týsdagur 10. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
26
Nr. 27 - 10. februar 2004
Niels Drevsholt var
ógvuliga væl nøgdur
við fimta plássið og
sín føroyska sangara
GRAND PRIX
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
- Vit vunnu eitt fimta pláss.
Niels Drevsholt, sum hevur
skrivað Mest når det er
regn, helt ikki, at fimta
plássi hjá honum og Petsi
kundi tulkast sum nakað
annað enn ein sigur. Sang-
urin varð spáddur eitt
møguligt fyrsta ella annað
pláss, men songskaldið helt
ikki, at tað var møguligt
leygarkvøldið at vinna á
salsarútmunum hjá Tomas
Thorvaldssoni.
- Eg errin av úrslitinum
og av Petsi. Hevur nakar
ábyrgdina av, at sangurin
ikki endaði longuri frammi,
so er tað eg, sigur Niels
Drevsholt.
Heimurin opin
Niels Drevsholt, sum hevur
nógvar royndir at skriva
sangir til Melodi Grand
Prix, hevur sum vera mann
nógv rósandi orð at siga um
Petsi Tvørfoss.
- Tit eiga nakrar ótrúliga
góðar sangarar í Føroyum,
sigur Niels Drevsholt og
sipar til, at føroyskir sang-
arar millum annað hava
staðið seg framúr væl í
donskum tónleikakapping-
um.
Um orsøkirnar til, at
hann vildi hava Petsi at
syngja hansara sang, sigur
hann, at hon er eitt av teim-
um størstu talentunum,
hann nakrantíð hevur hoyrt.
– Petsi sang hendan
sangin betri, enn nakar
annar hevði kunnað, sigur
Niels Drevsholt.
Hann er sannførdur um,
at møguleikarnir hjá Petsi
eru nógvir í framtíðini.
– Heimurin liggur opin
fyri hana. Hetta, tit hoyrdu í
kvøld, var bert eitt lítið brot
av tí, sum hon megnar.
Hennara rødd er ógvuliga
sterk, og hon megnar at
syngja nógvar sjangrur,
sigur Niels Drevsholt.
Hann nevnir sum dømi,
at tey hava sungið løg sum
Nothing Compares to you,
sum Sinead O´Conner er
víðagitin fyri at syngja.
Hennara sangurin er sera
krevjandi fyri ein og hvønn
sangara, men Petsi megnar
at syngja hann næstan sum
einki.
- Eg vil fegin samstarva
meira við hana. Um tað
verður í Grand Prix høpi
veit eg ikki, men okkurt
samstarv vóni at hava við
hana, sigur Niels Drevs-
holt.
Gera meira við
tónleikin
Niels
Drevsholt
hevur
ongantíð vunnið Melodi
Grand Prix við einum av
sínum sangum. Tvær ferðir
er tað vorðið til eitt annað
pláss. Men Niels hevur
ongar ætlanir um at gevast
á hondum nú.
- Eg haldi, at Melodi
Grand Prix er nakað av tí
stuttligasta
at
uppliva.
Sjálvandi ætli eg mær at
royna aftur og aftur, sigur
ein glaður Niels Drevsholt,
tá vit prátaðu við hann seint
leygarkvøldið.
Hann hevur tað til felags
við Ivar Lind Greiner, sum
hevur skrivað Sig det´ løgn,
at hann til dagligt fæst við
at framleiða tónleik til
lýsingar.
- Eg vóni at kunna nýta
nógv meira tíð til at skriva
tónleik næstu tíðina, sigur
Niels Drevsholt.
Hann fegnast stórliga
um, at danska Melodi
Grand Prixið hevði eitt
somikið høgt støði í ár.
Hann heldur, at støðið
møguliga var betri í ár enn
nakrantíð áður.
- Tað var ómøguligt fyri
meg at velja fimm finalist-
ar út millum hesar tíggju
sangirnar. Eg vildi fegin
havt eini sjey ella átta av
teimum í finaluni, sigur
Niels Drevsholt.
Eftir at Melodi Grand
Prix í Danmark hevur
upplivað ógvuliga skiftandi
undirtøku og eydnu sein-
astu árini, so er roynda
songskaldið sannført um, at
nú er Melodi Grand Prix
komið aftur fyri at vera.
Ivar Lind Greiner er
ikki í iva um, at hetta
er tann besti sang-
urin, hann hevur
skrivað til Melodi
Grand Prix. Eftir
nógar royndir eydn-
aðist tað honum
umsíðir at vinna
leygarkvøldið
GRAND PRIX
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað var upprunliga ætlanin,
at ein annar enn Tomas
Thordarson
Christensen
skuldi framføra "Sig det´
løgn" .
- Eg sendi sangin inn við
einum øðrum sangara, men
hesin vildi heldur gera
okkurt annað. Eg mintist
Tomas frá Stjerne for aften
og setti meg í samband við
hann. Og tað hevur riggað
ótrúliga væl hjá okkum
báðum at samstarva, sigur
Ivar Lind Greiner.
Tað er Ivar, sum hevur
skrivað vinnandi sangin
leygarkvøldið. Hann hevur
nógvar ferðir áður skrivað
sangir til Melodi Grand
Prix, men hann er ikki eina
løtu í iva um, at hesin
sangurin er tann besti, hann
skrivað til endamálið.
- Eg haldi, fólk verða so
glað, tá tey hoyra hendan
sangin. Hann er fullur av
lívsgleði og góðum rútm-
um, sigur Ivar Lind Greinir.
Á tíðindafundi eftir at
sigurin var staðfestur rósti
Ivar Lind Greinir sangaran-
um, Tomas Thordarson upp
um skýggja, og tað helt
hann á við, tá Sosialurin
fekk orða á hann seinni um
kvøldið.
- Tomas ger hendan
sangin góðan. Tað hann,
sum ger, at vit vinna í
kvøld. Hansara framførsla
er ótrúliga góð, og tú
merkir, hvussu hann livir
seg inn í sangin, sigur Ivar
Lind Greiner, sum heldur,
at styrkin hjá "Sig det´
løgn" eru lívsgleðin í
sanginum og tað, at er lagið
upptempo,
sum
hann
málber seg.
Og tað er góð kensla hjá
einum tílíkum Grand Prix
veterani umsíðir at vinna.
- Hetta er tað størsta.
Hetta hevur alt at siga fyri
meg, sigur Ivar Lind Grein-
er.
Vónirnar til kapping-
arnar í Turkalandi eru bara
góðar. Har skal sangurin
hjá Ivar fyrst í eina
semifinalu 12. mai. Verður
hann millum tey fyrstu
tíggju, so sleppur hann at
royna seg í sjálvari Euro-
vision Song Contest 15.
mai.
Tá
verður
sangurin
sungin á enskum. Hann fer
tá at kallast "Shame on
you". À góðum føroyskum:
Skamma teg.
À
donskum
leygar-
kvøldið snúði sangurin seg
um ein, sum ikki vildi
trúgva, at hansara lívskær-
leiki var hon ótrúgvin, og
øll vistu av hesum uttan
hann. Í Turkalandi verður
innihaldið eisini nakað í
sama stíl.
Sonurin valdi
Upprunaliga gjørdi Ivar
tríggjar sangir til ársins
Melodi Grand Prix. Men
hann hevur bert loyvi at
senda ein inn. Avgerðin, um
hvør av sangunum hóskaði
seg best at senda inn, lat
Ivar sín fjúrtan ára gamla
son taka. Og sonurin var
ikki í iva um, at Sig det´
løgn var tann besti, og tað
kunnu feðgarnir fegnast um
í dag.
Til dagligt livir Ivar av at
gera tónleik til lýsingar.
Hann hevur millum annað
gjørt tónleikin til kendur
Harry lýsingarnar hjá DSB.
Við Danmarks Radio
hevur Ivar greitt frá upp-
skriftini at gera ein góðan
Melodi Grand Prix sang.
Hon er í trimum stigum:
Tvey tey fyrstu skulu ganga
skjótt fyri seg og fanga
beinanvegin uttan ov nógv
hóvasták, men tað síðsta
krevur nógva tíð og orku.
Tá snýr tað seg um at rigga
sangin til og fáa alt upp á
pláss. Ivar metir seg hava
nýtt einar 150 tímar til at
fáa hendan sangin lidnan.
At sangurin gjørdist so
salsa merktur hevur nógv at
gera við samstarvinum
millum seg og Tomas
Thordarson, greiðir Ivar
frá.
Við sínum drúgvu roynd-
um hevur Ivar upplivað
nógvar Grand Prix kapp-
ingar. Men hann heldur
ikki, at støðið hevur verið
so høgt sum í ár. Burtursæð
frá sínum egna, dámdi
honum best sangin "Hvor-
end du går hen", sum
Ditlev sang. Men eisini
sangurin hjá føroysku Petsi
fall í góða jørð hjá Ivar.
- Hon skal bara ringja,
um hon hevur brúk fyri
onkrum at skriva sangir til
hana, sigur Ivar Lind
Greiner.
– Hetta er tað størsta
Vunnu fimta plássið
Niels Drevsholt var errin av sínum sangi, Petsi og fimta
plássinum leygarkvøldið.
Mynd: Nicolai Lorenzen
Ein ovurfegin Ivar Lind Greiner, eftir at virðislønin varð handað leygarkvøldið.
Mynd: Nicolai Lorenzen
Sambært skrivinum,
sum formaðurin fekk
frá meirilutanum av
nevndini, so er lítið
høpi í nevndar-
arbeiðinum í FSF.
Men kortini er ein
semja gjørd, har
nevndin sigur seg
leggja formansstríðið
niður
FSF-STRÍÐ
Jákup Mørk
Sjálvt brævið, sum varð
sent Dánjali Andreasen
tann 7. januar í ár, er væl
drúgvari enn tað, sum fram-
gongur aðra staðni á hesum
síðum, men ákærupunktini
í hesum eru klokkuklár.
Teir fýra nevndarlimirnir,
sum hava skrivað undir
brævið, siga seg als ikki
kunna góðtaka arbeiðs-
háttin hjá verandi formann-
inum, og heita tí á hann um
at umhugsa sína støðu. Í
brævinum verður eisini
staðfest, at nevndarlimirnir
undrast á útmeldingina frá
FSF-formanninum, tá hesin
í november mánaði seg taka
við afturvali, og minna
eisini á, at enn er komandi
aðalfundurin als ikki um-
røddur á nevndarfundi. Tað
vil millum annað siga, at
nevndin tá als ikki hevði
tikið støðu til, hvønn hon
fór at peika á sum formans-
evni.
Ikki bøtast uttan
víðari
So klárt, sum hetta brævið
er skrivað, so er einki at
ivast í, at djúpar rivur hava
verið í samstarvinum mill-
um FSF-formannin og ein
meiriluta av nevndini. Í
summum førum somikið
djúpar, at tær neyvan lekj-
ast aftur í bræði, og so
slettis ikki við einum skrivi
upp á 10 reglur, sum verður
sent feløgunum.
Hetta seinsta er annars
júst tað, sum eftirfylgjandi
er
hent.
Starvsnevndin
segði seg týsdagin vera
samda um at leggja stríðið
niður viðvíkjandi formans-
starvinum til aðalfundin, og
at Rúni Heinesen sostatt
tekur seg aftur sum for-
mansevni.
Tær 10 reglurnar, sum
vórðu sendar feløgunum,
siga tó ikki so nógv um, í
hvønn mun nøkur semja er
fingin í lag. Einasta, sum
partarnir tykjast vera samd-
ir um, er, at greiðar manna-
gongdir fyri samskiftið við
nevnd, undirnevndir, umsit-
ing og limafeløg skulu
gerast, og at skilnaður skal
gerast í umsitingini millum
ábyrgdina av bókhaldi og
fíggjarligum flytingum.
Hetta
seinasta
hevur
fingið mong at hveppast
eitt sindur við, tí framman-
undan er skilnaður millum
flytingar og bókhald. Rúni
Heinesen segði tó til hetta,
at ætlanin við hesum eina-
mest var at taka nakrar
byrðar frá formanninum.
Einaræðisharri
Eftir at brævið, sum varð
sent Dánjali Andreasen er
vorðið alment, tykjast fleiri
av temum, sum vara av FSF
standa við sama spurningi:
Er tað veruliga so, at Fót-
bóltssambandið
verður
stýrt diktatoriskt av einum
maktsjúkum formanni?
Heilt so galið er tað
neyvan, men nógv í skriv-
inum bendir tó á, at týðandi
mál fyri føroyskan fótbólt
als ikki verða viðgjørd í
nevndini.
Ikki minst er tað skelk-
andi lesnaður, tá tað stend-
ur skrivað, at nevndin mest
sum onga kunning fær í
málum, sum snúgva seg um
altjóða
limaskapin
hjá
Føroyum, og at nevndin
heldur ikki tekur støðu til,
hvussu FSF skal greiða
atkvøðu, tá altjóða fundir
eru á skránni.
Hetta bendir í øllum før-
um tann vegin, at formað-
urin einsamallur ger av,
hvat FSF skal halda í slík-
um førum, og onnur brot úr
brævinum benda a sama
bógvin. Sagt verður, at
formaðurin er óliðigur, og
at hann á ein ófantaligan
hátt roynir at trumfa sín
vilja oman yvir nevndina,
tá mál verða viðgjørd.
Og so er tað heldur ikki
altíð, at mál fáa nakra við-
gerð. Eitt nú verður sagt, at
prinsipiell mál fyri føroysk-
an fótbólt als ikki verða
viðgjørd á nevndarfundum,
og hetta má vera nakað,
sum fær allar alarmklokkur
at ringja.
Eitt tað størsta arbeiðið,
sum FSF hevur framt hesi
seinastu nógvu árini, er
nevnliga ein miðvís menn-
ing av útbúgvingarøkinum,
soleiðis at Føroyar í dag í
nógv størri mun sjálvir
hava tann kunnleika, sum
er neyðugur í eitt nú fót-
bóltsvenjing og –fyriskip-
an. Er tað, sum er nevnt í
skrivinum, rætt, so tykist
hetta arbeiði nú at vera
steðgað fullkomuliga upp,
og tað vil so á ongan hátt
koma føroyskum fótbólti til
gagns.
Forklárings-
trupulleika
Og eftir stendur nú spurn-
ingurin, hvussu arbeiðs-
lagið verður, tá aðalfund-
urin fyri 2004 er av. Verður
tað so, at Dánjal Andreasen
tá framvegis er formaður,
tykjast teir nevndarlimirnir,
sum hava sent brævið, og
sum tá framvegis eru í
nevndini, at hava ein stóran
forkláringstrupulleika.
Skulu teir tá framhald-
andi samstarva við einum
formanni, sum teir ikki
hava álit á, og sum teir ikki
meta er rætti maðurin at
stjórna Fótbbóltssamband-
inum, so tykist hetta krevja
fleiri stór fet aftur eftir hæli
og nógvar kamelar aftur við
døgurðanum. Kanska var
tað eisini hetta, sum varð
gjørt, tá skrivið til feløgini
varð sent út mikudagin.
Nr. 27 • týsdagur • 10. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógvir kamelar skulu etast
Dánjal Andreasen varð
nýggjur FSF-formaður á
aðalfundinum fyri
tveimum árum síðani.
Nú er líkt til, at hann
skal stríðast hart fyri at
halda fast um
sessin
C
M
Y
K
26