Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Leyardagin verður fyrsti dysturin í 20. umfari í bestu føroysku mans­ deildini. Við Margáir tekur EB/ Streymur ímóti NSÍ. Málmaðurin hjá heimaliðnum er nýggur lands­ liðsmálmaður. Umframt tað, so var Daniel Udsen við í landsliðs­ hóp­inum, men kom ikki á vøllin. Tí skuldi EB/Streymur ikki verið rakt av lands­liðssteðginum. NSÍ liggur trygt á sínum fjórða plássi, eftir sigur í granna­upp­ gerðini móti B68 undan lands­ liðs­steðginum. NSÍ er níggju stig aftan­fyri EB/Streym, sum er á triðja plássi, umframt at EB/Streymur hevur spælt ein dyst færri. Tí er óhugsandi, at NSÍ kemur at hótta triðja plássið hjá EB/Streymi, um teir skuldu vunnið leygardagin. Mótsetningar møtast í Havn Í Gundadali tekur oddaliðið og favo­rittarnir at vinna FM, B36, ímóti ÍF, sum hevur misti stevið. Árs­talsfelagið úr høvðusstaðnum er oddalið og vann undan lands­ liðssteðginum á avbjóðarinum úr Gøtu og Leirvík. B36 er tí favorittur at vinna. Súni Olsen og Atli Danielsen spældu hvørsín góða lands­dyst. Eisini Róaldur Jacobsen skoraði einsamalla føroyska málið í U-21 landsdystinum í Serbia. Tí hava tríggir av miðvallarinum verið í dysti fyri landsliðið. Brian Kerr royndi til tað seinasta at fáa Jákup Mikkelsen kláran til dystin í Serbia. Tað eydnaðist ikki og tí er óvistt um hann spælir sunnudagin. Helst hava fugl­firð­ ingar brúk fyri Jákupi um teir skulu gera sær nakrar vónir um at fáa stig í Gundadali. Víkingur skal vinna á Sandi Víkingur tapti týdningarmikla odda­dystin móti B36 og er nú trýt at vinna restina av dystinum, skal fel­ags­liðið vinna meistaraheitið í ár. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, kann tó fegnast um, at lið­ið skapti møguleikar og var ikki útspælt í dystinum móti B36. Finnur Justinussen var við A-lands­ liðnum og Páll Klettskarð við U-21 landsliðnum í Serbia. Tað er eitt sindur ilt at meta um hvør motivatiónin í B71 er. Teir eru langt aftast og taptu greitt móti HB undan landsliðssteðginum. Men B71 hevur seinni árini prógvað, at teir ikki eru ávirkaði av gongdini í lands­kappingini, tá teir fara á vøllin. Seks stigs dystur í Sørvági Dysturin í Sørvági kemur at geva eina greiða ábending um hvør yvir­ livir í Vodafonedeildini í ár. Vinnur 07 Vestur, samstundis sum ÍF tapur í Gundadali, so eru seks stig niður til niðurflytingarstrikuna. Vinnur KÍ hinvegin, so er øllum greitt, at KÍ verður í bestu deildini komandi ár eisini. Fyri KÍ er óvistt hvønn týdning landsliðssteðgurin kemur at hava, tí liðskiparin, Hjalgrím Elttør, spældi báðar dyst­ ir­nar á høgra vongi. Javnleikur á Toftum Um tveir teir fyrstu dystirnir mill­um liðini eru nakað at ganga eftir, so verður talan um javnan dyst á Toftum sunnudagin. Fyrsti dyst­urin endaði við málleysum lavnleiki. Í Gundadali endaði tað við 3-3 javnleiki. Absolutta stjørnan á HB liðnum, Fróði Benjaminsen, hevur spælt tveir landsdystir á tamb og verður helst nakað troyttur. Eisini hin miðvallarin, Hallur Hansson, spældi fyri U-21 landsliðið. Hetta er somuleiðis ein kær­ komin møguleiki hjá báðum lið­ num, at leita sær endaliga vekk úr niðurflytingarstríðnum, um ÍF einki fær í Gundadali. vodafonedeildin Fult umfar í Vodafonedeildini Fótbóltur Tað brennir undir fuglfirðingum, sum eru á vitjan í Gundadali, meðan Víkingur og EB/Streymur eru trýst til at vinna um tvey ætla sær FM steypið nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 19 14 4 1 43 18 25 46 2 Víkingur 19 13 3 3 35 20 15 42 3 EB/Streymur 18 12 2 4 43 22 21 38 4 NSÍ 19 7 8 4 46 30 16 29 5 HB 19 6 4 9 32 33 -1 22 6 KÍ 19 6 3 10 31 33 -2 21 7 B68 19 5 5 9 30 29 1 20 8 07 Vestur 19 5 4 10 20 46 -26 19 9 ÍF 18 4 4 10 22 28 -6 16 10 B71 19 3 1 15 18 61 -43 10 Føroyska Vodafonedeildin 10.09 EB/Streymur - NSÍ 11.09 B71 - Víkingur 11.09 07 Vestur - KÍ 11.09 B36 - ÍF 11.09 B68 - HB U21 landsliðsleikararnir, Jan Ellingsgaard, ÍF og Høgni Eysturoy, B36. Báir fyrru dystirnir millum liðini í ár, eru endaðir við javnleiki, men hesuferð er ilt at ímynda sær at eitt vælkoyrandi oddalið ikki fær fult móti illa sperda botnliðnum Mynd: Álvur Haraldsen