar um
samdøgurið.
- Sostatt arbeiða teir ein
heilan mánað upp á eina
viku og tað merkir aftur,
at so skulu teir avspáka
tríggjar vikur og tað kann
ikki koma upp á tal á einum
sjúkrahúsi, sum er útbúgv
ingarstað.
- Skulu læknar til Suður
oyar og Klaksvíkar at ar
beiða, skal tað vera eitt
ískoyti til starvið á lands
sjúkrahúsinum.
Hann staðfestir, at so
statt er ongin sparing í at
leggja sjúkrahúsini saman.
Hinvegin vísir hann á, at
umleið annarhvørt starv er
í forvaktunum eru mananð
við útlendingur, so lønin fer
øll av landinum.
- Men verður sjúkrahús
verkið betri samskipað, kun
di vaktarskipanirnar eisini
verðið betri samskipaðar
og tað kundi eggja fleiri før
oyskum læknum at átikið
sær vaktir.
- Og so komu pengarnir
í umfar er á landi ístaðin,
men sum støðan er nú, er
tað tórført at fáa læknar úr
miðstaðarøkinum at átaka
sær forvaktir á smáu sjúkra
húsinum.
Nógvir fyrimunir
Hinvegin sær Jan Rasmus
sen nógvar fyrimunir í at
samskipa sjúkrahúsverkið
betri.
Hann hugsar ikki um
tann fíggjarliga partin, tí
tað er ikki hansara borð
Hann hugsar heldur ikki
um, antin talan skal vera um
eina samanlegging ella um
at samskipa sjúkrahúsini
betri.
- Tað er ein politisk av
gerð, sum hann ikki vil siga
nakað um.
Men skal hann siga nak
að um tað heilsufakliga
burtur av, heldur hann, at
undir øllum umstøðum er
tað neyðugt við betri sam
starvi, antin so ella so.
- Eydnast tað at samskipa
sjúkrahúsverkið
heldur
hann, at vit kundu fingið
betri sjúklingatilgongdir.
- Tað kann ganga báðar
vegir. Tað kann stytta um
bíðilistarnar á Landssjúkra
húsinum við tað, at fleiri
sjúklingar verða sendir á
smáu sjúkrahúsini. Men
tað kann eisini føra við sær,
at sjúklingar á smáu sjúkra
húsunum koma skjótari á
rætta stað.
- Eitt nú ivist eg ikki í,
at høvdu vit eitt betri sam
starv, høvdu vit kunna
minkað bíðilistan á Lands
sjúkrahúsinum við at flutt
sjúklingar á smáu sjúkra
húsini.
Men hví samstarvið ikki
virkar betri, dugir hann ikki
at siga.
- Tað kann rætt og slætt
vera gamal vani, sigur hann
Hann sigur, at tað hava
vit ein einastandandi høvi
til, tí vit hava eina talgilta
heilsuskipan.
- Ein tann størsti vansin
eru útlendsku læknarnir,
sum koma higar at arbeiða
og sum ikki eru nóg kunnu
gir við tey tilboð, Lands
sjúkrahúsið hevur.
- Varð samskipanin betri,
hevði tað borið til at givið
eina meiri einsháttaða við
gerð.
Jan Rasmussen sigur, at
tað tekur eisini nógva orku,
at tað er vanligt at kommu
nulæknar leggja sjúklingar
inn á minst tvey, ella ofta
øll trý sjúkrahúsini fyri at
stytta um bíðitíðirnar.
- Tá sjúklingurin so fær
bræv frá einum sjúkrahúsi,
er hann longu viðgjørdur
á einum øðrum sjúkrahúsi
og tað er ikki at gagnnýta
kapasitetin til fulnar.
aki@sosialurin.fo
Vit mugu samstarva betur
HEILSUVERK Tað eru nógvir fyrimunir at
samskipa tey trý sjúkrahúsini betri, heldur Jan
Rasmussen, formaður í felagnum fyri yngri
læknar. Men alt er ikki so ljósareytt, sum
landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur upp til
168
tímar
ein ein lækni -sum oftast ein
av Landssjúkrahúsinum- fer
á Suðuroyar Sjúkrahús, har
hann arbeiðir sum sjúkra
húslækni um dagin, men eft
ir vanliga arbeiðstíð hevur
hann vakt fyri at avlasta
føstu kommunulæknarnar í
oynni, so at teir fáa betri frið
uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Varð hendan skipan ikki
sett í verk, hevði tað verið
ómøguligt at fáa komm
unulæknar at átaka sær
starv í Suðuroy, tí teir eru so
fáir, at náttarvakti og viku
skiftisvaktir uttanfyri van
liga arbeiðstíð, eru alt ov
nógvar.
Læknar gjørdu greitt, at
teir vildu ikki søkja starv í
Suðuroy, fyrrenn umstøður
nar batnaðu!
- Men tað er ein ómeta
liga dýrt at hava eina skip
an, har læknar fara av
Landssjúkrahúsinum
á
Suðuroyar Sjúkrahús at hava
vakt, sigur John Johannes
sen.
- Avleiðingin er, at lækn
arnir, sum fara á Suðuroyar
Sjúkrahús at ganga vaktir,
hava eina vikuløn, sum táttar
í 80.000 krónur.
Tað kemst av, at alt verður
roknað sum yvirtíð.
Men hann heldur, at tað
er ein spurningur, um sjúk
lingarnir ikki kundu fingið
betri gagn av pengunum.
Felags eind
Hetta er ein orsøk til, at hann
nú ætlar at broyta lógina
so at tey trý sjúkrahúsini í
landinum fara at virka sum
ein felags eind.
At so hetta eina sjúkra
húsið er staðsett á trimum
støðum, er eitt heilt annað,
men tá slepst undan at veita
læknunum so stórt ískoyti,
tá ið teir skifta ímillum
sjúkrahúsini, tí tá er talan
um eitt og sama sjúkrahús.
- Tá kundu vaktirnar á
Suðuroyar Sjúkrahúsið ver
ið ein náttúrligur partur av
teirra vaktarskipan, uttan at
tað kostaði hesar astronom
isku upphæddirnar í ískoyt
isløn.
Hann viðgongur tó, at
hetta verður eisini ein sam
ráðingarspurningur
um,
hvussu sáttmálin skal tulk
ast, men sjálvandi ivast hann
ikki í, at tað ber til at vinna
eina loysn.
Falskir bíðilistar
John Johannessen sigur, at
frá at hava trý sjúkrahús,
skulu vit framyvir bara hava
eitt sjúkrahús, men tað skal
vera staðsett á trimum pláss
um.
- Tað er ongin sum helst
trupulleiki,
leggur
hann
afturat.
Men
sjúkrahúsið
skal
hava eina leiðslu og tað
merkir, at leiðslurnar á øllum
trimum
sjúkrahúsunum
verða tiknar av og at ein
nýggj felags leiðsla verður
sett fyri alt heilsuverkið.
Hetta fer ikki bara at fáa
týdning fyri læknalønirnar.
- Hetta fer eisini at fáa
týdning fyri bíðilistarnar, tí
sum støðan er nú, er ongin
felags
innleggingarskipan
til sjúklingarnar. Í veruleika
num eru tað kommunulækn
arnir sjálvir, sum gera av, hvat
sjúkrahús, ein sjúklingur
skal leggjast inn á og tað
kemur fyri, at sjúklingar
verða innskrivaðir á øll trý
sjúkrahúsini fyri at stytta
bíðitíðina mest møguligt.
- Tí hava vit í veruleika
num ikki yvirlit yvir, hvussu
langir bíðilistarnir í veru
leikanum eru.
John Johannessen sigur,
at við eini felags leiðslu, verða
allir sjúklingar innlagdir á
Sjúkrahús Føroya og leiðslan
ger síðani av, hvat av teimum
trimum sjúkrahúsunum, skal
viðgerða sjúklingin.
- Endamálið at leggja
sjúkrahúsini saman er at
játtanin til heilsuverkið verð
ur brúkt so væl sum gjørligt
og at sum mest av játtanini
kemur
sjúklingunum
til
góðar.
aki@sosialurin.fo
Hetta verður tað,
sum framtíðartryggjar
virksemið á teimum báðu
smáu sjúkrahúsinunum
Falskir bíðilistar
Í løtuni eru tað kommunulæknarnir, sum avgerða, hvat sjúkrahús ein sjúklingur skal leggjast inn á. Og tað
kemur ofta fyri, at teir skriva súklingar upp á øllum trimum sjúkrahúsunum fyri at avmarka bíðitíðina
mest møguligt. Men av tí sama eru bíðilistarnir ikki eftirfarandi, sigur John Johannessen