Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 18 Sosialurin Kjak Í Íslandi 14. august 2011 Tann 22. juli var Noreg rakt av yvirgangsatsókn. 77 fólk lótu lív, og nógv fingu skaða í álopinum á stjórnarskrivstovuna í Oslo og summarleguna hjá AUF á Utøya. Tað er við stórari sorg, at NSSK og NFFS við hesum vilja sýna samkenslu mótvegis teimum, sum hava fingið skaða, teimum avvarðandi, teimum, sum hóraðu undan, og tí norska fólkinum. Álopið var ikki bara eitt álop á nøkur einstøk menni­ skju. Tað var eitt álop á øll Norðurlond og tey virði, sum vit standa fyri. Fólka­ ræði, virðing fyri hvørjum eins­tøkum menni­skja, opin­ leika og margfeldi. Virði, sum eisini eru grund­leggj­ andi hjá norður­lend­skum sosial­ráðgevum og sosial­ peda­gogum. Tað eru summi, ið vilja gera seg inn á hesi virði. Summi, ið brúka ófati­ liga framferð til at røkka málum sínum. Hesi eru lopin á tað besta, vit eiga. Norðurlendskir sosial­ ráðgevar og sosialpedagogar hava verið í Reykjavík í døgunum 11.– 13. august á ráðstevnuni “Welfare and professionalism in turbulent times”, har evni sum fak og vælferðarpolitikkur vórðu viðgjørd. Ráðstevnan váttaði margfeldið í Norðurlondum. Sosialráðgevar og sosial­ peda­gogar møta nógvum ymiskum menniskjum í yrki sínum. Ymiskum menniskj­um, sum hvør á sín hátt geva sítt íkast til fjøl­­broytt samfeløg. Marg­ feldi skapar rík lív og betri samfeløg. Uttan mun til etniskan uppruna, kynslig­ an sam­leika, skerdan før­ leika ella annað. Rúm er fyri øllum í inkluderandi Norðurlondum. Talan er ikki longur um “okkum” og “hini”. Vit eru øll “vit”. Hendingarnar í Noregi geva okkum øllum eina ábyrgd. Ábyrgd av at byggja eitt samfelag fyri øll. Sosionomar og sosial­ pedagogar í Norður­londum skulu standa á odda í stríðn­um fyri margfeldi og rúmsáttum Norðurlondum. Margfeldi í Norður­ londum, sjálvandi! Føroya Pedagogfelag Felags samtykt frá “Nordiske sosionomforbunds samarbeidskomite” (NSSK) og “Nordisk forum for sosialpedagoger” (NFFS) eitt megnar avrik og eitt super íkast í føroysku vinnuna Vit hava, ígjøgnum tíðir­ nar, sóknast eftir onkrum, sum møguliga kann geva eitt íkast í tað vit vilja kalla mennandi og alterna­ tivan útflutning til høvuðs­ vinnuna og nú hava vit so eitt dømi um, at her á landi eru skapandi og gevandi kreftir, sum saktans kunnu bjóða seg fram á altjóða pallinum. So kann onkur skunda sær at siga, at seinasta útgávan, við sangaranum Russ Taff, ikki skal skiljast sum slíkt, men havi eg so bara ta viðmerkingina, at tað snýr seg um at skapa gott og framskygt virk­semi, sum kann geva okkum føroy­ingum góða og gevandi reklamu uttanlands – tað kemur seinasta útgáva hansara at geva. Útgávan er á markn­að­ unum kring allan knøttin í dag, so hetta kann ikki merkja annað enn, at nøkur av heimsins eygu fara at venda sær hendavegin. Hetta er júst enn eitt tekin um tónleikaligt og viljasterkt virksemi, sum vit, her á oyggjunum, eiga massar av, so tað kann ikki sigast annað enn at í føroy­ ska tónleika- og ment­anar­ lívinum er nakað, sum er við at festa røtur og verður lagt merki til úti í heimi. So er aftur mín spurn­ ingur, um vit síggja nóg stórt virði í hesum og vilja stuðla undir, sum so bara tíðin og tey sum fara at ráða borgum mugu vísa okkum. Onkur spyr so, hvat hetta hevur við føroyska vinnu at gera, og kann so aftur vísa á, at í t.d. Svøríki er tónleika­ vinnan eitt gott íkast til teirra búskap. Fyri at vísa á sjálva útgáv­ una, er hon EITT MEGNAR AVRIK, sum eg ikki kann seta mín fingur á. Hon er framúr produ­ser­ að og so er tað hetta fantast­ iska, at nógv av okkara lista­fólk­um hava fingið møgu­leik­an at seta sítt fingra­­merki á, sum, eg haldi, gevur út­gáv­uni NAKAÐ HEILT SERLIGT – framúr! Sum eg ofta havi ført fram, so er hetta ikki spurningur, um vit hava nakað at geva, men ein spurningur at skapa karmar og møguleikar. Tillukku við avrikinum! Russ Taff – Faroe Islands Fríðálvur Jensen Tað var ein sonn uppliving á Tórsvølli í kvøld. Leiktjøldini vóru fram úr við teimum nýggju ljósunum, sum FSF og Tórshavnar kommuna hava útvegað. At síggja oman yvir Tórs­ vøll og tevja stemningin var sum at vera staddur á einum­ hvørjum røttum stadion úti í heimi. Tað góða og framsókna før­ oyska spælið gjørdi sítt til, at hetta varð eitt fagnaðarkvøld. Víst byrjaðu italiumenn sum ódnarveður, men sum fráleið høvdu okkara menn teir á knøunum langar løtur. Italska málið var kanska ivasamt, men meiri iðra vit okkum um teir báðar bóltar­ nar, sum føroyska liðið hevði á stongina. Høvdu teir farið inn, so var sensatiónin heima aftur. Men vit kunna síggja fram til fleiri stórar landsdystir á Tórsvølli í nýbyrjaðu kapp­ing­ ini. Sambart vallar­speak­ar­un­ um verða teir fýra heima­dyst­ irnir, sum eftir eru, spældir á Tórsvølli í 2012 og 2013. Tann stóra áskoðarafjøldin í kvøld var fyri ein part drigin av italsku bóltsnillingunum, men líka nógv hevði tað at týða, at hetta var fyrsti dystur, har leiktjøldini luku altjóða krøv, sum eru við til at gera fótbóltin so áhuga­ verdan alla aðrastaðni. Her kom alt tað, sum ymsir fyri­ reik­arar gjørdu burtur úr fyri dystin, sera væl við. Áhugin fyri premierunií røttum altjóða dámi var huga­ ligt tekin um, at vit hava gott í væntu. Áskoðaraplássini vóru fullsett, og tá nú okkara menn aftur eru farnir at sýna ágrýtni, hegni og vilja móti heimsins fremstu á tjóðarleikvøllinum, eru saml­ aðu útlitini bjørt fyri kom­ andi heimadystum. Gundadalur hevur í 100 ár verið miðstøðin í føroy­ sk­um fótbólti. Nú farið er undir onnur 100 ár, hevur Gundadalur við byrjaðu dag­ før­­ingini av umstøðunum á Tórs­­vølli í góðum samljóði millum fótbóltin og Tórs­ havnar Býráð.aftur tikið sín natúrliga oddasess. Til lukku við degnum øll somul. Dagarnir verða óivað upp aftur betur sum frálíður - til frama fyri áskoðarar, spæl­ arar og ikki minst Føroyar, sum við fótbóltinum og pallinum Tórsvølli hava sín besta sýnisglugga út í heim. Tað gav at býta, tá reklam­ ur­nar fyri fiska­vørunum frá Vaðhorni og Kósini komu fram á breddan og fóru inn í stovurnar í Italia og aðrastaðni saman við fræga avrikinum hjá okkara fótbóltsspælarum. Betri kanst tú valla samskifta við keypararnar. Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Turning point á Tórsvølli John Johannesen, landsstýris­ maður við heilsumálum, hevur sent uppskot um broyt­ing­ar innan sjúkra­hús­ verkið til hoyr­ingar, uttan tó at málið hevur fingið nakra polit­iska við­­gerð yvirhøvur. Einki annað enn tað hevði verið meira natúr­ligt fyri eitt tílíkt stórmál. Tað er als eingin ivi um, at tillagingar altíð eru neyðugar, ikki minst har stór menning er á øllum økjum, við støðugt nýggjum frambrotum innan viðgerðarmøguleikar. Soleiðis skal eisini føroyska sjúkra­hús­verkið fylgja væl við og altíð laga seg soleiðis, at tað er ført fyri at geva best hugs­andi tænastu. Hvussu tað eigur at verða gjørt, kunnu ymiskar meiningar vera um, men at leggja tey trý føroysku sjúkra­húsi­num undir eina og somu leiðslu, haldi eg ikki vera bestu loysn­ ina. Í hvussu er ikki fyri tey fólk, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið. Verður tað gjørt, er lítil ivi um, at hetta bert verður fyrsta stigið til eina tílíka mið­ savning, sum endar við, at tey bæði útjaðara­sjúkra­húsini bert standa eftir sum ein við­ fán­ingur til lítla nyttu fyri tey, sum hava brúk fyri hjálp, og tá er sjálvandi als einki argu­ ment til at hesi fram­haldandi verða varðveitt. Uttan mun til hvørjar broyt­ingar verða gjørdar, eiga Suður­oyar- og Klaksvíkar Sjúkra­hús lógartryggjaðan rætt at nøkta akuttan tørv. Eitt neyvt sam­starv millum øll trý sjúkra­húsini, eins og við onnur uttan­lands, er sjálv­andi av grund­leggjandi týdningi. Sum uppskotið hjá lands­ stýrismanninum sær út í dag, taki eg ikki undir við tí. Mikkjal Sørensen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Taki ikki undir við verandi uppskoti