fríggjadagur 9. september 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. september 2011 · Nr. 104
22
Sosialurin
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
H
ans var eitt av teimum 11 børn
unum hjá Marini og Mourits
Mohr í Hoyvík, sum
fyrr eru umrødd í hesi røð. Fleiri
av teirra synum gjørdust kendir
skiparar. Ein var Jens. Ein annar var
Hans. Hann tók stýrimansprógv á
Bogø Navigationsskole 24.2.1875.
“Norðlýsið” fór á
land í Íslandi
Hans er beinanvegin farin í holt
við at fáa sær skip. Í 1876 kom fyrra
”Norðlýsið”.
Høvuðspartaeigarar
vóru Hans Mohr, Dia á Vertshúsin
um og Jóannes Hansen, nevndur
Konsul Hansen.
Teir sigldu eisini innanoyggja
sigling fyri Restorffs handil. Í 1877
vóru teir til dømis við nógvum
farmi á Vági.
“Norðlýsið” rak á land á Bakka
firði í Íslandi í 1878 og varð vrak.
Dimmalætting skrivar m.a. um
henda tilburð 12. oktober 1878:
”Tað føroyska fiskiskipið Norðlýsið
við Hans Mohr sum skipara rak á
land á Bakkafjørðinum í Íslandi um
miðjan september mánað og fór púr
asta í knús. Skipið hevði tá fingið
uml. 16.000 toskar. Til alla lukku varð
manningin bjargað. Hon kom higar
við postguvuskipinum “Diana”.
Fiskeriselskabet af 1876 í Tórs
havn átti skipið, sum var eitt av
teimum góðu føroysku skipunum.
Skipið var ikki tryggjað. Tí líður
felagið, sum bara átti hetta skipið
hall, ið merkist.
Tað er at vóna, at hetta óhapp fer
ikki at steðga menningini í okkara
fiskiskapi við deksførum, tó at tað
rættiliga eggjar monnum at vera
varnir og at tryggja fyri skaða á
sjónum.”
Mamman Marin Mohr veðhelt
fyri skip hjá sínum synum, og hetta
kostaði henni Tindhólm, sum hon
átti.
Tá ið Hans Mohr
sigldi Høvdasund
Felagið keypti seinna “Norðlýsið”
í 1879. Hans Mohr var eisini parta
eigari og skipari á hesum skipi.
Roknskapurin hjá Norðlýsinum
vísir rakstrargongdina hjá felagnum
1881-1891. Íognarfæið var kr. 10.000.
Aftaná at íognararnir hava fingið
5% i vinningsbýti á hvørjum ári,
eigur felagið kr. 8.150 netto í 1891.
Hetta var ikki so lítið tá.
Hans Mohr sigldi seinni við
”Only Sister”, sum hann frá 1903 til
1909 átti saman við Sofus Evensen.
Frá hesi tíðini er søgan um, tá ið
Hans Mohr sigldi gjøgnum Høvda
sund, sundið millum Sandoy og Trøll
høvda. Teir komu heldur sunnarlaga
úr Vesturhavinum og hildu eftir
Hælinum í Hesti. Tá ið teir nærk
aðust (Trøll) Høvdanum hækkaði
hann so nógv í ættini, so teir lógu
ikki Høvdan upp. Han brimaði sum
vituligt var á vesturætt. Her kom í
at velja at venda, um hon fekst yvir
stag, áðenn ov seint var, ella at fara á
land. Hans Mohr tók róðrið og rópti
allar upp á dekkið. Teir skuldu vera
á leistum. Tá ið teir allir vóru komnir,
tók hann róðrið upp og segði: “So
seta vit alt í Guds hond og halda á
Høvdasund.” Hann tók hana undan,
og meðan allir mans stóðu til reiðar
at leypa á land, stýrdi hann “Only
Sister” gjøgnum sundið, meðan
tað breyt í bæði borð. Hetta var
øgiligasta løta í lívinum hjá hesum
monnum. Teir komu í øllum góðum
til lands. Men eitt bragd var hetta,
sum altíð hevur verið tikið til millum
føroyskar sjómenn: “Hina ferðina, tá
ið Hans Mohr sigldi Høvdasund við
Only Sister.”
Svágur Jóannes Patursson
Hans Mohr giftist við Paulinu
Eirkiksdóttir, dóttir bóndan Eirik
Bjørnsson á Karlsskála, ytst á norð
ara armi á Reyðarfirði, sunnanfyri
Seyðisfjørð.
Hvussu tað rann saman millum
tey bæði er søgan tann, at einaferð,
tá fleiri av manningini fingu mes
lingar, fór Hans við skipininum inn
á Karlsskála, har teir so lógu sjúkir
í einum húsi hjá bóndanum.
Har gekk Paulina teimum til
handa. Hon og Hans gjørdust so
væl, at tey seinri giftust. Hon flutti
til Føroya, har tey settu búgv við
Landavegin í Havn. Húsini eru til
og ein langaabbasonur, Mads A.
Winther, býr í teimum ídag. Á Stór
heyggi – nakað omanfyri húsini
– hevði Hans eisini trøð.
Ein systir Paulinu, Guðny, giftist
eisini til Føroya. Tá hon einaferð
vitjaði systrina í Føroyum, rann
saman millum hana og Jóannes
Patursson, bónda í Kirkjubø. Sagt
verður annars, at Guðny skuldi
hava sagt eftir fyrstu vitjanina hjá
systrini, at ikki skilti hon Paulinu, at
hon var farin til Føroya at búgva!
Paulina var tiltikin fitt og blíð
kvinna, sum Elin Dahl Johannesen,
skrivaði í Birting fyri nøkrum árum
síðani um ommusystrina.
Børnini
Hans fekk sítt fyrsta barn saman
við Elsebeth Christina Thomassen
(1849-1908) úr Havn. Hetta var Anna
Sofía Elisabeth f. 1884, sum giftist við
Dánjal Johan Olsen f. 1887 av Eiði.
Hans og Paulina fingu sjey børn:
1. Maren Louise, vanliga nevnd,
Maja, uppkallað eftir ommuni i
Hoyvík (1886-1957). Hon var gift við
Johan Mortensen, Johan hjá Peturi,
keypmanni og reiðara á Tvøroyri.
Børnini hjá teimum vóru: Anna,
Hans Mourits, Trúgvi, Brynjolfur
og Gunnar.
2. Sigriður Thorbjørg, uppkall
að eftir íslendsku ommuni, vanliga
nevnd Gigga (1887-1973). Hon var
gift við Mads Andreas Winther,
sýslumanni og politikara, á Sandi.
Hann var ein av undangongumonn
unum í Ungmannafelagnum í Havn
fyrst í 1900-talinum, fyrsti borgar
stjórin í Havn og ein av teimum, sum
stovnaðu HB. Gigga gjørdist tíðliga
einkja og flutti aftur til Havnar í
hús, hon bygdi við Landavegin.
Børnini hjá teimum vóru: Kartni,
Thorbjørg, Sólrun, Halgir og Bogi.
3. Mouritz, (1890-1911) uppkallað
ur eftir abbanum í Hoyvík. Hann
gjørdist bert 21 ár. Mouritz hevði
tuberklar og lá á sanatoriinum.
Mouritz var farin saman við
øðrum oman til Havnar og fekk
afturstig. Hann varð sendur til Dan
markar, men har gjørdist einki.
4. Thorgerd (1892-1969). Var ógift,
arbeiddi í Føroya Banka í meiri
enn fimti ár. Í mong ár sat hon
við kassan. Thorgerd var virkin í
felagslívi í Havnini.
5. Erik (1896-1969). Giftur danskari
konu, Annu. Erik førdí í mong ár
”Tjaldur” hjá Skipafelagnum Føroy
um, eisini gamla Tjaldrið, tá tað
sakk á Mjóvanesi. Undir seinra
heimsbardaga førdi hann ”Næra
berg” á veg niður at selja, tá eitt
týskt flogfar søkti hann.
Barn hjá teimum: Hans Mourits,
vanliga nevndur Mou, býr í Keyp
mannahavn).
6. Herborg (1898-1974). Ógift,
var sjúkrasystur og arbeiddi meira
enn eitt mannaminni á Ríkissjúkra
húsinum. Hon flutti til Føroya, tá
hon var komin í eftirlønaraldur.
7. Dagny (1901-1975). Ógift, arbeiddi
í útvið fimti ár í Føroya Banka.
Av abbabørnum hjá Paulinu og
Hans Mohr eru tvey á lívi, Kartni
Winther í Havn, og Hans Mourits
Mohr, vanliga róptur, Mou, í Keyp
mannahavn.
Keldur:
Havnar Søga
Jóhann Mortensen
Thorgerd saman við mammuni Poulinu, sum kom at sita einkja í 100 ár
Á Karlsskála. Hinumegin fjørðin sæst Vattarnes og oyggin
Skrúður, har føroyingar eisini eru væl kendir
HANS M. MOHR
F. 2. MARS 1849
D. 19. JANUAR 1910
PÁLINA MOHR
F. EIRIKSDÓTTIR
F. 21. MAI 1862
D. 17. MARS 1941
Við grøvina standa
f.v. Mou Mohr,
Bogi Winther og
Kartni Winther
Hetta er ein áhugaverd tekning hjá tí tá 14 ára
gamla komandi rithøvundanum Jørgen Frants Jacobsen av húsunum
hjá Hans Mohr, fremst á myndini, við Landavegin. Á myndini hevur
Jørgen Frants skrivað: "Et Parti fra Thorshavns Udkant".
Hans Mohr:
Mamman setti Tindhólm
í veð fyri synirnar
Mohrættin er væl umboðað í gamla kirkjugarði. Tey vóru ófør fólk, men
tað gekk ikki bert væl í hond. Hetta kom Marin at svíða fyri
Í komandi parti um tvær
vikur verður fyrri partur av
áhugaverdari frásøgn um
íslendingin Bjørn Finnsson,
sum endaði sínar dagar
undir Svínaryggi