fríggjadagur 9. september 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
Sosialurin
fólkatingsvalið 2011
Fólkatingsvalið 2011
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður
fólkatingsvalið 2011
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
fólkatingsvalið 2011
Kjakið um ein palistinskan
stat er í hæddini í mongum
londum, eisini í Danmark.
Kjakast verður um, hvussu
atkvøðast skal, um uppskot
um viðurkenning kemur til
viðgerðar í ST. Har ger reyði
blokkur, javnaðarflokkurin,
SF, og eindarlistin, púra
greitt, at teir fara at atkvøða
fyri slíkum uppskoti.
Summi halda, at hetta er
óviðkomandi fyri okkum
føringar, men so er ikki.
Tí lættliga kann jú henda,
at umboð føringa verða á
vágskálini, tá gerast skal av,
hvør skal stjórna dønum, tey
bláu ella tey reyðu. Vert at
hugsa um, tá atkvøðast skal,
eisini her heima.
Miðflokkurin vildi ynskt,
at vit, umframt á løgtingi,
høvdu møguleika at ávirka
í hesum máli á fólkatingi.
Spurningurin um palistinska
statin er jú spurningurin um
trygd Ísraels. Ein atkvøða
fyri palistinskum stati, sum í
stevnu sínari hevur at beina
Ísrael av heimskortinum, er
ein atkvøða móti Ísrael.
Júst tí burdi tú umhugsa at valt
eitt Miðfloksumboð á fólkating
Sjúklingahotellið í Tåsinge
gade í Keypmannahavn ikki
er hóskandi til endamálið.
Men nú stendur so lands
stýrinum í boði at fáa nýggj
og tíðarhóskandi høli í Venø
gade, skamt frá verandi
sjúklingahotelli.
Talan er um bygning,
sum verður innrættaður til
endamálið, har sjúklingar
og teirra avvarandi kunnu
búleikast undir góðum um
støðum, bæði í einstaklinga-
og familjuhølum.
Samstundis verða nýggju
hølini innrættað við góðum
umstøðum til frítíðarvirk
semi, har allar nútíðar tekn
iskar
installatiónir
verða
tøkar.
Eisini verða umstøðurnar
hjá
starvsfólkunum
av
teimum allarbestu umframt,
at allur neyðugur útbúnaður
og hentleikar annars verða
til taks.
Landsstýrið kann ogna
sær hølini fyri uml. 1,5
mio kr árliga í meira leigu
enn kostnaðin av verandi
sjúklingahotelli í Tåsingegade,
so talan er um avmarkaðan
meirkostnað, ikki minst sæð
í mun til góðskuna og at
væl fleiri kunnu búleikast
á nýggja hotellinum enn
í
verandi.
Eisini
slepst
undan at fáa sjúklingum
innivist á gistingarhúsum í
Keypmannahavn.
Fólkaflokkurin hevur lagt
uppskot fyri Løgtingið um
at heimila landsstýrinum at
gera sáttmála um leigan av
nýggja stásiliga bygninginum
í Venøgade.
Verður uppskotið sam
tykt, so kunnu føroysku sjúk
lingarnar flyta úr verandi
sjúklingahotelli í nýggj og
tíðarhóskandi hølir longu
komandi vár. Tað verður
ein góð og virðilig framtíðar
tryggjað loysn føroyskum
sjúklingum og teirra avvar
andi at frama.
Nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn
Til ber at flyta úr verandi sjúklingahotelli í nýggj og tíðarhóskandi hølir longu komandi vár
Tað hevði klætt Tjóðveldi
at tónað reint flagg og sagt
sannleikan
um
Norður
atlantsbólkin. Hví ikki siga
sum er? At bólkurin er farin
sundur. At hann er við í
donskum
partapolitikki.
Rekur valstríð saman við SF.
Hví skal man dylja veruleik
an, bara tí at valstríð er?
Veruleikin hevur trong kor í
valstríðum.
Tak t. d. Høgna Hoydal og
Bjørt Samuelsen í valsending
ini hjá Tjóðveldi í sjónvarpi
num í kvøld (mikukvøld).
Tey bæði eru, sum náttúr
ligt er, í sjónvarpsstovuni og
greiða frá politikkinum hjá
Norðuratlantsbólkinum
á
Christiansborg.
Tey pella
Í sjónvarpsstovuni og í blað
greinum seinastu dagarnar
hava júst tey bæði ført fram,
at Norðuratlantsbólkurin er
ein ”føroysk rødd”, ið arbeiðir
fyri ”frælsi” og ”fólkaræði”.
Tey undirstrika, at bólkurin
”virkar fyrimyndarliga” og
”sjálvstøðugt”.
Her pella tey í meira lagi.
Norðuratlantsbólkurin
skrædnaði, tá grønlendski
javnaðarmaðurin, Lars Emil
Johansen, úr Siumut, noydd
ist at taka seg úr bólkinum
orsakað av ósemjum.
Har eru nú bert tveir per
sónar eftir. Tað er almenn
vitan á Christiansborg.
Hví rýmdi Lars Emil?
Tey sum fylgja við í bløðunum,
hava kanska lisið um orsøk
ina til, at Lars Emil Johansen
tók seg úr bólkinum.
Tann 3. januar í ár greiddi
hann soleiðis frá í Sosialinum:
”Eg havi tikið meg aftur
úr hesum samstarvi, tí tað er
onkur, sum ikki roynir at fáa
úrslit, soleiðis eru tað ávísir
føroyingar sum arbeiða. Hjá
summum føroyingum er tað
meira ein spurningur um
at markera seg, eitt slag av
markeringssjúku”.
Keldan til hesar upplýs
ingar, hevur sjálvur verið í
bólkinum.
Rekur valstríð
saman við SF
Serliga Høgni Hoydal endur
tekur aftur og aftur, at Tjóð
veldi ”hevur ikki selt sína
atkvøðu til ein danskan
flokk”.
Hetta er heldur ikki allur
sannleikin.
So seint sum tann 16.
januar í ár hildu Norður
atlantsbólkurin og SF felags
valfund í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn.
Við eitt knallreytt pallborð
sat Høgni Hoydal saman
við SF-formanninum Villy
Søvndal og SF-valevnunum
Anniku Smith.
Var sjálvur á hesum val
fundi, og har var onki at taka
feil av. Norðuratlantsbólk
urin og Tjóðveldi løgdu rygg
til og stuðlaðu Socialistisk
Folkeparti í valstríðnum. Før
oyskar atkvøður í Danmark
skuldu rekast yvir til SF. Tað
var endamálið.
Stuðulsbólkur hjá
reyða blokki
Á Christiansborg er tað al
menn vitan, at Norðuratlants
bólkurin, SF og Enhedslisten
hanga saman í nógvum
málum.
Men í Føroyum skapa tey
eina aðra mynd.
Her fortelur Bjørt Samuel
sen í lesarabrævi í farnu
viku, at tey í Norðuratlants
bólkinum
”skulu
hvørki
skorða undir reyðan ella
bláan blokk, hjá skiftandi
donskum stjórnum, so sum
heimastýrisflokkarnir hava
fyri siðvenju”.
Heldur ikki tað hevur
stórt sannleiksvirði.
Um SF og Enhedslisten
skuldu komið í stjórn saman
við
Sosialdemokratunum
eftir valið, so er púra vist,
at
Norðuratlantsbólkurin
verður stuðulsbólkur hjá ein
ari reyðari stjórn.
Politiskt er hetta heilt
nattúrligt. Men tað má ikki
sigast hart.
Nei, her heima er Norður
atlantsbólkurin tann ”sjálv
støðuga og frælsa røddin á
fólkatingi”.
Tóna reint flagg
Tað er ein erlig sak, at Tjóð
veldi hevur valt at vera
partur av donskum parta
politikki og stuðul hjá reyða
blokkinum, um hann kemur
til valdið.
Tað er eisini í fínasta lagi,
at Norðuratlantsbólkurin rek
ur valstríð saman við SF.
Men tað hevði klætt Tjóð
veldinum at tónað reint flagg.
Hví ikki siga sum er? Hví skal
man fjala veruleikan, bara tí
at valstríð er?
Í
Sambandsflokkinum
greiða vit opið og erligt frá,
at vit hava samband og gott
samstarv við Vinstra og
sitandi bláu stjórn.
Higartil hevur tað víst seg
at vera ein stórur fyrimunur
fyri Føroyar.
Nær fer Tjóðveldi at tóna reint flagg?