týsdagur 10. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 27 - 10. februar 2004
Nr. 27 - 10. februar 2004
25
Sjálvt um hon ikki
vann, so var Petsi
Tvørfoss væl nøgd
aftaná Melodi Grand
Prix leygarkvøldið
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Atletion, Århus: Tá síðsta
bríkslið hevði ljóðað í Atle-
tion leygarkvøldið kundu
tónleikararnir aftur anda
lættan. Yvirstaðið!
Petsi Tvørfoss, sum var
føroyska umboðið, um ein
so kann siga, hesuferð, stóð
seg manniliga og smæddist
ikki burturmillum hini. Við
einum grand prix klassik-
ara megnaði hon eisini at
koma í finaluna, og sang-
urin verður uttan iva nógv
at hoyra í næstu framtíð.
– Eg eri ótrúliga væl
nøgd. Aftaná eg hevði hoyrt
hinar sangirnar, so hevði eg
als ikki væntað at komið í
finaluna, segði Petsi aftaná
framførsluna.
Fyrstu ferð hon hoyrdi
hinar sangirnar var fríggja-
dagin, og so sjálvandi eisini
til aðalroyndina leygardag-
in, so unga gøtugentan
hevði ikki sett nøsina ov
høgt upp.
– Eg fekk eitt risa uppliv-
ilsi burturúr, og eg eri glað
fyri, at eg var við, sigur
Petsi, sum er bilsin av,
hvussu høgt støðið var í ár.
– Har var ongin sangur,
har tú hugsaði, at hesin ikki
var nóg góður, sigur hon.
Hvørt nýggja føroyska
songstjørnan verður aftur at
síggja í Melodi Grand Prix
høpi, er ilt at siga.
-– Um tað er ein ordiligur
sangur, so kann tað væl
vera.
Hvussu verður við fram-
tíðini, veit Petsi enn ikki.
Men um ein skal taka øll
tey rósandi orðini fyri fult,
so hevur Melodi Grand
Prix møguliga latið eina
dyr ella tvær á glopp.
Ein av teimum heilt
stóru Grand Prix
fjepparunum, Jákup
Mórits Olsen úr
Klaksvík, var leygar-
kvøldið mitt í meldr-
inum, tá Petsi og tey
fóru á pallin í
Atletion. Hann hevur
fylgt væl við danska
Melodi Grand
Prixnum síðani 1987
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Atletion, Århus: Tað vóru
ikki bert ommur og mostr-
ar, sum vóru komnar at
heppa Petsi leygarkvøldið.
Millum teir 4000 áskoðar-
arnar var eisini Jákup Mór-
its Olsen úr Klaksvík.
- Eg havi fylgt við Mel-
odi Grand Prix síðani 1987,
so nú tá búgvi eg í Dan-
mark, so eg helt, at tað var
upplagt at fara at lurta,
segði Jákup Mórits undan
framførsluni leygarkvøldið.
Hann og ein vinmaður vóru
komnir úr Aalborg niður til
Århus at fylgja við. Og
hann fór heldur ikki ósædd-
ur framvið. Við sær hevði
hann nevniliga eitt stórt
føroyskt flagg.
Hetta er heldur ikki
fyrsta ferðin, at hann er við
sum áhoyrari til Melodi
Grand Prix.
– Eg var eisini og lurtaði
tá tað var í Globen, og so í
Parkini fyri nøkrum árum
síðani.
Sjálvt um atgongumerk-
ini vórðu rivin vekk eftir
stuttari tíð, so eydnaðist tað
honum at ogna sær at-
gongumerkið til stóra brak-
ið leygarkvøldið.
- Petsi fara vit at
hoyra nógv meira til,
segði ein avgjørdur
lækni, Peter Qvortrup
Geisling, sum júst
hevur verið á
Føroyavitjan
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Atletion,
Århus:
Nógv
kend fólk høvdu leitað sær
til Melodi Grand Prixið í
Århus leygarkvøldið. Peter
Qvortrup
Geisling
frá
»Læknin hevur orðið« var
teirra millum. Til Melodi
Grand Prix í 2002 presen-
teraði hann eisini sangin
hjá Malene Mortensen,
sum endaði á fyrsta plássin-
um hetta árið.
- Petsi sang ein avbera
góðan sang, og hon stóð
seg ógvuliga væl, segði
Peter Qvortrup Geisling
aftaná showið leygarkvøld-
ið.
Hann leggur afturat, at
tað var gott, at Føroyar á
hendan hátt vórðu umboð-
aðar, og at føroyingar hava
alla orsøk til at vera ernir av
Petsi.
– Har var ongin ivi í, at
hon átti eitt pláss í finaluni,
men sangur nummar 10 var
eisini ringur at vinna á.
Áhoyrararnir vóru jú gar-
villir.
Men kendi sjónvarps-
læknin er ikki í iva.
– Petsi fara vit at koyra
nógv meira til í framtíðini!
Ein vælnøgd Petsi
Jákup Mórits Olsen:
Fylgt við síðani 1987
Peter Qvortrup Geisling:
Verið errin av Petsi
Peter Qvortrup Geisling ivast ikki í, at Petsi verður nógv at
hoyra í framtíðini
Mynd: Nicolai Højland Lorenzen
Jákup Mórits Olsen úr
Klaksvík var komin úr
Aalborg til Atletion í Århus
at hoyra Petsi og tey framføra
leygarkvøldið. Sjálvur má
hann sigast vera ein stórur
Melodi Grand Prix fjeppari
Mynd: Nicolai Højland Lorenzen
Tomas Thordarson
kundi ikki seta orð á,
hvussu glaður hann
var fyri at vinna
Melodi Grand Prix,
og hvønn týdning
hetta hevur fyri hann
GRAND PRIX
Heri á Rógvi
– Eg havi ongantíð upp-
livað nakað líkandi.
Nýklakti vinnarin av
Melodi Grand Prix 2004
var púra ovfarin, tá hann
møtti umboðum fyri fjøl-
miðlarnar, eftir at Melodi
Grand Prix var farið av
skýggjanum.
Àhoyrarnir vóru longu til
aðalroyndina garvill eftir
sanginum hjá Tomas. Og
undirtøkan bara vaks, tá At-
letion var fullsett og hyggj-
ararnir kring um í konga-
ríkinum kundi fylgja við.
Upptraðkanin hjá Tomas
Thordarson var í serflokki
tann besta í Atletion leygar-
kvøldið.
– Øll reisa og síggja út
sum um, at tey dáma sang-
in. Tað var ein ótrúliga góð
kensla at standa á pallinum,
sigur Tomas Thordarson.
Hann hevði trupult at
seta orð, hvussu glaður
hann var fyri sigurin, og
hvønn týdning sigurin hev-
ur fyri hann.
– Hetta merkir alt fyri
meg, var stutta svarið, vit
fingu frá Tomas Thordar-
son.
Nýklakti
Grand
Prix
vinnarin gjørdist kendur í
Danmark, tá hann í 2001
endaði á einum triðja plássi
í sangkappingini Stjerne
for en aften. Ta ferðina
vann James Sampson, og á
øðrum plássi endaði Male-
ne Mortensen, sum endaði
á aftasta plássið evropeisku
finaluna í Estlandi í 2002.
Síðani Stjerne for en
aften hevur Tomas serliga
roynt seg í bólkinum Latin
Fever, sum ikki liggur so
langt frá Sig det´ løgn
sjangruni.
– Eg veit ikki, hvønn
týdning Stjerne for en aften
hevur í øllum hesum. Eg
meti meg hava ment meg
sum sangara og í upptraðk-
an síðani 2001, sigur Tom-
as Thordarson.
Útgáva
Tomas kann nú byrja at
gleða seg til túrin til Turka-
lands, har hann skal syngja
ensku útgávuna av Sig det´
løgn, ið hevur fingið heitið
Shame on you.
Men Tomas arbeiðir eis-
ini í løtuni við einari út-
gávu í tøttum samstarvið
við Ivar Greiner, sum hevur
skrivað Sig det´ løgn.
Plátusáttmálin er undir-
skrivaður, men tað er óvist
nær útgávan kemur út.
Tær báðir eru ikki heilt
greiðir yvir, hvønn stíl út-
gávan skal hava. Tomas sig-
ur, at tað hevur størstan
týdning fyri hann, at útgáv-
an verður væl framleidd og
góðskan er góð. Ivar Grei-
ner roknar hinvegin við, at
tær nú so væl dámdu salsa
rútmurnar verða at hoyra
aftur í fleiri av sangunum.
Sjálvur dugir Tomas ikki
rættiliga at siga, hvar áhug-
in fyri salsa og suður-
lendskum tónleiki kemur
frá.
– Tað er bara nakað, eg
havi tikið til mín.
Vónirnar eru góðir til
altjóða kappingina í mai.
– Eg fari at gera alt, eg
eri mentur, sigur ein av-
gjørdur og fegin Tomas.
Christensen
Sum navnið kanska eisini
gevur ábendingar um, so er
Tomas hálvur íslendingur.
Pápi hansara er íslendingur.
Hann hevur fyri fáum árum
síðani fingið samband við
sín hálvbeiggja sín og ísl-
endska partin av familjuni.
Undan Grand Prixnum
ognaði hann sangin til
íslendska beiggjan.
Men um tú ætlar tær at
finna Tomas í telefonbók-
ini, so riggar tað óivað betri
at leita undir Christensen, tí
tað er hansara eftirnavn. Ì
sambandi við ferming sína
varð hann eisini um sama
mundi dóptur, og tá fekk
hann íslendska millum-
navnið, ið hann í Grand
Prix høpi nýtir sum eftir-
navn.
Tomas livir til dagligt
saman við einum manni, og
teir báðir forstra upp eitt
barn.
Størri enn orð
Øll reisa og síggja út sum um, at tey dáma sangin. Tað var ein ótrúliga góð kensla at standa á pallinum, sigur Tomas
Thordarson.
Mynd: Nicolai Lorenzen
Turkaland vann Euro-
vision Song Contest í
fjør, og tí verður landi
eisini vertur fyri kapp-
ingini í ár. Men leisturin
fyri
kappingina
er
broyttur í mun til undan-
farin
ár.
Kappingin
verður skipað við einari
semifinalu 12. mai, har
22 lond – teirra millum
Danmark – verða við.
Tíggju tey bestu av
hesum sleppa leygar-
kvøldið 15. mai at lut-
taka í sjálvari finaluna,
sum er Evropeiska Me-
lodi Grand Prixið, vit
kenna frá undanfarnum
árum.
Men tey tíggju lond-
ini, sum eru komin víð-
ari, frá semifinaluni fáa
tað ikki at vita fyrr enn
seinnapartin hin 15., og
atkvøðugreiðslan er eis-
ini í tríggjar samfullar
dagar.
Fótbóltsspælarin
Stig
Tøfting fekk heiðurin at
kunngera fyrsta finalist-
in í Melodi Grand Prix
leygarkvøldið. Tað var
tískil hann, sum kunn-
gjørdi, at Petsi Tvørfoss
var komin í finaluna.
Men
fyrrverandi
danski landsliðsleikarin
helt ikki, at Melodi
Grand Prix er rætta stað-
ið fyri sangin hjá Petsi.
– Hon syngur fantast-
iska væl, hetta er ikki
tað rætta forumið fyri
ein tílíkan sang, sigur
Stig Tøfting, leggur aft-
urat, at hann helt tann
rætta sangin vinna.
Plæneklipperen, sum
verður
Stig
Tøfting
verður róptur, jagstraði
autografar leygarkvøld-
ið. Til endamálið lánti
hann penn og pappír frá
Sosialinum. Hann eigur
trý børn, og stjørnur
sum Alex og Michael
Learns to Rock søgdu
ikki nei, tá Stig Tøfting
kom at biðja um teirra
undirskrift - til børnini.
Mia Lyhne hevði leyg-
arkvøldið ein serstakan
leiklut í Melodi Grand
Prix. Hon spældi leiklut-
in sum Pia, Grand Prix
fan ella fanatikari. Pia
hevði eitt sítt dreyma-
starv við at gera sam-
røður við luttakararnar,
men sjálv er Mia eingin
Grand Prix fan.
– Heilt erligt. Eg leggi
ikki so nógv í Grand
Prix, men eg havi hugt
at tí. Og mín yndissang-
ur er Hallelujah (Ísrael
1979, blðm), sigur Mia.
Mia arbeiðir til dag-
ligt sum sjónleiki. Fyri
tveimum vikum síðani
varð hon spurd, um hon
hevði hug at vera í
Melodi Grand Prix, og
hon sigur seg bara vera
væl nøgda við úrslitið.
Og ógvuliga passandi
við eina samrøðu við
eitt føroyskt blað, kunnu
vit avdúka hennara ynd-
issang leygarkvøldið.
– Mín favorittur var
Petsi, og tað segði eg
eisini við hana, sigur
Mia Lyhne.
Semifinala og finala
Skeivt forum
Stig Tøfting
hevði konuna
við, tá tey
jagstraðu
autografar í
Atletion
leygarnáttina
Eingin Grand Prix fan
Pia, alias Mia
Lyhne, er í
veruleikanum als
ikki nakar
Grand Prix fan
C
M
Y
K
25
24