Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 Sosialurin Sjeyndi partur Stór forfylging varð nú aftaná drápið á Stefanus, og samkoman spjaddist um Judea og Samarialand øll uttan ápostlanir. Tey, sum spjadd vóru, kunngjørdu nú evangeliið har, sum tey vóru. Stór vakning varð millum samariubúgvar, við hondum Filips vóru tekin gjørd millum teirra. Ápostlarnir Pætur og Jóhannes fóru nú hagar, og har hendir tað, at hóast tey vóru komin til trúgv og vóru doypt, fingu tey ikki Heilaga Andan, fyrr enn Ápostlarnir løgdu hendur á tey. nakað líknandi sum hetta, lesa vit bara eina aðru ferð um, og tað er í 19. Kap., har lata nakrir av lærisveinunum hjá Jóhannes seg doypa, og eftir at Paulus hevur lagt hendurnar á teir, fáa teir Heilaga Andan. Harafturímóti tá ið Pætur fyrstu ferð fór til heidningar, til Kornelius, sum vit lesa um í Áp. 10, var tað beint tvørturímóti, tá fall Andin á tey, meðan Pætur talaði, og síðani vóru tey doypt. Altso tá ið tey trúðu Pæturi, fall Andin yvir tey, og soleiðis hevur tað verið síðani, tá ið eitt menniskja trýr á Kristus, kemur Heilagi Andin inn. Paulus sigur soleiðis í Galatiabrævinum: Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv? Gal 3,2. Sjálvandi at hoyra í trúgv. Skriftin lærir týðu­ liga, at øll børn Guds eru doypt í Andanum. 1. Korintbr. 12,13 sigur hetta: Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka. Pilip evangelistur verður rivin burtur úr vakningini í Samaria og fær boð um at fara út á ein oydnan veg, og har hittir hann fíggjarmálaráðharran hjá Kandake drotning í Etiopia, hesin situr og lesur Esaias profet, ein søkjandi sál, hann verður doyptur. Her síggja vit, hvussu ápostlarnir skiltu boð Jesusar viðvíkjandi vatndópinum, Pilip segði: “Trýrt tú av øllum hjarta tínum?” og hirðmaðurin svarar “Eg trúgvi at Jesus Kristus er Sonur Guds”. Also trúgv má til, síðani kann vatndópur fara fram. Hetta lærir tann føroyska fólkakirkjan eisini, men tað syndarliga er, at hon praktiserar hetta skeivt. Hetta, sum varð uppfunnið eftir, at ápostlarnir vóru deyðir, at nýføðingar skuldu doypast, og so bleiv hetta løgna uppfunnið, at spyrja ein nýføðing um hann trýr. Dópur skal eisini gerast á tann hátt, at menniskja verður søkt niður í vatn, tað síggja vit eisini av hesari hending. Dópur ímyndar, at tað gamla menniskja verður grivið, og eitt nýtt rísur upp: Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív. Róm 6,4. Framhald Hugleiðingar úr Ápostlasøguni Richard Danielsen Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum. Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rættindi, sum meirlutin í sam­felagnum. Tí spyrja vit við hesi greina­røð ”Hvør ert tú?” ”Hvussu hevur tú tað í Føroy­um?” og ”Hvat skal til fyri at tú trívist í landi­ num?”. Í fyrsta parti vilja vit vísa á umstøðurnar hjá einum sálarsjúkum í Føroyum. Hann veit, hvat tað vil siga at verða innlagdur ferð eftir ferð á psykiatrisku deild. Hann hevur upplivað at verða blak­ aður úr íbúðini á miðj­ari nátt. Hann veit, hvussu tað kennist, at kenna seg einsa­mall­an og vónleys­an, hvussu tungt tað er at vera í hondunum á almennu skipan­unum í Føroyum, og hvussu trupult tað er ikki at fáa fíggjar­ligu endarnar at røkka saman. Í fleiri ár hevur hann sæð seg sjálvan sum ein mann uttan framtíð, og tí hevur hann tikið avgerð um at flyta til Dan­ markar, har hann sær møgu­ leikar at byrja av nýggjum. Sosialistisk Ung hava hitt Tórhall. Hann er vinarligur, fyrikomandi og fúsur at siga sína søgu. Tórhallur Niclasen er 38 ára gamal. Umframt at vera útlærdur bilmekanikari hevur hann lisið eitt nú spanskt í Venezuela og mál og mentan í Onglandi. Eisini hevur hann eitt tíðarskeið lisið í USA. Onkur vildi sagt, at Tórhallur livdi eitt vanligt lív. Hann hevði arbeiði, konu, hús og børn. Men síðani broytt­ist alt. Tórhallur bleiv arbeiðs­ leysur, misti húsini, konuna og børnini og varð inn­lagdur á psykiatrisku deild við álvarsligum tunglyndi. Tórhallur greiðir frá, hvussu trupul tey seinastu ár­ini hava verið, sum sálar­sjúk­­­ur í Føroyum. Hvussu trup­ult tað er at fáa bústað, vart starv og hvussu fá og av­markað til­boð­ ini til sálarsjúk eru í Føroyum. Hann er púra av­gjørdur; tað letur seg ikki gera at verða búgvandi í Før­oyum undir ver­ andi umstøðum. Í dag gongur Tórhallur millum annað í Fjálva, ið er eitt felagshús fyri sálarsjúk í Havn, og sum hann sjálvur sigur, er tað eitt sera gott stað at koma. Tó meinar hann, at tað átti at verið meira opið, serliga út á kvøldarnar, tí tað er tá, at einsemi og ótti serliga ger um seg hjá teimum, ið eru sálarsjúk. Tórhallur gongur í Lívdini, og metur hann, at tey, ið ikki koma aðrastaðni enn í Fjálva, hava ov fá tilboð. Spurdur um, hvat Tór­hall­ur meinar er trupulleikin í Føroy­ um, og hvat hann vildi ynskt at vit gjørdu betur, svar­ar hann, at fyri hann er Almanna­­stovan stóri synda­­­bukk­urin. Tað tekur ov langa tíð, frá ein trupul­leiki spyrst, til hann verður tikin upp. Eisini er tað ein stórur trupul­­leiki, at málsvið­gerar­nir verða skiftir ov ofta út, og tí ikki hava møguleika at seta seg inn í umstøðurnar hjá tí sálar­sjúka, sum ger, at ein er noyddur at greiða frá síni støðu ferð eftir ferð. Har­aftur­at heldur Tórhallur avgjørt, at tað áttu at verið íbúðir í miðstaðar­økinum fyri sálar­­sjúk, soleiðis at tey, ið eru sálar­­sjúk, kundu havt gleði av hvørjum øðrum, umframt at hjálp var knýtt at bústaðnum. Vit í Sosialistisk Ung ynskja fyrst og fremst, at Tór­ hallur, og onnur í hansara støðu, skulu kunna trívast í Føroy­­um. Sjálvsagt skulu tey, sum mann vendir sær til á Almanna­stovuni, vera skikk­að. Hetta gera vit t.d. við at veita eftir­út­­búgving. Vit eiga at fáa bústaðir, ið eru ætlaðir hes­­um bólki, soleiðis at tað er hjálp at heinta í nærum­hvørvi­­num, og so­leiðis at tey ikki nýt­ast at búgva í vána­lig­um bústøðum og kunnu verða blakað út á miðjari nátt. SU heldur, at vit áttu at havt nógv fleiri vard størv runt landið. Tað almenna átti tí at gingið á odda, hvat vardum størvum viðvíkir. Fyri at tryggja øllum eitt trygt, gott og mennandi starv, kundi tað verði skipað fyri upp­lýsandi skeiði fyri ábyrgdar­havaran, umframt, at ein samsýning varð latin tí, ið valdi at taka eina slíka upp­gávu uppá seg. Samanumtikið meina vit, at vit eiga at fáa vardar bú­ staðir til sálarsjúk. Tænast­an á Almannastovuni skal betr­ast, og málini skulu ganga­ skjótari. Vit skulu hava mein­ing­ar­full og vælskipað vard størv at bjóða, og vit skulu fáa fleiri sosial tilboð runt landið. Vit skulu vera líka glað og ikki líkaglað. Í næsta parti vísa vit á um­ støðurnar hjá einum støkum uppihaldara í Føroyum. Sosialistisk Ung (1/5) Eru vit líka glað ella líkaglað? - Sálarsjúk Eg hevði helst væntað ov nógv av heildarætlanini fyri elorkuøkið, ið Vinnu­mála­ráðið legði fram fyri kortum. Ein arbeiðsbólkur skuldi nú leggja fram eina ætlan fyri, hvat skuldi gerast, fyri at Føroyar best kundu minka munandi um oljunýtsluna. Tað fingu vit ikki. Ein fyrsti trupulleiki er sjálvsagt at el bert er partur av samlaðu orkunýtsluni, so við at taka støði í elveiting gloymir man lætt at stórur partur av oljunýtsluni verður brúktur til upphiting. Hetta fær helst ikki verið øðrvísi fyrr enn alt orkuøkið verður lagt saman í sama aðalráð. Ein annar trupulleiki er, at kapp­ ing verður sæð sum enda­mál í sær sjálvum. Kapp­ing kann vera gott amboð, men um marknaðurin er lítil, so er betri at hava væl virk­andi alment monopol. ES-elveit­ingar­ direktivið, ið er grund­­arlagið undir el­veiting­­ar­­lóggávu í øllum ES-lima­­lond­unum og Noregi, viður­kennir hetta. Tað kundi tí verið áhuga­vert at vita um nakar, ið kennir til el­veitingar­lóg­gávu aðra­­staðni fer at við­­mæla, at tað skal vera kapping á elveitingar­økinum í Føroyum. Núverandi elveitingarlóg skal tó broytast. Kravið um at allar vindorkuverkætlanir skulu í útboð er ein umseting av tí partinum av donsku lógini, ið bert er galdandi fyri stórar vindmylluparkir á havinum. Tað er ein beinleiðis forðing fyri eini stigvísari útbygg­ing av vindmegi. Smærri vind­myllur eiga at kunna framleiða inn á netið hjá SEV, eftir treytum sum SEV setir í samráð við myndug­leikarnar. Um upphit­ ing av húsum verður tikið við í eini heildar­­ætlan, so kunnu kommunurnar brúka kom­ andi bygnings­skránna til at meta um, hvar tað loysir seg at leggja fjarhitanet. So kann ein býling­ur vera saman um eina vind­myllu, eina sólhita­ skipan og eina hitapumpu. Javnt sum húsini vera betri bjálvaði, kann størri partur av vindorkuni leiðast á netið hjá SEV við hitaskipanini sum buff­ara. Ein slík tilgongd fer eisini at gera elnetið sum heild betri fyrireikaða til størri vind­ myllur og sjóvarfallsorku. Heildarætlanin er ikki eitt sakligt grundarlag fyri at taka politiskar avgerðir um, hvussu elveitingarøkið skal skipast frameftir. Niður­støðurnar eru ikki undirbygd­ar, men eru í summum førum beinleiðis í andsøgn við, hvat stendur aðra staðni í ætlanini og royndum úr ES. Eftir stendur ein fatan av, at hetta heldur er ein politisk ætlan um, hvussu SEV skal niður­leggjast sum væl virkandi elfelag. Tað er ikki til frama fyri føroyska samfelagið. Heildarætlan fyri hvat? Vilhjálmur Nielsen Orkuverkfrøðingur Kjak