fríggjadagur 9. september 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011
14
E-bøkur
Tina K. Jakobsen
post@sosialurin.fo
Leyp bíðirøð og bíðitíð um. Beint sum
tú hevur hoyrt um undrið, googlar tú
bókina og sært at hon er til keyps sum
e-bók. Nøkur fá klikk og so kanst tú
byrja at lesa.
Orsøkirnar til at velja e-bók fram
um prentaða bók kunnu vera fleiri.
Millum argumentini eru ofta at:
• e-bøkur eru skjótari at fáa fatur á
• e-bøkur eru skjótari at dagføra og
uppstiga
• e-bøkur brúka minni pláss
• e-bøkur eru meira flytførar ella
mobilari
• skriftstøddin kann økjast ella
minkast alt eftir tínum tørvi
• ávísingar kunnu verða gjørdar við
slóðum
Tað er ikki neyðugt at tendra telduna
hvørja ferð, tú ætlar at lesa eina e-bók.
Tú leggur tær bøkur á telduna og so
flytir tú tær á e-lesaran. Nú ert tú
til reiðar og tendrar heilt einfalt tín
e-lesara, setur teg væl til rættis í leni
stólin og byrjar at njóta.
Flestu e-lesarar vísa somu mynd,
tá ið tú tendrar, sum tú hevði frammi,
tá ið tú sløkti e-lesaran. Esiloyrir og
pappírsbókamerki, sum detta úr bók
unum aðruhvørja løtu, eru ein farin
tíð. Bókamerkið í dag er talgilt og
kann setast akkurát har, tú vilt, at tað
skal vera, og tað kunnu væl vera fleiri
bókamerki.
Harafturat skygga skíggjarnir á
lesaranum ikki, og tí eru brillur, sólar
ljós og lampur ongin forðing.
E-lesarin sjálvur er ofta til støddar
nøkulunda sum ein paperback. Men
hann vigar ikki eins nógv, og av tí
sama, so kanst tú gera sum eg, og hava
einar fimm-seks bøkur í taskuni uttan
at fáa trupulleikar við rygginum
ella akslunum.
Samstundis kanst tú
lættliga skifta ímillum
bøkurnar, og sleppa undan
at ivast í akkurát, hvør bók skal í
taskuna – tak bara allar!
E-bøkur á føroyskum
Sprotin hevur útgivið fleiri e-bøkur og
fleiri eru á veg. Nýggjasta e-bókin
frá Sprotanum er
Javnlíkar eftir
eg e-lski
bøkur
Enn einaferð hevur tú sæð eitt ummæli í sjónvarpinum, hoyrt tað í
útvarpinum ella lisið á netinum. Tað spennir í hvørjari spong at sleppa at lesa
undurverkið, sum tú júst hevur hoyrt um. Men gakk – bíðitíðin, tann drepandi
bíðitíðin. Tað er kvøld, og ikki fyrr enn kl. 10 dagin eftir kanst tú renna oman
í bókahandilin at keypa tær bókina, tað er, um tað ikki verður sunnudagur.
Men gakk – hon er ikki har, hon má bíleggjast. Tolin trívst, ella hvussu?
Javnlíkar eftir George Orwell
Ó-, søgur um djevulskap
eftir Carl Jóhan Jensen
Nígari eftir Einar
Andrias Lund
Málmaðurin eftir Jógvan
í Lon Jacobsen
Mýrin eftir Arnaldur
Indriðason
Bábelstornið eftir Regin í Líð
Dýrmæta lív eftir Jørgen
Frants Jacobsen
Barba og harra Pál eftir
Jørgen Frants Jacobsen
Yvirlit yvir føroyskar e-bøkur frá forlagnum Sprotanum: