fríggjadagur 9. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
Sosialurin
Fólkatingsvalið 2011
fólkatingsvalið 2011
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Tað er ikki á fólkatingi, at vit skulu dystast um samband
ogloysing. Tann dystur skal takast í Føroyum. Tað er
skomm, tað sum vit hava upplivað seinnu árini, at bæði
okkara fólkatingsumboð føra hetta klandur niður á
danating.
Á fólkatingi skal ein føroysk fólkatingskvinna umboða
tær avgerðir, sum løgtingið hevur samtykt og virða tær
politisku avtalur, sum eru gjørdar í Føroyum. Eisini um
eins egni flokkur ikki er partur av avtaluni.
Tí Løgtingið er evsta vald í Føroyum – og einasta fólka
valda parlament okkara. Tað er ógvuliga umráðandi at
gera greitt fyri dønum, at so er.
Dysturin
um loysing/
samband
skal leikast á
heimavølli
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísur til Innlendsmálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við
skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum
og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.
Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna
um málsviðgerð, ráðgeving, ummæli av lóggávu,
eftirlits arbeiðið, fyrireiking av málum at leggja fyri
Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum samstarvi
á økinum.
Nógv samskifti er við almennar myndugleikar,
privatar fyritøkur og borgarar, og ein partur av
starvinum fevnir um at arbeiða sjálvstøðugt
við verkætlanum í samband við tiltøk o.a. sum
Dátueftirlitið skipar fyri.
Talan er um fakliga mennandi og fjølbroytt starv,
sum tú sjálv/ur er við til at skapa og har góðir
møguleikar eru fyri eftirútbúgving.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.
Lesandi, sum vænta at verða liðug í næstum,
kunnu eisini søkja.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og
miðvíst, hevur góð samstarvsevni, teldukunnleika
og dugir væl at orða teg á føroyskum máli.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum
viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 23. september 2011 og sendast til:
Dátueftirlitið
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Ingunn Eiriksdóttir, stjóra, tlf.
309102.
Starvið verður sett sambært avtalu.
ANNIJANNI 321100
fólkatingsvalið 2011
Høgni Hoydal
Er tað fólkaræði, at eitt ting
og ein stjórn, sum danska
fólkið hevur valt, skal taka
avgerðirnar um týdningar
mikil mál fyri føroyingar?
Ella er tað fólkaræði, at eitt
einstakt føroyskt umboð, sum
danska fólkið ikki hevur valt,
skal taka avgerðir um týdning
armikil mál fyri danir?
Nei, fólkatingsval í Føroy
um er ein staðfesting av tí
demokratiska
undirskotið,
sum valdar millum Føroy
ar og Danmark. Og málið
hjá Tjóðveldið er at koma
burturúr hesi óvirðiligu støðu,
soleiðis at fult fólkaræði
er í Føroyum, og at danska
tingið sjálvsagt tekur egnar
fólkaræðisligar avgerðir.
Hvat ætlar Tjóðveldi so,
um vit gerast tungan á vág
skálini – altso gerast avger
andi fyri danskar meirilutar
og minnilutar á fólkatingi?
Tað er ikki sum Edmund
Joensen
roynir
at
billa
fólki inn í eini almennari
viðmerking, at vit eru partur
av donskum flokkum ella
blokkum.
Vit hava sjálvandi gjørt
greitt, at vit ikki framman
undan hava selt okkara
atkvøðu og ávirkan til hvørki
nakran bláan ella reyðan
blokk í Danmark. Men ein
avgerandi ávirkan – uttan
mun til hvør stjórnin er – skal
brúkast til at seta treytir,
sum kunnu geva føroyingum
møguleika at broyta tey
óvirðiligu viðurskiftini og
fremja veruligt fólkaræði,
um meirilutin í Føroyum
ynskir at gera tað.
Greiðar treytir
Verður Tjóðveldi avgerandi
í danskum stjórnarmálum,
samráðist
Tjóðveldi
um
eina avtalu, har hesi krøv og
treytir verða sett:
Rætturin hjá føroyska fólki
num at samtykkja egna stjórnar
skipan uttan uppíblanding ella
danskar grundlógartulkingar,
skal viðurkennast.
Rætturin hjá eini føroysk
ari stjórn at samráðast um
eina avtalu um fullveldi,
búskaparliga skiftsitíð og
framtíðarsamstarv
á
ein
skipaðan hátt eftir altjóða
lóg, skal viðurkennast.
Ongar avgerðir skulu tak
ast um føroysk mál ella viður
skifti, ið hava týdning fyri
Føroyar, uttan samtykt í Føroy
um – á tingi og í landsstýri.
Danmark
skal
virkið
kunna um sjálvsavgerðarætt
føroyinga og virkið stuðla
sjálvstøðugum
føroyskum
limaskapi í altjóða samstarvi
og stovnum (EFTA, IOC,
WTO, ST-stovnum, Altjóða
hvalaveiðinevndini
IWC
o.a.).
Fólkaræði og
fólkating
Tjóðveldi selur ikki sína atkvøðu
til nakran danskan flokk ella
blokk, men hevur fýra greið krøv,
um vit gerast avgerandi atkvøða
í týdningarmiklum málum