fríggjadagur 9. september 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011
8
valstríð
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Kanningar vísa, at millum 80 og 90%
av veljarunum altíð velja sama flokk.
Flestu atkvøðurnar eru sotatt bundnar.
Fleiri av atkvøðunum eru tó ikki bert
floksbundnar, men eisini persóns
bundnar. Tað merkir, at fólk treytaleyst
velja sama valevni aftur og aftur. Tey
hava longu tikið avgerð um, hvar kross
urin skal setast, langt áðrenn valið er
útskrivað.
Valstríðið snýr seg tí í grundini bert
um at vinna tey 10-20 prosentini av
leysum atkvøðum, sum eru eftir. Tað
eru hesar seinastu atkvøðurnar, sum
kunnu gerast tungan á vágskálini, og
sum kunnu broyta alt.
Tann, sum vil vinna leysu atkvøður
nar, má duga at sannføra ivandi veljaran.
Men hvussu væl duga flokkarnir at
selja sín politikk til nýggjar keyparar?
Og hvussu kunnu teir gera tað betri?
Her eru nøkur dømi frá valstríðnum
higartil.
Slagorð uttan slagkraft
Í stóran mun haldi eg, at føroysku flokk
arnir tosa mest við teir veljararnar, sum
longu eru tryggir og sum eru samdir við
flokkin í flest øllum málum. Slagorðini
og argumentini ljóða nærum heilt eins
fjórða hvørt ár, og tað hevur við sær,
at tey, ið longu eru sannførd, so at siga
styrkjast í trúnni, meðan tey, ið ivast,
ikki verða sannførd. Heilt frá fyrstu for
mansrunduni hava vit hoyrt, at flestu
flokkarnir koyra í sama spori, nýta
somu slagorð og hava somu argument,
sum teir høvdu fyri fýra árum síðani.
Men gomlu og tanlaðu slagorðini flyta
ongar atkvøður. Skulu tey ivandi vinn
ast, mugu onnur ting á borðið.
Dømi:
• »Vit skulu hava eina frælsa
rødd á fólkating« (Tjóðveldi).
Tey, ið ikki eru sannførd av tjóð
veldishugsjónini um frælsi, fara
neyvan at gerast sannførd av hesum
slagorðinum heldur. Her verður
tosað við føstu veljararnar, ikki teir
ivandi.
• »Vit skulu styrkja og menna
ríkiselagsskapin« (Sambands
flokkurin). Tey, ið nikka til hetta,
eru helst tey, ið longu halda tað
frammanundan. Eingin verður
fluttur.
• »Í Føroyum skulu føroyingar ráða,
í Danmark skulu danir ráða«
(Fólkaflokkurin) – helst tann mest
útvatnaði setningurin í føroyskum
fólktingsvalstríði, sum avgjørt ikki
flytir nakra atkvøðu.
Loysn: Skulu leysu atkvøðurnar vinn
ast, nyttar einki at koma við slíkum
útsagnum, sum antin bara savna tey,
ið longu eru sannførd – ella eru púra
einkisigandi. Tey ivandi skulu hava eina
orsøk at seta krossin. Tey skulu sann
førast, og besti hátturin at vinna teirra
áhuga er at koma við einum fangandi
slagorði, sum gevur ábenginar um, júst
hvat tað er, sum tit ætla at gera. Einki
verður vunnið við at gera slagorð til
teirra, ið longu eru samd!
At niðurgera aðrar flokkar
Tað hoyrir einum valstríði til at finnast
at hinum flokkunum, og tað skapar gott
kjak, tá politikarar seta spurnaðartekin
við hvønn annan. Men valevnini eiga at
vera varin, tá tey niðurgera onnur, tí tað
gevur sjáldan poeng hjá teimum, sum
ivast. Atfinningarnar eiga altíð at hava
eitt politiskt útgangsstøði, tí hóast tað er
lætt at gerast persónligur og bondskur
í einum heitum kjaki, so vinnur tað
sjáldan nakra atkvøðu – tvørturímóti.
Tey, ið longu eru sannførd nikka íðin,
tá teirra politikari slær niður á hini.
Men tey, ið ivast, kunnu lættliga fata
tað sum lítið visjonert grenj og banala
smáligheit. Vit tíma ikki at velja tann,
sum dugir best at siga, hvat hini gera
skeivt. Vit velja tann, sum dugir best
at siga, hvat viðkomandi sjálvur ætlar
at gera rætt. Tí skal vektin leggjast
á tað konstruktiva heldur enn tað
destruktiva. Og tí er eisini altavgerandi
at hava eina greiða ætlan um politikkin,
sum skal fremjast. Tá tú finnist at, mást
tú koma við eini ítøkiligari ætlan, sum
er betri.
Dømi:
• »Undrist enn sum áður á, at tað ber
til hjá einum politiskum flokki at
bjóða seg fram og siga: Atkvøð fyri
okkum. Vit hava ongan politikk og
ongar loysnir fyri framtíðina, og vit
trúgva ikki uppá, at vit megna at
taka ábyrgd sjálv – men vit kenna
onkran, sum fer at taka avgerðir
fyri okkum og fer at geva okkum
pengar afturfyri.« (Tjóðveldi)
• »Áhugavert at síggja, hvussu
berar kenslur fara avstað
við fullveldisfólkum, tá tey
skifta orð um Ríkisveitingina«
(Sambandsflokkurin)
Hetta eru skúladømi um at prædika
fyri teimum, sum longu eru frelst.
Hetta flytir ongan, sum ivast, tí
hetta er skrivað fyri at gera gjøldur.
Harafturat fer ein, sum ivast í at
velja sambandsflokkin, neyvan
nakrantíð at skifta heilt yvir til
tjóðveldi – og øvugt. Tí ber tað
heilt einfalt ikki til at vinna ivandi
atkvøður á hendan hátt. Hetta elvir
einans til herðaklapp frá longu
tryggu atkvøðunum.
Loysn: Vilt tú vinna fólk, sum ivast,
so nyttar tað einki at kritisera so breitt
og so ósakligt. Tí tað er sjálvandi ikki
rætt, at sambandið als ongan politikk
og loysnir hevur, og tað er heldur ikki
rætt, at tað bara eru kenslur uppá spæl,
tá fullveldisfólk tosa um ríkisveitingina.
Skalt tú finnast at, skal tað vera meiri
ítøkiligt, og ein ætlan um, hvussu ting
ini kunnu gerast betri, má fylgja við.
At stjala talutíð
uttan at siga nakað
Tað er ofta sagt, at øll umtala er góð
reklama. At tað tí ræður um hjá val
evnunum at síggjast og hoyrast so
nógv sum gjørligt. Tað er partvís rætt.
Men um talutíðin ikki verður nýtt til
ein greiðan boðskap, so kann hon gera
størri skaða enn gagn. Tryggu veljar
arnir klappa og frøðast, tá teirra valevni
stjelur mikrofonina og ikki vil sleppa
henni aftur á valfundum, men um
tíðin bert verður nýtt til flosklar og
tóm orð, so er skjótt, at leysu veljar
arnir missa virðingina. Tey ivandi
vilja hava møguleika at hoyra allar
politikararnar til eitt kjak, og ein, sum
roynir at stjala sær eyka talutíð, kann
skjótt irritera ivandi veljaran. Harvið
er lítið vunnið. Ein stuttur, greiður
og ítøkiligur boðskapur, sum veruliga
brennir ígjøgnum, er tí ofta betri
reklama enn langdrigið ella órelevant
orðaskvaldur.
Somuleiðis verða tey valevni, sum
ikki svara spurningum ella sum svara
Hvussu skul
atkvøðurn
So er endaspurturin av fólkatingsvalstríðnum farin í gongd. Valstríðið snýr
seg í stóran mun um at vinna tey, sum ivast. Men hvat kann flyta atkvøður
hesar seinastu dagarnar? Og hvat flytir onga atkvøðu? Her eru nøkur dømi