Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 21 Felagið Agape hevur skeið 20. - 21. februar í Meinigheitshúsinum í Havn Evnið: Sorg og kreppa Undirvísarar: Connie og Mads Noer, psykotera- peutar og familjurráðgevarar við drúgvum roynd- um innan undirvísing, samtalu og ráðgeving. Undirvísingin byrjar fríggjakv. kl. 19.30. Kostnaður 450 kr. Nærri fæst at vita og fráboðan um luttøku hjá Viggo Johannesen, tlf. 321175 ella Sólbjørg Símunarson, tlf. 310899 Hjartaliga vælkomin. Toll- og Skattstova Føroya Avloysarastørv sum málsviðgerar Søkt verður eftir 2 avloysarum vegna barnsburðarfarloyvi fyribils í 1 ár til eftirlits- og innheintingardeildina í Streym- oyar øki at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Virkiseftirlitið: Arbeiðið fevnir um at umsita vinnuskrá- setingina og hartil hoyrandi uppgávur. Innheintingin: Arbeiðið fevnir um dagliga málsviðgerð av almennari skuld,herundir gera gjaldsavtalur,útrokningar av gjaldførisførleika og svara munnligum og skrivligum spurningum frá viðskiftafólki.Viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við ein pantifúta. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava HH-útbúgving. Við- komandi skulu vera arbeiðssom og fyrikomandi, og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving,v.ø.o.sjálvstøðug størv í góðum arbeiðs- umhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tey, ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um størvini fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, Hallbjørg Hansen, deildarleiðara, á tlf. 31 02 60. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í sein- asta lagi 23.februar 2004 Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- ráðnum, hvørs upp- gáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis- skatta- og avgjalds- lógirnar, inntøku- skattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skip- aður soleiðis, at plan- legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi koma at starvast, er á Smyrilsvegi, Posttoll- deildin heldur til á Óðinshædd og Toll- búðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo Húsini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag R. C. Effersøesgøta 30 í Tórshavn verða lýst til sølu. Húsini eru bygd í 1968 og eru uml.290 m2 i trimum hæddum kjallara,miðhædd og loft. Í húsinum eru 7 skrivstovur og 2 fundarhøli.Teldunet er innlagt í húsið. Húsini liggja mitt í býnum. Parkeringsøki, sum rúmar 8-10 bilum er aftanfyri húsini. Húsini er vælegnaði til skrivstovuhølir, men niðasta hæddin kann eisini brúkast sum handilshølir. Áhugað, sum ynskja at síggja húsini, kunnu venda sær til umsitingina í Vinnu- húsinum. Møgulig boð upp á húsini skulu latast skrivliga til Vinnuhúsið, umvegis fax ella teldupost á industry@industry.fo Myndir av húsinum innan og uttan eru at síggja á heimasíðu okkara www.industry.fo ________________________________________________________________ Vinnuhúsið · Boks 1038 · R. C. Effersøesgøta 30 · FO-110 Tórshavn Tlf. +298 31 18 64 · Fax +298 31 72 78 · E-mail: industry@industry.fo Lágargarður søkir eftir húsavørði Hálvtíðarstarv sum húsavørður er leyst at søkja til setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Umsøkjarar skulu hava maskinmeistaraútbúgving og skulu kunna arbeiða aðru hvørja viku. Starvið er lønt sambært sáttmála ímillum Maskin- meistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við neyðugum prógvum møguligum við- mælum skulu sendast til Leiðaran á Lágargarði Stoffalág 84 Box 1188 110 Tórshavn Meira fæst at vita um starvið við at ringja 316788. Umsóknarfreistin er til mikudagin 25.februar 2004. Røktar- og umlættingarheimið Kunngerð um innangarðsútskiftingarfund í Hesti Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður boðað til útskiftingarfund í Hesti mikudagin 12. mai 2004 kl. 10.00. Til viðgerðar verður innangarðsútskifting av Hests bygd. Nevndarlimirnir eru Jytta Juul, Funningur og Jákup Skoradal, Miðvágur. Tórshavn, tann 4. februar 2004 N. v. Øssur Á. Midjord, útskiftingarnevndarformaður www.sosialurin.fo Hóast tað kanska ikki gekk eins væl, sum tað varð spátt undan kappingini, so vóru stuðlarnir hjá Petsi væl nøgdir. Og teir vóru ikki so fáir GRAND PRIX Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Atletion, Århus: Merkið veittraði dúgliga í Atletion leygarkvøldið. Bæði til aðalroyndina og til sjálva beinleiðis sendingina sóust fitt av føroyskum fløggum. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa sína familju við til eitt tílíkt tiltak. Tey fleiri enn fýratúsund atgongu- merkini vórðu seld, áðrenn tey høvdu verið lýst til sølu í ein tíma. Sostatt var tað ringt hjá familjuni at sleppa sita saman til sjálvt Grand Prixið, men til aðalroynd- ina var ein stórur partur av einum blokki fullur av føroyingur. Og fløggini veitraðu óført. Aðalroyndin í sær sjálvum var eitt sindur langdrigin, men tað var tað vert fyri føroysku áskoðar- arnar - fyri teir fýra minutt- irnar, ið Petsi átti av aðal- royndini. Í fleiri bólkum Hóast tað varð dúgliga býtt út við donskum fløggum, so sóust føroysku fløggini eisini rímiliga væl til sjálvt Grand Prixið leygarkvøld- ið. Fólk møttu í góðari tíð, og lagið var framúr gott longu væl áðrenn, at tann fyrsti sangurin varð sungin. Kring um í Altetion vóru veitraði pappírsútgávur av Merkinum. Til endamálið vóru nøkur vinfólk hjá Tvørfoss familjuni umvend til føroyingar. Tey vóru væl útgjørd við føroyskum fløggum og skeltum. Skelt- ini vóru skrivaði við bæði føroyskum og donskum orðum. Onkur føroyingur uttan fyri Tvørfoss bólkin var eisini í Atletion leygar- kvøldið. Tey gjørdu øll sítt fyri at stuðla Petsi. Danskir fjølmiðlar løgdu eisini til merkis, at onnur fløgg enn tey donsku vóru í Atletion. Og Petsi sjálv legði so avgjørt eisini til merkis, at fólk vóru komin at stuðla henni. Stuðulin bilaði ikki Heidi Tvørfoss stóð á odda fyri at býta fløggini út millum føroysku áhoyrarnar. Mynd: Nicolai Lorenzen Ommurnar báðar ivaðust ongantíð í at fara til Danmarar at fylgja ommudótturini í Melodi Grand Prix. À myndina síggjast eisini lítlasysturin hjá Petsi, sum er uppkallað eftir Tvørfoss ommuni, og mamman, Heidi. Mynd: Nicolai Lorenzen Bæði familja og kenningar gjørdu sítt fyri at stuðla Petsi - bæði á føroyskum og á donskum. Mynd: Nicolai Lorenzen Merkið var sjónligt í Atletion leygarkvøldið. Mynd: Nicolai Lorenzen Sosialurin í Århus: Blaðfólkini Ingrid Bjarnastein ogHeri á Rógvi og fotografurin Nicolai Lorenzen C M Y K 21 20