Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011 4 SKÚLABYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fýra ár hevur verkætlanin tikið frá hugskoti til lidna bygningin á Argja­ hamri. Vanliga verður sagt, at ein privat verkætlan skal hava fimm ár um at búnast, meðan ein almenn verkætlan tekur dupult so langa tíð at búnast. Men Skúlin á Argjahamri hevur bert tikið fýra ár. – Eg havi ikki verið við til nakra verkætlan, har tað hevur gingið so stutt tíð frá fyrstu strikuni til lidna verk­ ætlan, sigur Rúni Abrahamsen. Men ætlanin við skúla á Argjum hevur verið ógvuliga umskiftilig. Upp­ runaliga var ætlanin at byggja verandi Argja skúla út, men ringu royndirnar við at byggja skúlan í Kollafirði út gjørdi, at hendan ætlanin var slept, og síðani var farið undir at finna hóskandi øki til ein spildurnýggjan skúla. – Tað vísti seg at rigga ógvuliga illa at hava børn gangandi í skúlanum í Kollafirði, meðan arbeitt var upp á at byggja skúlan út. Har vóru trupulleikar bæði við larmi og dusti, sum næmingar og lærarar máttu ganga í hvønn dag, og tað var so ein av grundunum til, at avgerð varð tikin um at byggja nýtt á Argjum, sigur Rúni Abrahamsen. Hamarin á Argjum var so valdur til nýggja skúlan, og tað hóskar rættiliga væl við, at har longu framman undan varð bygdur ein barnagarður, so alt nú liggur í sama øki. Nógvir pennar – Fyri okkum hevur tað alla tíðina havt stóran týdning, at hava fokus á arki­tekturin. Somuleiðis hava vit lagt dent á eitt støðugt og gott samstarv við leiðslubólkin, sum leypandi er komin við góðum hugskotum, sigur Rúni Abrahamsen. Í leiðslubólkinum hava verið lærarar og skúlaleiðsla, og eisini næmingarnir eru komnir við sínum ynskjum. – Fyri okkum stóð beinanvegin greitt, at ein slíkur bygningur skal verða funktio­nellur, vakur og verða settur rætt saman. Úrslitið er tríggir ymiskir skúlar, flættaðir inn í hvønn annan í einari – halda vit sjálvir – spennandi eind, sigur Rúni Abrahamsen. Hann hevur verið við alla tíðina í einum toymi, sum til tíðir hevur talt upp í 15 fólk. – Vit hava verið fýra og onkuntíð seks arkitektar, sum hava teknað, og so hava vit havt upp í sama tal av verk­ frøð­ingum í arbeiðinum, og sum sagt hava vit verið upp í 15 fólk, ið hava ar­beitt við verkætlanini í senn, sigur Rúni Abrahamsen. MAP Arkitektar hava staðið fyri fleiri stórum verkætlanum í Føroyum áður, og hava tí royndir at tekna stórar bygningar. Men kortini hava teir verið og hugt eftir øðrum skúlum, fyri at fáa íblástur til hesa risastóru verkætlanina, sum er hin størsta hjá Tórshavnar komm­unu nakrantíð. Opin skúli Beinanvegin, tú kemur inn í skúlan, varn­ast tú nógva glasið. Alt økið rundan um høvuðsinngongdina er av glasi, og longu her fær tú varðhugan av, at glas spælir ein týðandi leiklut í skúla­num sum heild. – Vit hava lagt stóran dent á, at skúlin skal verða opin á tann hátt, at tú næstan skal síggja tvørtur gjøgn­um allan skúlan. Veggirnir inn í skúla­stov­ urnar eru fyri tað mesta glas, og tað er út frá tí, at vit hava hildið, at tað er áhugavert at síggja og síggjast, sigur Rúni Abrahamsen. Samstundis er stórur dentur lagdur á, at hava nógv skot og krókar runt um í skúlanum, har næmingar einsæris ella saman kunnu seta seg og verða mest sum avbyrgdir frá umheiminum. – Hvør skúli hevur sítt miðøki, har næmingar kunnu vera einsæris ella fleiri saman. Eisini ber til hjá heilum flokk­um at savnast har, og tú kanst enntá eisini savna fleiri flokkar saman, sigur Rúni Abrahamsen. Sum nevnt er talan um tríggjar skúlar í sama bygningi, og hvør skúli er ætlaður hvør sínum aldursbólki so­ leiðis, at tey yngstu eru fyri seg, tey elstu fyri seg og so eru tey mitt ímillum fyri seg. – Vit hava kallað hvønn skúla fyri ein heimspart, og hvør heimsartur hevur sín egna lit. Samstundis sæst mill­um heimspartarnar soleiðis, at tey yngstu kunnu síggja inn í lovaða land­ ið, sigur Rúni Abrahamsen. Liggur væl í landslagnum Tá farið verður undir eina slíka bygging, so hevur lendið stóran týdning. – Vit leggja okkum altíð eftir at bygn­ ingurin skal liggja so væl í lendinum sum tilber. Í hesum førinum, har skúlin liggur í skráandi lendi, hava vit gjørt nógv burtur úr at trýsta bygningin so langt niður, sum tilber, so at hann skal Í morgin verður Skúlin á Argjahamri alment tikin í nýtslu. Talan er um størsta bygningsverk hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð við sínum 7.000 fermetrum og einum kostnað omanfyri tær 200 milliónirnar. Rúni Abrahamsen hevur verið við í arbeiðinum allan vegin Størsta bygnings­verkið í kommununi mynd: jens kristian vang