fríggjadagur 9. september 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 104 · 9. september 2011
15
George Orwell. Ein talgildur og sera
aktuellur klassikari.
Tað eru ikki bert útlendskar bøkur,
ið finna vegin fram til e-lesararnar. Nú
er ongin umbering longur fyri ikki at
hava lisið Ó hjá Carl Jóhan Jensen. Á
e-lesaranum er Ó ikki ein tjúkk ella
long bók meira, hon fyllir tað sama sum
allar hinar – tú sært eina síðu í senn, og
sostatt er hon ikki longur ein av teimum
bókunum, ið tú ikki hættir tær undir.
Ein annar fyrimunur er, at sum e-bók
vigar hon bert ein brotpart av prentaðu
útgávuni, og tí ber nú væl til at lesa
Ó-søgur sum góðanátt-søgur.
Flestu e-lesarar hava ein funku, sum
sigur tær, hvussu stóran prosentpart av
bókini, tú hevur lisið, sostatt hevur tú
eins og við eini pappírsbók, altíð eina
hóming av, hvat er lisið, og hvat er
eftir.
Til ber at taka bøkur av e-lesaranum
og koyra nýggjar inn. Hóast tað er pláss
fyri nógvum bókum á lesaranum, so
ynskja summi at e-lesarin er ruddiligur
og ikki hevur ov nógvar bøkur at velja
ímillum í senn. Hetta ber væl til, tí í til
dømis Digital Editions hjá Adobe ber til
at skifta ímillum
tær bøkur, sum tú ynskir skulu vera
til taks á e-lesaranum.
Hevur tú ein e-lesara við internet
atgongd, sum til dømis ein Ipad, so er
lætt at kanna slóðir í bókum. Tú klikkir
á tað, ið slóðað verður, og so er les
ingin hjá tær komin eitt stig víðari. So
hvørt sum tráðleyst net og hot-spots
verða skipað, gerst hetta ein alt størri
hentleiki.
Føroyski marknaðurin
Sprotin hevur slóðað fyri e-bókunum á
føroyska marknaðinum. Hóast úrvalið
av føroyskum e-bókum enn er lítið, so
er tað bæði fjølbroytt, áhugavert og
ikki minst vaksandi.
Fleiri e-bøkur eru á veg, so e-bóka
lesarar kunna vænta sær nógv gott
komandi tíðina. Væntandi koma eisini
onnur forløg upp í leikin, so vit fáa fleiri
e-bøkur at koyra á okkara e-lesarar.
Fyrimunir sum lesandi
Er tú lesandi, ber til at keypa læru
bøkur sum e-bøkur. Um tú leitar væl,
ber til at finna e-útgávur, har dag
føringar eru partur av prísinum, so í
skúlasamanheingi er e-bókin eitt fan
tastiskt amboð. Væntandi verða flestu
skúlabøkur e-bøkur um heilt stutta
tíð, tí fyrimunirnir eru so nógvir. Fólk
sleppa undan at dragsa bøkur við sær,
sleppa undan at goyma notatir í ring
bindum og kopiera tilfar. ALT liggur
inni á talgildu bókini. Umframt alt
hetta kann e-bókin hava myndir og
filmsbrot í.
Framtíðar bókin
E-bókin er komin og hevur nakrar heilt
eyðsýndar fyrimunir, men teimum, ið
dámar at sita við einari góðari pappírs
bók, fara sjálvandi framvegis at gera
tað. Men e-bókin er sanniliga ein tøkni
ligur fongur, sum vit ið dáma at lesa
kunnu fegnast um.
HEVUR TÚ
HUGSAÐ UM
• at e-bøkur órudda ikki
• at e-bøkur skulu ikki støvast av
• at e-bøkurnar hjá Sprotanum ofta eru
bíligari enn prentaða útgávan?
• at nú verður tað e-lesarin, ið sleppur við
á oyðnu oynna?
• Fert tú at ferðast, lættir tú taskuna og
fært størri pláss í kuffertinum.
• at e-lesari fæst í Rit og Rák og í Nema?
Hvat er
ein e-bók?
E-bók er bók, sum tú lesur á e-lesara
ella handteldu (td. iPad). Vanligasta
sniðið í e-bókum er ePub, sum hevur tann
fyrimunin, at teksturin lagar seg eftir
støddini á tólinum, so tað hevur ongan
týdning, um skíggin er lítil. Amazon brúkar
tó eitt annað snið sum eitur Mopi.
Forlagið Sprotin hevur givið føroyskr
e-bøkur út og tær kunnu keypast
á heimasíðuni www.sprotin.fo
Ber til at keypa
føroyskar e-bøkur?