fríggjadagur 9. september 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011
9
lu leysu
nar vinnast?
uttanum, oftast revsað hart av leysu
veljarnunum. Tað snýr seg nevniliga
ikki bara um at verða hoyrdur – tú skalt
eisini hava nakað at siga!
Dømi:
• »Fólkatingssessurin gevur
møguleika at vera har og
ávirka lógarsmíðið, at umboða
Føroyar og vera við í kjakinum«.
(Miðflokkurin). Hetta veit veljarin
longu, tí tað er ein sjálvfylgja. So
hetta er orðaskvaldur, sum ikki
eggjar til at velja flokkin.
• »Tað er soleiðis, at Føroyar eru í
einum ríkisfelagsskapi. Har eru
tað nøkur øki, har føroyingar
hava lóggevandi valdið, og tað
eru nøkur øki, har danir hava
lóggevandi valdið. Tí kann sessurin
nýtast á nógvar ymsar hættir.«
(Javnaðarflokkurin). Hetta vita allir
føroyingar eisini.
• »Vit vilja hava ávirkan, Føroya fólki
at frama« (Sambandsflokkurin).
Hvør flokkur vil ikki tað? Tann
ivandi fær her onga grundgeving
fyri at velja ein flokk, heldur enn
ein annan.
• »Føroysk áhugamál á fólkating!«
(Sjálvstýrisflokkurin). Hvør flokkur
gongur ikki inn fyri hesum?
Loysn: Klisjéir og einkisigandi setn
ingar hoyra ofta valinum til. Men kemur
tú við onkrum óvæntaðum, onkrum,
sum veljarin ikki visti frammanundan
ella greiðum, ítøkiligum og vælum
hugsaðum ætlanum, hevur tú betri
møguleika fyri undirtøku frá teimum,
sum ivast. Veljarin vil eisini heldur
hava ópopuler, men erlig svar, heldur
enn uttanumtos, tá spurningar verða
settir.
At vísa stórlyndi
Tað er sera sjáldan, at vit síggja tað í
føroyskum valstríðið, men um valevni
hava mót til at geva øðrum flokkum og
øðrum valevnum rætt av og á, hækkar
tað munandi um teirra trúðvirðið. Tað
er jú ósannlíkt at ALT, sum allir hinir
flokkarnir siga og gera, er blóðskeivt.
At kreditera aðrar flokkar og síðani út
byggja teirra góðu hugskot við egnum
visjónum, gevur ofta nógv poeng hjá
ivandi veljaranum, tí tað vísir yvir
skot, virðing fyri hinum og at valevnið
hugsar konstruktivt og vil finna loysnir.
Tað sama er galdandi, tá onnur leypa
á. Halt ein góðan tóna og svara
hampuliga uppá tvitin álop. Kegl
millum valevni endar ofta við,
at ivandi veljarin vrakar bæði
klændursvættini, uttan mun til
hvør hevur rætt. Vís stórlyndi,
tosa um politikkin, og lat tað
persónliga liggja. Svara, men
ger tað virðiliga.
Dømi:
Einki dømi varð funnið um,
at politikarar geva hvørjum
øðrum rós!
Loysn: Verið ikki bangin
fyri at rósa øðrum av og á,
tá tað er uppá sítt pláss. Tað
setir sjálvandi kappingar
neytarnar í gott ljós at verða
róstir, men tað lýsir sanniliga
eisini avsendaran sum reellan,
samstarvshugaðan og rúm
ligan, heldur enn smáligan.
Í føroyska valstríðnum, sum
í stóran mun snýr seg um
at niðurgera hini, hevði eitt
valevni, sum tordi at geva
øðrum viðurkenning, skilt seg
burturúr mongdini. Velj
arin í iva heldur ikki,
at politikkur er svart/
hvítur, eins og føstu
veljararnir hava lyndi at
halda. Veruleikin er jú,
at einki valevni hevur
skeivt í øllum, eins og
einki valevni hevur rætt
í øllum. Tann, sum torir
at viðganga tað, kann
tí vinna ivandi velj
aran.
Veljarin, sum ivast í, hvar krossurin
skal setast, verður gloymdur
í føroyska valstríðnum, tí
valevnini í stóran mun tosa
við tey, sum longu eru
sannførd. Lítið verður gjørt
fyri at flyta atkvøðurnar
og argumentera
á øðrvísi hát