Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011 5 taka seg betri út. Og tað halda vit hevur eydnast væl, sigur Rúni Abrahamsen. Eisini er dentur lagdur á, at skúlin skal verða so grønur sum tilber. – Vindeyguni eru nógv í tali og hartil stór. Tey eru gjørd soleiðis, at tey isolera væl, og so er alt stýrt á tann hátt, at tá skúladagurin er av, fara persiennurnar fyri, og harvið fæst ein eyka isolering, sigur Rúni Abrahamsen. Umframt tey nógvu og stóru vindeyguni kemur eisini ein rúgva av lofts­ljósi inn í skúlan, sum á tann hátt verð­ur væl upplýstur av náttúrligum ljósi. – Uttan ímynda vit okkum, at skúlin er ein hamari, og altanarnir eru røkur. Tað er eisini av somu orsøk, at skúlin er heldur dimmur uttan, sigur Rúni Abrahamsen. Høvuðsinngongdin ímyndar eina stóra gjógv, og tá tú stendur har, sær tú út í sjónarringin. Hetta ímyndar so­ leiðis, at ein víðkar sín sjónarring. Eitt annað, ið sæst væl og hevur stóran virkning, eru veggirnir í hesi gjónni, sum halla tríggjar gradir. – Hetta gevur eitt gott visuelt inn­ trykk, sigur Rúni Abrahamsen. Næmingarnir við Sum nevnt hevur tætt samstarv verið millum arkitektarnar og sonevnda leiðslu­bólkin, sum alla tíðinia er komin við hugskotum og ynskjum um inn­ rætting og funktionalitet. Og eisini næm­ingarnar hava havt síni ynski. – Næmingarnir hava í veruleikanum havt trý ynskir, sum teir hava fingið við í nýggja skúlan, og tað er ein kafé, lockers ella skáp, og so hava teir havt eitt stórt ynski um, at WC’ini skuldu vera vanlig. Og tað vil siga ikki hesi WC’ini, vit síggja í øðrum stórum skúlum, har 10-15 WC básar eru í hvørjum rúmi, sigur Rúni Abrahamsen. Við at hava vanlig WC í skúlanum slepst undan einum typiskum happi­ rúmi, og fyri mong er tað ein fyritøka, bara at fara inn í eitt av hesum stóru rúm­unum, ið rúma einum hópi av WC básum. – Hetta saman við skápunum eru næm­ingarnir ógvuliga fegnir um at hava fingið við í verkætlanina. Somu­ leiðis hava teir fingið eina kafé, har teir til ávís høvi kunnu selja kaffi, køkur ella okkurt annað. So vit kunnu av røttum siga, at vit hava tikið hædd fyri teimum ynskjum, sum bæði lærarar og næmingar hava havt við nýggja skúl­anum á Argjahamri, sigur Rúni Abrahamsen. Verkætlanir hjá MAP Arkitektum: Av týðandi bygningsverkum, ið MAP Arkitektar hava staðið fyri, kunnu nevnast – umframt skúlan á Argjahamri: • Fiskivinnuskúlin í Vestmanna • Kollafjarðar skúli • Nýggi Skt. Frants skúli • Løgtingið Yvirskipaða arkitektoniska hugskotið til Skúlan á Argjahamri Hamarin, fláirnar og løgini. Løgini kunnu ímynda tað jarðfrøðiliga, tær ymsu hæddirnar, brúkið á hæddinum  ella løgini í vitanini. Løgini kunnu eisini merkja kunnleiki, flokstrin og undirvísingarpartar. Gjógvin sker seg náðileyst gjøgnum bygningin og løgini. Gjógvin er skapað yvir tíðina og ávdúkar tað, ið liggur goymt undir løgunum. Tað kann vera myndin um kunnleikan, ið mennist  og kann eggja næmingin við tíðini at nema sær enn meira kunnleika. Í gjónni er høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av tí stigvísu læringini og næminginum, ið tekur eitt trin í senn á lærutrappuni. Ovast bíðar útsýnið yvir býin og umheimin. Tann víðkaði sjónarringurin verður nú eisini eitt nýtt lag í byggingini. Byggingin er skipað eftir eini ætlan um at skapa stuttar frástøður. Tað skal verða lætt at kunna seg í bygninginum, úr horni í horn. Kunnleikin skal ikki goymast av vegnum, men verða sjónligur. So uttan at órógva virksemi, skal gjøgnumskygni verða í skúlanum. Byggingin er eisini skipað í sjálvstøðugar bygningar. Ein fyri hvønn undirvísingarpart, sum eru tríggir í tali og ein fyri dupultu fimleikarhøllina. Bygningarnir verða bundnir saman við felagsøkjum so sum forhøll og samkomuhøll. Meðan norðasti partur er í trimum hæddum, er sunnasti partur av í einari hædd. Her húsast teir yngstu næmingarnir. Teir eru tætt við nærumhvørvið, hagan og túnið. Teir elstu húsast í bygninginum í trimum hæddum, har útsýnið er yvir býin og havsbrúnna. Teir eru tætt við umheimin, sum teir skjótt skulu gerast partur av.  Undirvísingarpartarnir eru skipaðir sum sjálvstøðugar eindir, men hóast teir í høvuðsheitinum eru eins skipaðir, eru teir innrættaðir ymiskt. Litsetingin og innrættingin skula geva næminginum eina kenslu av, at hann hevur flutt seg og er komin inn í ein nýggjan heim. Litætlanin fyri skúlan byggir tí á teir fimm heimspartarnar. Hvør heimspartur hevur sínar litir, sum koma til útsjóndar í tilfari og innbúgvi. Yngstu næmingarnir eru í Evropa. Miðskúlin er Afrika og útskúlin er fjarskotnasti heimsparturin Australia. Hamarin, fláirnar …ein nýggjur heimur Rúni Abrahamsen um skúlan: – Fyri okkum stóð beinanvegin greitt, at ein slíkur bygningur skal verða funktio­nellur, vakur og verða settur rætt saman, sigur Rúni Abrahamsen mynd: jens kristian vang mynd: jens kristian vang mynd: jens kristian vang mynd: jens kristian vang