Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011 10 10 ára minni Uni Arge ua@sosialurin.fo Øll minnast, hvar tey vóru stødd, tá tíðindini um álopini á World Trade Center og Pentagon frættust. Á Dimma­lætting vóru fólk í ferð við at gera blaðið liðugt. 11. september í 2001 var ikki nakar serligur dagur áðrenn kl. 14.00. Talan var um ein vanligan týsdag við van­ligum tíðindum, og onki bendi á, at tíð­indini hendan dagin fóru at skaka nakran. Forsíðan var gjørd. Blaðið var farið til prentingar. So kemur Hallstein Sigurðsson inn á redaktiónina av prent­ smiðjuni og sigur, at ein flúgvari hevur rent á eitt av høgu tornunum  í New York, World Trade Center. Ongin helt hetta ljóða so ógvuliga dramatiskt. Mundi tað ikki vera onkur ørvitisfiskur, sum við einum Cessna-flúgvara var vilstur av leið? So vit gjørdu onki. Nú gongur ein løta, og Hallstein kem­ur innaftur á redaktiónina. Ein flúgv­ari aftrat hevur rent á eitt torn. Tað var nú ólukksáliga løgið, hugsaði eg, men framvegis sá eg fyri mær lítlar Cessna-flúgvarar. Veit ikki hví. Ferða­mannaflogfør vóru als ikki í mínum huga. Sat og skrivaði okkurt til dagin eftir og helt, at vit mundu fara at frætta meira um hetta, um tað var álvar­sligt. Nú gekk bara ein lítil løta, so kemur Georg L. Petersen, blaðstjóri, algoystur inn á redaktiónina og sigur púra forfardur: »Tað er kríggj í USA! Ein flúgvari hevur rent á Pentagon!« Tá fleyg eg á føtur og fataði, at onkur leyp á USA, og journalistiska adrenalinið fór til stroks. Steðgið blaðnum! Vit skriva eina nýggja forsíðu! CNN óvirkið So at leita á heimasíðum. Heimasíðan hjá CNN var óatkomilig. Har var longu so nógv ferðsla, at hon var vorð­in óvirk­in. Aðrar heimasíður søgdu, at talan helst var um eina yvirgangs­ at­sókn. Beinanvegin nevndu fleiri tíðinda­miðlar, at Osama bin Laden helst stóð aftan fyri atsóknina, men ógvuliga trupult var at fáa samanhang í álopið. Hví datt ein flúgvari niður í Pennsylvania? Hvussu tramin kundi nakar søkja at Pentagon? Og hvat var tað nú við hesum stóru tornunum í New York, sum var so serligt? Upplýsingar og spurningar fuku runt í høvdinum, men ein grein skuldi skrivast, og tað skuldi gerast skjótt, so ein nýggj forsíða kundi prentast. Sum eg minnist tað, varð tann fyrsta forsíðan prentað við ongari søgu um álopið. Tá forsíðan við World Trade Center var skrivað, varð blaðið so prentað umaftur. Á forsíðuni var mynd av rúkandi  tornunum í New York. Hana fekk Dimmalætting umvegis mynda­bankan hjá Reuter. Klokkan mundi vera um hálvgum fimm, tá blað­ið loksins var liðugt. Sjálvt blaðið varð dagfest 12. september, tí soleiðis varð gjørt tá. Men í leitiskipanini hjá Dimma­lætting sæst, at greinin »USA brennur« er skrivað tann 11. september 2001. Og hon endar við, at ein arabiskur blaðstjóri beinanvegin hevur sagt, at Osama bin Laden heilt vist stendur aftan fyri álopini. Ófatiliga álopið Í einum mannalívi hendir sjáldan, at tú í sjálvari løtuni veitst við vissu, at tú ert sjónarvátti til eina søguliga hend­ing. Men hetta vistu fólk, tá Berlin-múr­urin fall í 1989, og øll vistu hetta, tá World Trade Center og Pentagon vórðu álopin. Sæð úr sjónarhorninum hjá yvir­gangs­ monnunum var álopið myndaliga so væl eydnað, sum tað kundi vera. Heiður himin í New York. Onki serligt á vási. Bara ein vanligur týsdagur. So brádliga bresta tvey ferðamannaflogfør í World Trade Center, heimsins handils­ miðdepil, sum orðini jú merkja. Lítla løtu seinni skrambla tey til jarðar. Mong síggja hetta beinleiðis í sjónvarpi. Fólk eru ræðslusligin. Sjálvsfatanin hjá ameri­kanarum er skakað. Mong hava gjørt gjøldur burtur úr Geroge Bush, ið júst var vorðin for­seti í USA tá. Hann sat og las úr eini barna­ bók fyri nøkrum børnum í Florida, tá hann fekk boðini um álopið. Hann tóktist ikki at fata nakað sum helst av nøkrum. Men hvussu kundi hann tað? Álopið var so væl lagt til rættis Sunnudagin eru liðin 10 ár, síðan fýra flogfør vórðu rænd á flogi í USA, og World Trade Center skramblaði til jarðar í heimsins størstu yvirgangsatsókn. Álopini fóru í heimssøguna sum mest skakandi yvirgangsálopini nakrantíð og høvdu við sær, at USA gjørdi innrás í Afganistan og Irak, píndi hópin av fangum fyri at finna teir seku og gjørdi av við Osama bin Laden, ið legði atsóknina til rættis – Ein flúgvari hevur rent á eitt torn í New York