fríggjadagur 9. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
20
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge – Argir
Dómarin hevur fyri fýra minuttum
víst á, at tað verða lagdir fimm
minuttir afturat vanligar leiktíð
í oddadystinum í bestu kvinnu
deildini á Argjum millum AB og
KÍ. Støðan er 1-1 og tað kunnu AB
kvinnurnar ikki brúka til nakað,
tí tær eru fimm stig aftanfyri KÍ á
stigatalvuni.
Tí trýsta AB kvinnurnar fyri at
fáa avgerandi málið, men KÍ hóttir
við skjótum mótálopum. Tað er í tí
seinasta av hesum mótálopunum,
at bólturin dettur fyri føturnar á
Rannvu B. Andreasen. Stødd nak
að í vinstru síðu leggur bóltin til
vinstrabeini og smekkar til úr
25 metrum. Lotið er undan og
bólturin fer við nógvari ferð upp í
nærmasta mál horn til stóra gleði
fyri kvinnurnar í bláum. Rannvá
B. Andreasen hevur enn eina ferð
avgjørt ein dyst og eitt FM heiti
fyri KÍ.
Gylta vinstra beini
Rannvá B. Andreasen helst besti
føroyski kvinnuligi fótbóltsleikarin
seinastu 12 árini, hevur saman
við KÍ hevur verið á toppinum í
føroyskum kvinnufótbólti síðani
1999.
– Eg visti beinanvegin tá eg rakti
bóltin, at hann fór í mál. Eg rakti
hann forbannað gott, sigur ein glað
Rannvá B. Andreasen eftir dystin á
Argjum.
Við sigrinum leggur KÍ seg á
odda við átta stig nú tað mangla
fýra dystir. Tað er tí nógv, ið bendir
á, at KÍ verður FM vinnari fyri 12.
ferð á rað.
– Nú verða vit føroyameistarar,
vónandi fáa tað endaliga staðfest
sunnudagin,
sigur
Rannvá
B.
Andreasen, meðan fleiri fólk koma
yvir til hana og ynskja henni til
lukku við sigrinum.
»Vit bíðaðu eftir AB«
Undan dystinum var KÍ fimm stig
frammanfyri AB. AB kundi við at
vinna fimm teir seinastu dystirnar
vinna FM, tí tveir av teimum vóru
ímóti KÍ. Hinvegin, so kundi KÍ við
javnleiki halda frástøðuna niður til
AB og framvegis hava ráð at tapa
dystin í Klaksvík móti AB seinni í
ár.
– Vit bíðaðu bara eftir AB í dag.
Lótu tær kom niðan á miðjuna og
vit vita, at tað kann blíva tunt í
verjuni hjá teimum, tá vit fanga
tær langt frammi á vøllinum, sigur
Rannvá B. Andreasen.
Í nógvar mátar minti dysturin
nógv um steypafinaluna, ið KÍ
vann við einum málið. AB hevði
leikliga yvirvág, men megnaði í ov
lítlan mun at skapa greiðar mál
møguleikar.
– Tær skapa ongan veruliga
málmøguleika. Verjan hjá okkum
bakkar væl upp, tá tær spæla upp
gjøgnum síðuna, meðan verjan
bakkar tá skjótu leikarar hjá teim
um fáa bóltin, sigur Rannvá B.
Andreasen.
Hendingarík byrjan
Dysturin er bara tríggjar minuttir
gamal, tá Sofía Purkhús leggur KÍ
á odda. Verjan hjá fær ikki ruddað
vekk og so stendur skjóti KÍ fram
herjin brádliga púra leys og leggur
KÍ á odda.
Tá dysturin er tíggju minuttir
gamal, sjey minuttir seinni, setur
Mona Breckmann fer á og kemur
inn í KÍ brotsteigin. AB liðskiparin
leggur bóltin innfyri úr høgru. KÍ
verjan er óheppin og beinir bótin
í egið mál. 1-1 og FM vónin hjá AB
livir enn.
Yvirvág, men
ongir møguleikar
Tað sum eftir er av dystinum spæla
AB kvinnurnar væl tveir teir fyrstu
triðingarnar av vøllinum, men
megna ikki at umseta tað til mál
møguleikar. AB hevði nøkur farlig
hornaspørk og eitt gott fríspark
frá Hellen Haraldsen, men Randi
Wardum bjargaði.
Serliga miðvøllurin hjá AB við
Doris í Garði, Astu Magnussen og
Silju á Borg royndist væl. Sjáldan
hevði KÍ ræði á miðvøllinum, men
seinasta avlevering manglaði.
AB kempaði fyri sínum seinasta
FM møguleika til tað seinsta
sparkið í dystinum, sum Rannvá B.
Andreasen skjeyt í endanum av 94
minutti, tá brast FM vónin hjá AB.
trondur@sosialurin.fo
Eg rakti hann forbannað gott
Kvinnufótbóltur So bersøgin er Rannvá B. Andreasen um skotið, sum í 94. minutti tryggjaði KÍ
sigurin á AB mikukvøldið, umframt at nærum tryggja KÍ kvinninum 12. føroyameistaraheitið á rað
Sambært
fótbóltshagtalssíð
uni, farocsoccer.com, so hevur
Rannvá B. Andreasen spælt 252
dystir síðani hon á fyrsta sinni
spældi í 1995. Í teimum dystinum
er tað blivi til heili 390 mál í
bestu føroysku kvinnudeildini.
Tað er áleið 1,5 mál fyri hvønn
dyst. Samanlagt hevur Rannvá
B. Andreasen í landskapping,
steypakapping og Evropa skorað
498 mál í 352 dystum. Tað má
verða eindømi í føroyskum fót
bólti.
Rannvá B. Andreasen:
1. deild kvinnur
eg visti tað
– Eg visti beinanvegin tá eg rakti bóltin, at hann fór í mál. Eg rakti hann forbannað gott, sigur ein glað Rannvá B. Andreasen
Mynd: Álvur Haraldsen