Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 19 UTTAN ÚR HEIMI Vilja ikki hava skattalætta Norska stjórnin hevur lovað fólkinum tólv milliardir krónur í skattalætta næsta ár, men nú siga nógvir norð- menn, at teir vilja ikki hava lættan. Ein meiningakanning í blaðnum Dagsavisen í gjár avdúkaði, at 45 prosent av teimum spurdu mæla stjórn- ini frá at seta skattalættan í verk. 44 prosent vilja fegin hava lættan, tvey prosent siga, at tað ger teimum tað sama, og níggju prosent vita ikki, hvat er tað rætta. Tað eru serliga tey eldru, sum mæla stjórnini frá at seta skattalættan í verk. 60 prosent av teimum spurdu, sum eru oman fyri 60 ár, vilja ikki hava lættan. Bara 27 pro- sent siga ja. Hjá teimum yngstu er støðan beint tann øvugta. Av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, siga 50 prosent, at tey vilja hava skattalættan, meðan 31 prosent halda, at skatturin er í lagi, sum hann er. KT-størv hvørva Tey, sum arbeiða í donsku KT-vinnuni, eiga ikki at gera sær bjartar vónir um framtíðina. Tað vísir seg, at nógvar danskar fyritøkur hava og fara at leggja sínar KT-deildir niður, tí tað lønar seg nógv betur at lata aðrar taka sær av uppgávunum. Hetta kann sambært Ole Kjærgaard hjá PA Consulting hava við sær, at ein fimtapartur av størvunum í donsku KT- vinnuni fara at hvørva tey næstu árini. Tað fer at hava við sær, at nakrar fáar fyritøkur fara at átaka sær upp- gávurnar hjá hinum fyritøkunum, men samstundis er tað greitt, at kappingin við útlendskar fyritøkur fer at harðna, sigur Ole Kjærgaard við Jyllandspostin. Ein orsøk til gongdina er, at KT-vinnan gerst altsamt meiri og meiri torgreidd, og tí er tað ein spurningur, hvussu leingi tað loysir seg hjá fyritøkum at útbúgva fólk til hetta arbeiðið. Í nógvum førum er tað bíligari at lata onnur gera arbeiðið. Meiri fiskavørur Norðmenn útfluttu í januar fiskavørur fyri 2,2 milliard- ir norskar krónur, og tað var væl meiri enn í sama mán- að í fjør. Sambært Aftenposten var vøksturin 15 prosent. Størsta framgongdin var á brasilska marknaðinum, sum keypti norskar fiskaúrdráttir fyri 152 milliónir krónur í síðsta mánað. Tað var meiri enn tvær frerðir so nógv sum í januar í 2003. Brasilar keyptu meiri klipp- fisk, sum var virkaður úr toski og upsa, og útlitini á hesum marknaðinum eru góð, tí brasilski búskapurin er í menning. Norski laksaútflutningurin til ES-londini vaks eisini. Hann var 820 milliónir krónur, og tað var 13 prosent størri enn í januar í fjør. Prísurin hevur kortini verið lægri í ár, tí norðmenn útfluttu 16 prosent meiri laks í januar í ár enn í sama mánað í fjør. Sambært Aften- posten vaks nortski fiskavøruútflutningurin til Eystur- evropa og Japan eisini í januar. Skulu bjarga bygdunum Í Danmark er vandi fyri, at nógvar av teimum smáu bygdunum fara at doyggja út, men nú eru tað summi, sum halda, at teir útlendsku innflytararnir kanska kunnu bjarga bygdunum. Ein høvuðstrupulleiki á bygd er, at eingin er at taka við, tá teir gomlu handilsmenninir leggja frá sær, tí tað yngra ættarliðið tímir ikki at fáast við bygdahandil. Samstundis eru handlarnir ein so týðandi partur av bygdalívinum, at tá teir lata aftur, flyta fólk aðrastaðni. Kanska kunnu innflytararnir loysa hendan trupul- leikan. Myndugleikarnir ætla í hvussu er at royna, og teir hava játtað 300.000 krónur í fyrsta umfari sum eina roynd. Ætlanin er at fáa ímillum 10 og 20 innflytarar at taka við sum handilsmenn á bygd teir næstu tólv mán- aðarnar. Ein fyrrverandi norskur politikari vil vera við, at Vladimir Putin, forseti, hevur beint fyri teimum, sum ætlaðu at bjóða honum av á forseta- valinum í næsta mánað SKULDSETING Árni Joensen: fartekst@mail.dk – Tað er eingin ivi um, hvør tað er, sum skipar fyri, at tann politiska andstøðan í Russlandi verður avrættað. Tað kann bara vera Vla- dimir Putin. Orðini eigur fyrrverandi verjutalsmaðurin hjá norska Høgra-flokkinum, Ingvald Godal, sum ikki legði fingrarnar ímillum, tá hann sunnukvøldið al- mannakunngjørdi eitt tíð- indaskriv. Hann vil vera við, at tað var Putin, sum skipaði fyri bumbuspreing- ingunum í fleiri íbúðarhús- um í Moskva á heysti í 1999 fyri at rudda slóð fyri sær sum eftirmanni hjá Boris Jeltsin. Hann vil eis- ini vera við, at tað var russiska trygdartænastan, sum skipaði fyri gíðsla- tøkuni í einum leikhúsi í Moskva í 2002. Upprunin til tað sera hvassorðaða tíðindaskrivið eru helst tíðindini um, at fyrrverandi formaðurin í russiska tjóðartinginum, Ivan Rybkin, hvarv sein- asta hóskvøld. Hann er kendur sum mótstøðumað- ur hjá forsetanum og hevur stillað upp til forsetavalið í næsta mánað. Ingvald Godal vísir á, at Berezovskij er ikki tann fyrsti avbjóðarin hjá Putin, sum er horvin ella fyri- beindur. Í apríl í fjør varð andstøðupolitikarin Sergej Jusjenkov skotin á gøtuni í Moskva sama dag, sum hann hevði skrásett sín nýggja flokk Tað Fræls- lynta Russland. Tríggjar mánaðir seinni doyði ein annar andstøðupolitikari av eitran, og fyrrverandi gen- eralurin Aleksandr Lebed, sum eisini var forsetaevni, doyði í einari tyrluvan- lukku í apríl í 2002. Leggur russiska forsetan undir at hava myrt sínar mótstøðumenn Vladimir Putin. Nú verður hann lagdur undir at beina fyri sínum mótstøðumonnum og at skipa fyri yvirganginum í Russlandi. Á lívi eftir eina viku undir húsatoftunum Tvey fólk eru bjargað undan húsatoftunum í turkiska býnum Konya. Tey høvdu hvørki fingið vátt ella turt í seks samdøgur BJARGING Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fólk klappaðu av gleði, tá bjargingarmenninir bóru ta 23 ára gomlu Yasemin Yapraki undan húsatoftun- um í Konya gjáramorgunin. Har hevði hon ligið, síðani íbúðarhúsini, sum hon búði í, rapaðu mánakvøldið í síðstu viku. Hon bleiv bjargað, tí bjargingarmenn- inir hoyrdu onkran rópa og biðja um vatn. Yasemin Yapraki var stødd í íbúð síni saman við manninum og einari átjan mánaðar gamlari dóttur, tá húsini rapaðu. Í gjár fekk hon at vita, at bæði maður- in og dótturin vóru á lívi. Sunnudagin var eisini gleði í Konya. Tá funnu bjargingarmenninir tann 16 ára gamla Muhammet Kal- em undir húsatoftunum. Hann greiddi frá, at hann hevði hoyrt bjargingar- menninar fleiri ferðir, og at hann tí væntaði at verða bjargaður. Tann 16 ára gamli Muhammet Kalem var væl fyri, hóast hann hevði ligið seks samdøgur undir húsatoftunum C M Y K 19 18