Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 14 Sosialurin Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein av teimum mongu, sum vitjaðu á Tjarnargarði í dag, nú Dagmar Maria Winther fylti 100 ár. Borgarstjórin segði, at hetta er eisini ein stórur dagur fyri Tjarnar­ garð, tí Dagmar er fyrsta 100 ára føð­ing­ar­dagsbarnið her í húsinum. So hon skrivar søgu í dag! Og – tá ein av okkara borgarum rundar tey 100 árini, er eisini talan um ein hátíðar­dag fyri alla Havnina. - Dagmar hevur verið á Tjarn­ar­ garði, síðani heimið lat upp í 2004. Tey siga fyri mær her, at hon trívast væl. Og eisini maðurin, Kartni, sigst hava tað sum blomman her uppi. Tað fegnast ein borgarstóri um, tí býráð­ið ynskir fyri øll tykkum, sum búgva her, at tit trívast væl. - Lívsleið tygara fortelur søgu­na um eina sterka kvinnu við einum innihaldsríkum lívi. Frá barna­ árunum á ”Torlabrúgv” í Funningi – umvegis Mikladal og háskúla í Høng – og til tygum gjørdust sjúkra­systir,kona, mamma og annars framdu tygara gerning í sjúkra­røktini. Eg haldi, at vit kunnu siga, at tygara lutur liggur ikki eftir, nú tygum runda tey 100. - Beint eftir Seinna Kríggj komu tygum og Kartni til Føroya við fyrsta skipinum úr Danmark eftir kríggið. Tit bæði vóru millum mongu føroyingarnar, ið vóru av­ skor­n­ir frá heimlandinum, meðan týsk­ur­in hevði valdið har, og bretar høvdu eina vinaliga herseting her. Vit kunnu ímynda okkum, at tað hev­ur verið ein góð kensla hjá tykk­um at koma inn á Havnarvág hin dagin í 1945, segði borgarstjórin. Dagmar og Kartni búsettust í húsu­num í Tungugøtu og gjørdist part­u­r av býarmyndini og lívinum her í Havn. Dagmar var við í felags­ lívi­num – bæði innan sang og í dansi­felag­num her í Havn. Og sagt er, at Dagmar stundum skipaði í før­oyska dansinum, og at tað dugdi hon væl. Meðan Kartni fór til arbeiðis hjá Bal­slev og eisini gjørdist stjóri har, var Dagmar heimagangandi – ella heima­arbeiðandi, sum vit høvdu sagt í dag. Tað var ikki sum at siga tað, at fáa starv sum sjúkrasystir tá. Dagmar legði góð føroysk virðir nið­ur í síni børn. Henni dámdi væl barna­r­ímurnar hjá Hans Andriasi, og helst duga synirnir rímurnar enn tann dag í dag. - Sjálvur havi eg góð minni úr Tungu­gøtu. Eg havi ein góðan vin, sum búði har í grannalagnum, Jens av Reyni. Tað hendi seg meira enn so, at vit børn vóru inni hjá tyg­ um, Dagmar. Tygum vóru góð við okkum børn. Vit fingu kakur og bollar at eta, og vit sluppu at spæla í kjallaranum, tá ið tað var ov ringt veður til at spæla úti, og ikki at gloyma tunnusláingina á Fástu­lá­ vint, segði Heðin Mortensen. Dagmar fór til arbeiðis aftur og hevur havt eina yrkisleið, har hon m.a. undirvísti á Sjúkra­systra­skúla­ num og var við til at fáa táverandi Stats­hospitalið á føtur. Dagmar fór frá, tá hon fylti 70, so væl man vera kom­ið burturúr. - Mann tygara, Kartna, kenna vit eisini – ikki minst frá hansara virk­semi í ”Kartna Winter og Co”. Kartni var býráðslimur frá 1953 til 1956, valdur á Sjálvstýrislistanum. Hann sat í býráðnum saman við m.a. Kjartani Mohr, Trygva Samuel­ sen, H.C.W. Tórgarð, Hanus við Høg­a­dals­á og øðrum góðum fólki. Fram­vegis fylgir hann væl við í bý­ ráðs­politikki. - Tá vit báðir hittast, plagar hann at siga við meg: ”Heðin, eg valdi teg sum sambandsmann – og morgunin eftir vart tú javnaðarmaður!” - Heðin Mortensen, borgar­stjóri, endaði við at ynskja Dagmar og øllum hennara - stórum sum smá­ um - hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og alt tað besta fram­eft­ir. Dagmar Maria Winther 100 ár Nøvn Magni Laksáfoss – skapar loysnir Fiskivinnan siglir undir trongum korum. Seinastu tíggju árini hava allir bólkar havt hall á botnlinjuni. Ein nýggj skipan skal finnast innan 2018, sum tryggjar avlop í fiskivinnuni og sum gevur burðardyggar fiskastovnar. Hóast hetta hevur politiska skipanin einki gjørt við málið og líða vit øll undir manglandi politiska viljanum. Vit mugu gera nakað við tað! Upplagt er, at nýta umboðið á fólkatingi til at søkja sær vitan um, hvussu vit gera uppskotið til eina nýggja skipan til fiskivinnuna og bera hesa vitanina til Føroyar. Í stuttum skal fólkatingsumboðið virka fyri at skapa loysnir til Føroyar. Fiskivinnan bjargast frá fiskidagaskipanini “Eg vil skapa loysnir til Føroyar”