Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011 11 og so ótrúligt, at um Hollywood hevði gjørt ein fiktivan film við sama inni­ haldi, hevði ongin hildið hann verið sann­líkan. Onki fordømi var fyri tílík­ari atsókn. Nítjan yvirgangsmenn gjørdu sjálvmorð í senn av berum hatri mót­ vegis heimsins einasta stórveldi. Teir drupu 2.995 fólk tilsamans úr 70 ymsum londum og fingu New York City at líkj­ ast einum krígsherjaðum øki. USA brennur Í greinini, sum varð skrivað í skundi á Dimmalætting seinnapartin 11. september, varð yvirskriftin sett saman við einum navnorði og einum sagnorði. Hesar yvirskriftirnar eru mangan tær beinraknastu. Ymsar orðingar vórðu royndar. Skrivað kundi staðið, at USA var skelkað ella skakað. Tað var jú rætt, men tað virkaði so veikt. At USA var álopið, hevði eisini verið ein røtt staðfesting, men tað var eisini ov tann­leyst. Tá myndin kom á skíggjan, fall fimmoyrað: »USA brennur!« Tað ljóðaði av sonnum líka ófrættakent, sum álopið upplivdist. Greinin á forsíð­ uni var stutt, og í undiryvirskriftini stóð:   »USA er skelkað, eftir at tvey flogfør hava rent á World Trade Center í New York, og eitt annað er dottið niður í Pentagon. George Bush, forseti, for­ dømir atgerðirnar og lovar, at teir seku verða revsaðir.« Í breyðtekstinum varð sum frægast roynt at greiða frá, hvat var hent, tó at trupult var at seta ymsu upplýsingarnar saman, ið vóru at finna á ymsum heima­síðum. Av tí, at teksturin var skriv­aður til mikudagin 12. september 2001, byrjaði hann soleiðis: »Amerikanarar fingu ein stóran skelk týsdagin, tá tvey flogfør rendu á World Trade Center í New York, og eitt triðja brast í Pentagon í Washington, sum er bygningurin hjá amerikanska verju­málaráðnum. Amerikanskar sjón­ varpsstøðir søgdu, at annað av flog­ før­unum, sum rendi á World Trade Center, var eitt ferðamannaflogfar hjá American Airlines. Tað var av slag­ num Boeing 767 og varð rænt á veg úr Boston til Los Angeles. Stutt eftir brest­irnar í World Trade Center komu boðini um, at eitt flogfar hevði rent á Pentagon. Tey 20.000 starvsfólkini í bygninginum vórðu alt fyri eitt flutt burtur. Eisini í Hvítu Húsunum og á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street var manntómt eftir sprong­ ingarnar. Amerikanski forsetin, George Bush, segði í síni fyrstu viðmerking, at talan var um skipaðan yvirgang ímóti USA. Hann lovaði, at teir seku fóru at verða revsaðir. Stutt eftir átók ein palestinskur felagsskapur sær ábyrgd­ ina av álopunum.« Jagstraður í 10 ár Ongin hevur nakrantíð hoyrt aftur um hendan palestinska felagsskapin, sum helst bara vildi uppliva at gerast heims­ kendur í einar 15 minuttir. Seinna helvt av greinini umrøddi avleiðingarar av álopinum: »Bæði tornini á World Trade Center rapaðu, og roykur og logar stóðu upp úr bygningunum eftir álopini. Sjónarváttar søgdu, at teir sóu fólk loypa út í gjøgnum vind­eyguni. Sambært Reuter skuldu 158 ferðafólk vera við flogfarinum hjá American Airlines.  Men flogfelagið visti ikki at siga, um øll hesi fólkini vóru umborð, tá flogfarið rendi á. Ein sjón­ar­vátti í Washington segði, at flog­ farið, sum rendi á Pentagon, eisini var eitt ferðamannaflogfar. George Bush var ikki staddur í Hvítu Húsunum, tá álopini vórðu framd. Hann var á arbeiðs­ferð í Florida, men skundaði sær aftur til Washington, tá hann frætti um álopini. Blaðstjórin á einum arabiskum blað, sum verður útgivið í London, segði seg ikki ivast í, at saudiarabiski yvir­gangsmaðurin, Osama bin Laden, hevur ábyrgdina av álopunum.« Her endaði greinin 11. september í 2001, men ikki fyrr enn nærum 10 ár seinni, tann 2. mai í 2011, eydnaðist ameri­kanarum at finna og taka lívið av Osama bin Laden. Og enn er USA í kríggi bæði í Afganistan og Irak. Ein mynd, sum heimurin ongantíð gloymir. World Trade Center verður lagt í oyði