týsdagur 10. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 27 - 10. februar 2004
Nr. 27 - 10. februar 2004
23
Petsi Tvørfoss endaði á einum fimta plássi til danska Melodi Grand Prixið leygarkvøldið. Hon hevði allan salin við sínar føtur tá hon framførdi
MELODI GRAND PRIX
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Atletion, Århus: Sjálvt um
veðrið ikki var av tí allar-
besta við regni og vindi
uttanfyri, so varð lagt varð
upp til tað heilt stóra brak-
ið, tá Dansk Melodi Grand
Prix 2004 skuldi í luftina
leygarkvøldið. Stóra ítrótt-
arhúsið í Århus varð um-
skapað til ein konsertsal
við plássum til yvir 4000
fólk. Og seinastu góðu
vikuna hevur verið arbeitt
hart fyri at fáa alt at ganga
upp í eina eind.
Dansk Melodi Grand
Prix er ein tann størsta fjøl-
miðlahendingin í Danmark,
og sást tað eisini aftur á
áhuganum fyri tiltakinum.
Fjølmiðlar úr øllum ríkin-
um vóru streymaðir til stóra
showið, og føroysku fjøl-
miðlarnir vóru eisini væl
umboðaðir. Hetta helst ikki
uttan orsøk.
Tveir vælupplagdir vert-
ir, Peter Mygind og Natasja
Crone, gjørdu eisini sítt til,
at bæði áhoyrararnir í salin-
um og hyggjarnir heima við
hús fingu nakað fyri peng-
arnar.
Gekk væl
Fyri at stápla eitt slíkt show
uppá beinini skulu nógvar
kreftir til, og tíðarætlanin
skal halda. Tað gekk eisini
væl við teimum 10 fram-
førslunum, sum vóru á pall-
inum.
Kaare Thøgersen hevði
fingið heiðurin at vera tann
fyrsti á pallinum. Hann
framførdi lagið "Lykkelig i
nat", sum Mette Mathiesen
hevur skrivað. Ein ungur
maður við røddini á rætta
staðnum. Men tað gjørdist
skjótt greitt, at kappingin
um eitt pláss millum fimm
tey bestu var rættiliga hørð.
Grannar
Tá Pætur við Keldu var við
til Melodi Grand Prix fyri
tveimum árum síðani var
næsta duoin eisini við.
Talan er um Neighbours,
mannað av Helge Engel-
breht og Tommy Rasmus-
sen. Teirra lag hevði fingið
heitið „Solens Sang", sum
var ein blandingur av melo-
diøsum popptónleiki og
flúgvandi trummurútmum.
Sangurin minti ikki sørt um
ein Lion King klassikara,
og við teimum fýra percus-
sion spælarunum vunnu
grannarnir sær eisini eitt
uppiborið pláss í finaluni.
Og tá tað nú regnaði
uttanfyri, so tað kann sigast
vera ógvuliga apropos, tá
løtan kom tá Petsi Tvørfoss
skuldi á pallin. Við lagnum
hjá Niels Drevsholt "Mest
når det er regn" hevði Petsi
fingið torføru uppgávuna at
prógva, at hon hoyrdi
heima ímillum fimm tey
bestu. Í einum gullittum
kjóla, trein Petsi róliga á
pallin. Har var ikki nógv
hóvasták gjørt burturúr, og
hon var heilt sín egin.
Lagið, sum hon framførdi,
kann ikki sigast vera annað
enn ein Grand Prix klassik-
ari, og framførsluni kom
unga gøtugentan eisini av-
bera væl frá. Sangurin legði
ikki upp til tey heilt stóru
dansifetini, og hóskaði ró-
liga upptraðkanin hjá Petsi
væl til stilla og vakra lagið.
Fleiri føroyingar høvdu
leitað sær til Århus júst fyri
at síggja Petsi framføra, og
ein stórur partur var eisini
familja. Og tá Petsi var á
pallinum kom rættiligt lív í
føroysku fløggini.
"Lonnie, kom nu hjem"
var heitið á fjórða lagnum.
Ein ungur maður, Mathias
Kryger, framførdi lagið hjá
Henrik Askou og Regin
Fuhlendorf. Hann kom væl
frá síni framførslu, men
onkursvegna,
so
hevði
lagið ikki tann rætta grand-
prix klangin, og tískil kom
hann ikki víðari í finaluna.
Lív í
Tvey tey næstu løgini á
skránni vóru meira lívlig
enn tey undanfarnu. Talan
var um "For jeg kan li´ dig"
framført av Claes Wegener
og "Stjerner blinker i dit
navn", sum Jan Klausen
framførdi.
Hesir báðir sangirnir
høvdu eitt sindur meira av
futti í enn teir undanfarnu,
og vóru kanska eitt sindur
øðrvísi enn tey grand prix
løgini vit kenna til framm-
anundan.
"Prinsesse" er nakað,
sum tú kallar tína útkárnu,
søgdu
Zididada
verða
grundgevingina fyri heit-
inum á teirra lagið. Popp-
duoin við Jimmy Colding
og
Danny
Linde
var
frammanundan útnevnd til
ein av teimum stóru favo-
rittunum. Og at framføra
dugdu menninir eisini. At
teir hava seks ár á baki sum
tónleikarar sást aftur í teirra
upptraðkan. Forsangarin,
Jimmy Colding, reyk niður
av pallinum og yvir til
borgarstjóran
í
Århus,
Louise Gade, og sang, og
líka skjótur var hann aftur
uppi á pallinum. Og um
borgarstjórin hevur verið
ein av teimum, sum hevur
sent sína atkvøðu til Zidi-
dada er ilt at meta um, men
teir vunnu sær so eitt pláss í
finaluni.
Hon framførdi í brúðar-
kjólanum. Hetta vísti seg at
vera tað, sum var mest
spennandi við triðseinasta
solistinum leygarkvøldið.
Nanna Larsen framførdi sítt
egna lag, "Kys mig engang
til". Men brúðarkjólin var
ikki nóg mikið til at tryggja
sær eitt pláss í sólini, og
tískil sat Nanna Larsen
millum tey fimm, sum ikki
sluppu víðari.
Favoritturin
Næstseinasti sangurin á
skránni var "Hvorend du
går", sum Ditlev skuldi
framføra. Lagið er skrivað
av Søren Poppe, sum fyri
fáum árum síðani sjálvur
vann Dansk Melodi Grand
Prix við bólkinum Rollo og
King, og sum endaði á ein-
um øðrum plássi til altjóða
Melodi Grand Prix. Ditlev
var frammanundan skýrdur
at vera favorittur at vinna,
og veddingarfyritøkur góvu
lítið av peningi aftur um
hann hevði vunnið. Men so
var ikki. Hann stóð tryggur
á pallinum, og tann íoyra-
fallandi, melidiøsi popp-
tónleikurin svingaði væl.
Nóg væl til eitt pláss í
finaluni. Men so heldur
ikki meira enn tað.
Longu til aðalroyndina
gjørdist tað greitt, at sangur
nummar 10 var tað heilt
stóra
yvirraskilsið
til
showið leygarkvøldið. 29
ára gamli Tomas Thordar-
son sang lagið "Sig det´
løgn" hjá Ivar Lind Greiner.
Tær eksotisku latinorútm-
urnar fyltu salin, og tann
sjarmerandi Tomas hevði
salin í síni hond. Og aftaná
framførsluna var tað heilt
greitt. 4000 fólk fara ikki
skeiv, og lógvabrestirnir
vóru so nógvir, at so at siga
ongin ivi var um, hvussu
kvøldið fór at enda.
Men síðsta orðið var tó
ikki sagt enn. Fimm final-
istar skuldu fyrst finnast.
Petsi endaði sum kunnugt
millum fimm tey bestu, og
enn einaferð kom hon
meistarliga frá síni fram-
førslu.
Hinir fýra sangirnir vóru
sangur nummar tvey, sjey,
níggju og tíggju.
Det´ ik´ løgn
Tað var danska fólkið, ið
skuldi kjósa vinnaran við
telefon- og smsatkvøðum.
Meðan talt varð saman
millum finaluna og til
sjálva finaluna hevði DR
fingið
nøkur
garvað
tónleikafólk at framføra.
Svenska jazzsangarinnan,
Lisa Ekdahl, var tann fyrsta
á pallinum av hesum. Hon
framførdi eitt lag, og síðani
kom
eitt
nýtt
danskt
stjørnuskot, Alex.
Tá talt varð upp til final-
una var tað århusianski
bólkurin, sum eisini hevur
verið á vitjan í Føroyum,
Michael Learns to Rock, ið
skuldi halda áhoyrararnar
heitar.
Atkvøðugreiðslan vísti
seg fyri Petsi at gerast eitt
slag av endurtøku frá 2002
tá Pætur við Keldu var við.
Tá atkvøðurnar vórðu tald-
ar upp hevði Petsi fingið 26
stig, og gjørdist hetta til eitt
fimta pláss. Men at enda
millum finalistarnar má
sigast vera eitt megnaravrik
í sær sjálvum í eini so
harðari kapping.
Eisini fyri grannarnar
gjørdist hetta eitt slag av
deja vu. Teir endaðu á
øðrum plássi, júst sum fyri
tveimum árum síðani.
Fólkið hevði talað, og tey
góvu Tomas Thordarsyni
toppkarakter. Hann fekk 60
stig tilsamans. 12 stig frá
øllum teimum fimm økjun-
um, og sigurin var komin í
hús.
Vinnarin fær heiðurin at
umboða
Danmark
til
innleiðandi kappingina til
altjóða Melodi Grand Prix,
sum verður í Turkalandi 12.
mai. Sjálv finalan verður
15. mai.
Hvussu er ella ikki, so
megnaði Petsi í øllum
regninum at syngja seg inn
í fleiri hjørtu við síni
framførslu. Og ongin ivi er
um, at torføru uppgávuna
megnaði hon at loysa sum
einki.
Petsi strálaði í regninum
Petsi Tvørfoss endaði á einum fimta plássi til danska
Melodi Grand Prixið leygarkvøldið. Hon hevði allan
salin við sínar føtur tá hon framførdi, og hon stóð
seg eisini meistarliga væl
C
M
Y
K
23
22