fríggjadagur 9. september 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011
6
Í Keypmannahavn hevur Formland lokkað 14.000 vitjandi, og í Stockholm
hava 26.000 vitjað Formex. Á báðum støðum verður tað seinasta innan
innrætting og rák víst fram. Vit hava gingið ein túr á sølustevnunum
Heystið er her
– og so eru
sølustevnurnar
Lagt til rættis: Inna Törnroos
Evy Toftegaard Nielsen, sum arbeidur
hjá Frú C í Miðbýnum í Havn, er
regluligani á sølustevnum fyri at fanga
tað nýggjasta og besta til handilin.
Hvørjar messur vitjar tú regluliga?
‒ Eg vitji Formland tvær ferðir um
árið. Eg eri júst afturkomin frá heyst-
Formland.
Hvat hevur tú við tær heim
frá Formland hesuferð?
‒ Alt er loyvt. Ting og møblar skulu
framvegis síggja slitnir út – tað
romantiska og ráa skulu blandast.
Emaljuskilti við ymiskum orðatøkum
var nógv at síggja.
Hvørjir litir eru inn í heyst?
‒ Í vár var nokso nógv við »pang-
litum« Tað er tað framvegis, men meira
dempað og blandað við jørðlitum.
Annarseru pastelllitir nógv frammi ‒
slitið ljósablátt og ljósarett. Grønt var
eisini nógv av.
Er tað nakað sum
er eitt »mást« í heyst?
‒ Uglan gongur aftur í øllum – í tingum,
taskum, hálsketum, jólaprýði osfr. Blikk
ella dósir við ymiskum printi er eisini
eitt »mást«. Á jólum skal papírstjørnan
framaftur, men nú í flottum litum.
Hvat keyptu tit inn til handilin?
‒ Eftirsum Frú C er partur av Berglon,
keypa vit sera breitt inn. Vit keypa
steintoy, møblar, taskur, smúkkur,
jólaprýðið, løbarar – ja, alt møðuligt!
Vit hyggja eisini altíð nógv eftir smart
um knøttum til skuffir, sum fólk dáma
væl at blandað, tá tey t.d hava málað
eina gamla kommodu. Ikki at gloyma,
hyggja vit nógv eftir penum visku
stykkjum, sum fólk meira og meira
brúka til gardinur
Eru tað nógvir føroyskir
handlar sum vitja Formland?
‒ Ja, fleiri úr Førouym vitja Form
land.
Alt er loyvt
mynd: jens kristian vang
Litríkir koppar
Øll tey, sum arbeiða við litum,
kenna Pantone-litirnar. Tí er
tað stuttligt at síggja eyðkendu
litirnar aftur sum koppar og gløs.
Eitt »must« á øllum bløðum.
Grafiskt
Tað reina og grafiska
er enn nógv at síggja.
Trygt í byngjuni
Festlig lyklaskáp, sum eru
gjørd sum ein byngja.