fríggjadagur 9. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
16
Sosialurin
fólkatingsvalið 2011
Fólkatingsvalið 2011
Sjúrður Skaale
Í 2009 helt eg flaggdagsrøðu
á Oyrarbakka. Tá segði eg
m.a. soleiðis:
"Politiskt verða fáar brýr
bygdar í Føroyum.
Øðrumegin hava vit havt
loysingarvongin, sum alt ov
leingi hevur læst seg fastan
í eina kós, sum undirtøka
ikki er fingin fyri, og sum
eisini hevur hildið lív í stund
um patetiskum tosi um
órætt í sambandi við eina
fólkaatkvøðu, sum var hildin
fyri 62 árum síðani.
Hinumegin hava vit havt
sambandsvongin, sum alt
ov leingi hevur livað í eini
falskari trúgv á, at so leingi
vit bara sleppa at verma
okkum undir Danmarkar
veingjabreiði, so er eingin
vandi. Men hvørki kongur
ella blokkur verða nakrantíð
grundsúlurnar undir okkara
tjóð og okkara samfelag.
Okkara Merki boðar frá
nógvum vøkrum og nógvum,
sum vit kunnu vera stolt av.
Men tá um politikk ræður,
boðar Merkið frá endaleysum
klandri og stríði, og mangan
syndarligum úrslitum. Við
hvørt tykist sum um, at tað
at halda lív í ósemjunum
hevur verið sjálvt endamálið
við politikkinum.
At fylgjast við fígg
indanum um brúnna
Eitt russiskt orðatak sigur, at
ofta er skilagott at fylgjast
yvir um brúnna saman við
fíggindanum, fyri síðani at
skiljast hinumegin. Hvør skal
siga, at tað er best at semjast
um tað, mann er samdur
um, og goyma ósemjurnar
til seinni. Á tann hátt vinna
báðir partar.
Hetta er tann vísdómur,
sum
føroyskum
politikki
vantar.
Vit mugu gera eina bind
andi semju um tað, vit eru
samd um. Vit mugu byggja
eina sterka brúgv millum
sambands- og sjálvstýrisfólk.
Annars koma vit aldrin av
fetanum.
Vit mugu flyta okkum.
Úrslitið av okkara politiska
skotgravastríði er, at vit nú
eru einasta land í Europa, sum
stendur uttanfyri teir stóru
europeisku felagsskapirnar
av londum. Vit hava ikki
kunnað samst um nakað,
og tí hava vit nærum ongar
brýr bygt uttan ta stóru til
Danmarkar.
Men vit mennnast ikki av
at vera verandi eitt danskt
heimastýri
í
allar
ævir.
Og tað er vitleyst at loysa
bara fyri at skipa ein av
byrgdan mikrostat í norður
atlantshavi.
Vit mugu byggja brýr
til onnur. Tíðin er farin frá
at Merkið skal umboða eitt
land og eina tjóð, sum liggur
isolerað fyri seg sjálva.
Og eg havi eina vón um,
at tað fer at eydnast at gera
eina semju áðrenn so øgiliga
langt er liðið.
Tað eru støðugt fleiri sum
ásanna, at tað bara er við at
gera semjur, at vit kunnu
vinna sigrar. At vit, í staðin
fyri at standa og gløða niður
í gjónna, mugu byggja ein
brúgv tvørturum hana."
Stjórnarskipan
- brúgvin
Henda røða skapti stóra
misnøgd millum summi tjóð
veldisfólk - men onnur vóru
positiv.
Tí virkaði eg sambært
hesi hugsan, tá eg saman við
øðrum - ikki minst eldsálini
Poul Michelsen! - arbeiddi
við stjórnarskipan Føroya.
Tað eydnaðist ótrúliga
væl. Vit fingu semju um
eitt sjálvstøðugt grundarlag
undir okkara fólkaræði, sum
m.a. segði, at:
- Alt vald í Føroyum er hjá
frá Føroya fólki.
- Danska grundlógin virk
ar í Føroyum, men bara so
leiðis og so leingi, sum vit
vilja hava hana at virka.
- Eingin lóg kann verða
sett í gildi fyri Føroyar uttan
Løgtingsins samtykki.
- Heimastýrislógin ikki
er ein donsk delegatión av
heimildum, men ein sáttmáli
millum tveir partar. Ein
sáttmáli sum vit virða, men
eisini hava rætt at siga upp.
- Føroyingar hava óskerdan
sjálvsavgerðarrætt.
- Føroyskt er tjóðarmál og
alment mál.
Harumframt vóru góðar
ásetingar um mannarættindi
og mangt annað.
Brend brúgv
Hetta var eftir mínum tykki
tann brúgvin, sum kundi sam
eina flokkarnar í Føroyum.
Men brúgvin bleiv brend. Og
øll vita, hvør brendi hana.
Eg gjørdi tað eg kundi
til tess at broyta støðu Tjóð
veldisins, men leiðslan var
ikki til at vika.
Hvat var so at gera?
Skuldi eg geva meg undir
leiðsluna í Tjóðveldinum í
hesum máli, og bara tiga við
tí, eg helt vera rætt?
Ella skuldi eg fara í
opið stríð móti leiðsluni
í mínum egna flokki? Eg,
sum havi tosað so nógv um
floksdisiplin?
Nei. Har var einki at gera.
Eg mátti velja millum at
fylgja mínum flokki - ella
fylgja míni meining. Hóast
avgerðin var sera trupul, var
hon einføld.
Vel politikk
- ikki flokk
Eg fór seinni uppí Javnaðar
flokkin. Ikki bara tí hann
tók fult undir við stjórnar
skipanini, men eisini tí vit
hava verið samd um næstan
øll týðandi mál farnu árini.
Og eg eri 100% samdur við
Javnaðarflokkin um, hvussu
fólkatingssessurin
skal
nýtast.
Nógv siga, at eg nú havi
mist alt mítt trúvirði. Men
sannleikin er, at eg havi fylgt
míni sannføring. Hevði eg
hinvegin stillað upp fyri
Tjóðveldi aftur, hevði eg abso
lutt einki trúvirði havt. Tí so
hevði alt snúð seg um flokk
in - og ikki politikkin. So
hevði eg verið reinur breyð
politikari.
Politikkur skal snúgva seg
um meiningar - ikki flokkar.
Eg skilji væl, at nógv eru
bæði vónbrotin og ill. Men eg
vóni eisini, at tey skilja mína
støðu.
Til endans vil heita á øll
um at hava í huga, at tað er
altso ikki flokkurin, sum
er avgerandi. Tað er ikki
spjaldrið. Tað er innihaldið.
Tí eiga tey, sum taka
undir við uppskotinum um
føroyska
stjórnarskipan,
ikki at velja teir flokkar, sum
forkomu uppskotinum.
Svar til mínar vónbrotnu veljarar
Mong halda meg hava svikið teirra álit, tí eg havi skift flokk. Tað skilji eg væl. Men politikkur
snýr seg um meiningar - ikki flokkar. Eg skal her greiða frá, hví eg fór frá lista E til lista C
fólkatingsvalið 2011
Hans Pauli Strøm
valevni fyri
Javnaðarflokkin
Tað var øgiligur tvídráttur
millum føroyingar, tá stjórn
arstøða Føroya skuldi skipast
av nýggjum eftir annan
heimsbardaga. Nationalist
arnir vildu hava loysingina
her og nú. Sambandska
afturhaldið vildi flyta Føroyar
aftur í gomlu amtsstøðuna,
sum var undan krígnum.
Hóast flestu føroyingar vildu
hvørki av hesum, læstu teir
báðir politisku minnilutarnir
fyri neyðugu nýskipanini.
Tá var tað at Javnaðar
flokkurin, stuðlaður av Sjálv
stýrisflokkinum, fekk snarað
samráðingunum um fram
tíðarstøðu Føroya burtur úr
tí úrslitaleysa klandrinum
millum nationalistisku og
sambandsku minnilutarnar.
Tað eydnaðist at savna allar
partar - uttan um loysingar
fólkini – um ta nýggju skip
anina í Heimastýrislógini.
Heimastýrislógin gjørdist
okkara politiski grundvøllur
í Ríkisfelagsskapinum, sum
nú hevur verið ein tryggur
karmur um stjórnarstøðu
Føroya í meir enn seksti
ár – fyrrverandi Færø Amt
mentist til eina javnbjóðis og
sjálvbjargna tjóð í einum væl
virkandi Ríkisfelagsskapi.
Á hesum grundvølli er
eisini menningin av tí føroyska
vælferðarsamfelagnum farin
fram, har vit hava bygt ein
tættan
infrastruktur
og
sosialar skipanir, útbúgving
ar- og heilsuverk á høgum
norðurlendskum støði.
Seinni árini hevur tann
úrslitaleysi
tvídrátturin
um okkara stjórnarstøðu
tikið seg uppaftur. Hetta er
komið fram í royndunum
at koma á mál í áralanga
arbeiðinum um eina nýggja
stjórnarskipanarlóg – eitt
arbeiði, sum varð sett á polit
isku dagsskránna longu í
1996 av Maritu Petersen sála,
forkvinna
fyri
Javnaðar
flokkin, løgmaður og løgtings
forkvinna.
Nú standa øðrumegin loys
ingarfólkini í Tjóðveldinum,
Miðflokkinum og tí Rógv
uska
Sjálvstýrisflokkinum
sum blokerandi minniluti.
Javnaðarflokkurin
er
lykilin til at fáa ta breiðu
semjuna millum hinar flokk
arnar, eina semju, sum 70-
80% av øllum føroyingum
kunnu taka undir við – ein
stjórnarskipan, sum sjálvsagt
viðurkennir Ríkisgrundlóg
og Heimastýrislóg og harvið
støðu okkara í Ríkisfelags
skapinum.
Javnaðarflokkurin er eis
ini lykilin til at fáa ta neyð
ugu semjuna við donsku
stjórnina um nýggju stjórnar
skipanina – serliga tá kom
andi danska stjórnin eftir
øllum at døma verður undir
leiðslu av danska Javnaðar
flokkinum.
Tá er av størsta týdningi, at
føroyski Javnaðarflokkurin
er umboðaður á Fólkatingi
– ongantíð betur enn at
samríkisflokkarnir
fingu
bæði føroysku umboðini.
Javnaðarflokkurin besta trygdin
fyri mennandi ríkisfelagsskapi