Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 12 Sosialurin Leo Poulsen Seinastu árini er áhugin fyri seyðahundum vaksin ógvu­­liga nógv í Føroyum. Og við hes­um vaksandi áhuga verður eisini skipað fyri kapp­ ingum millum hundarnar. Handlararnir, sum menn­ inir við seyðahundi verða nevndir – eftir enska orði­ num – fáa við einføldum boð­um hundarnar at fara til høgru ella vinstru, fram ella steðga, og reka soleiðis seyðin har, teir vilja hava hann. Páll Poulsen er liðleiðari á ferðini, og hann sigur, at áhugin millum føroyingar fyri seyðahundum er stórur. - Vit eru út móti 200 limum í seyðahundafelagnum, so áhugin má sigast at vera stórur, sigur Páll Poulsen. Tó eru ikki so nógvar kapp­ingar í Føroyum, og tí eru avbjóð­ingarnar ikki so stórar, sum ynskiligt var. - Tað er eisini ein av orsøk­ unum til, at vit fara uttan­ lands at kappast, sigur Páll Poulsen. Tað er gjøgnum kapping­ar­ nar í Føroyum, at hund­ar­­nir kvalifisera seg til kapping­ar­ nar uttanlands, og hesa­ferð er so talan um heims­meistara­ kappingina. - Kappingarnar í Føroyum eru ikki so stórar sum tær uttanlands, og tí verða avbjóðingarnar eisini størri at fara uttanlands at kappast, sigur Páll Poulsen. Nógvir hundar Og kappingin hesaferð er ógvuliga stór. - Talan er um einar 240 hundar, sum fara at kappast, so talan er um eina stóra kapping, sigur Páll Poulsen. HM kappingin verður hesa­ferð hildin í Penrith í Onglandi. - Hetta er í sonevnda Lake District nærhendis marki­ num millum Ongland og Skotland, sigur Páll Poulsen. Sjálv kappingin verður í døgunum 14. til 18. september, men teir tríggir føroysku luttakararnir fara avstað í góðari tíð. - Vit skulu venja okkum – og ikki minst hundarnar – við umstøðurnar og seyðin í Onglandi, fyri at vera so væl fyri sum gjørligt, tá kappingin byrjar, sigur Páll Poulsen. Tað er altíð ein umfatandi fyrireiking, sum skal til, áðrenn farið verður avstað slíkar túrar, og hundarnir skulu vaksinerast fyri bæði eitt og annað, fyri at sleppa inn í londini, har kappingin nú einaferð er. - Hundarnir hava eisini pass, har djóralæknarnir vátta, at hundarnir hava fing­ ið neyð­ugu vaksina­tiónirnar, sigur Páll Poulsen. Kappast í fýra dagar Til eina so stóra kapping skal nógv til, um føroyingarnir skulu gera seg galdandi. - Alt skal ganga upp í eina hægri eind, um vit skulu hava ein møguleika. Har eru jú bestu hundarnir í heiminum at kappast ímóti. Men náa vit einari hálvfinalu, er tað avgjørt nøktandi, sigur Páll Poulsen. Føroyingar hava fleiri ferðir áður roynt seg uttan­ lands við góðum úrsliti, og so seint sum í summar var Eyðstein Jensen til europ­ eiska kapping við Nap, og stóð seg heilt væl. Nú eru tríggir føroyingar so farnir til HM í Onglandi við trimum góðum hundum. Úrslitini gerast eisini betri so hvørt, sum føroyingarnir verða meiri royndir í at kapp­ ast á altjóða støði og venjing­ ar­­teknikkurin betrast. Mikudagin komandi verður parada, og síðani verða inn­leið­andi kappingar hós­dagin og fríggjadagin. Hálvfinalan verður leygar­ dagin, har føroyingar vóna framvegis at vera við, meðan finalan verður sunnudagin. Náttúrligur áhugi Tað, at áhugin fyri seyða­ hund­­­um er vaksin so nógv sein­astu árini, kemst heilt ein­­­­falt av, at menn hava fing­ið eyg­­­uni upp fyri, hvat ein veru­­­lig­ur seyða­hundur kann. - Vit síggja tað, tá vit eru á fjalli. Hundarnir gera eitt risa arbeiði, og renna lættliga í brøttum rásum, har tað krevur fulla konsentratión hjá einum manni at ganga, sigur Páll Poulsen. Tey, ið minnast gomlu sonevndu seyðahundarnar, vita, at hesir ofta vóru til meira møði enn føði at hava við á fjalli. Áðrenn tú visti av, kundu teir leika í fremst í gonguni við tí úrsliti, at heila lortið slapp. - Í dag er tað eitt spæl at ganga fjøllini í mun til tað, ið plagdi at vera, sigur Páll Poulsen. Sum ein lið í at venja hund­ arnar og at betra um egin­ leikarnar hjá bæði hundum og handlarum, verður skipað fyri hesum seyða­hunda­ kappingunum við jøvn­um millumbilum í Føroyum. Kappingarnar verða skip­ aðar í trimum flokkum, 1, 2 og 3, har triði flokkur er hin besti. Men við at skipa fyri kapp­ingum fyri minni royndar hundar, verða bæði nýggir hundar og minni royndir handlarar eggjaðir til at halda fram við venjingini. Føroyingarnir, ið eru við til HM, koma aftur til Føroya týsdagin 20. september. leo@sosialurin.fo Til HM fyri seyðahundar Føroyingarnir, sum fara til HM fyri seyðahundar, eru Eyðstein Jensen við Nap, Páll Poulsen við Taru og Rene Hansen við Taff Mynd: Jens Kristian Vang SEYÐAHUNDAR Mikumorgunin fóru teir tríggir, Páll Poulsen við Taru, Eyðstein Jensen við Nap og Rene Hansen við Taff við flogfarinum á veg til heimsmeistarakapping fyri seyðahundar. Málið er at koma í hálvfinaluna