Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 17 Sunnudagin hevði nývaldi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, almenna móttkøku á Tvøroyri, har nógv fólk nýtti høvi at heilsa uppá MÓTTØKA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sunnudagin upplivdu suð- uroyingar nakað, sum teir aldrin hava upplivað fyrr. Og tað er, at ein nývaldur løgmaður hevur almenna móttøku í Suðuroynni. Nú Jóannes Eidesgaard er valdur til løgmann, varð, sum vant, almenn móttøka í Tinganesi. Men hesuferð hevði hann eisini gjørt av at hava eina almenna móttøku í Suður- oynni, har hann er valdur. Og tann móttøkan var á Hotellinum á Tvøroyri sunnudagin seinnapartin. At Løgmaður eisini kom suður at hitta síni egnu, varð nakað, sum suðuroy- ingar virdu høgt. Tað vóru fleiri, sum høvdu á orði, hvussu fegin tey vóru, at løgmaður eisini virdu sínar veljarar so mikið høgt, at hann kom suður at heilsa upp á tey. Og tað vóru nógv, sum nýtti høvi til at heilsa uppá løgmann. Eini 250 fólk vóru á hugnaligu móttøk- uni, har tey bjóðaðu leski- ligan pinnamat og hvítvín og djús. Tað vóru fólk úr allari oynni og við øllum politisk- um litum, ið nýtti høvi at bera nývalda løgmannin øll góðynski. Har vóru bæði politikarar, valevni, vinnu- lívsfólk og fólkið á gøtuni. Skulu merkja vaktarskiftið Sjálvur helt Jóannes Eides- gaard, at tað hevði týdning, at eisini fólk uttanfyri mið- staðarøkið í Føroyum fingu at merkja, at eitt vaktar- skifti var farið fram í før- oyskum politikki. Og hann helt, at onki var meiri sjálvsagt, enn at hann eisini kom suður at heilsa uppá sínar egnu veljarar í samband við eina so stóra hending. Hann takkaði einaferð enn fyri tað stóra álit, hann hevði fingið. Og hann fegnaðist eisini um tað sterka baklandið, hann hevði í Suðuroynni, sum hann segði, var avgerandi, tí ongin politikari er sterk- ari enn tað bakland, hann hevur. Hann segði, at samgong- an hevði sett sær nøkur politisk mál, eisini mál, sum høvdu við Suðuroynna at gera. – Eg fari at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til tað álit, eg havi fingið, so at vit øll, tá ið valskeiðið er liðugt, kunnu sita eftir við eini kenslu av, at eg havi gjørt tað, eg havi verið mentur. Suðuroyggin væl umboðað Jóannes Eidesgaard er tann 11. løgmaðurin síðani heimastýrislógina. Og ikki kann sigast ann- að enn at Suðuroyggin hevur verið væl umboðað. Av teimum 11 løgmonn- um, ið hava verið síðani heimastýrislógina, hava heilir fýra verið úr Suður- oynni - og teir hava allir verið av Tvøroyri. Hinir tríggir eru Kristian Djur- huus, Petur Mohr Dam og Atli Dam. Og tilsamans hava suður- oyingar higartil átt løg- mannin í heili 33 ár av teimum skjótt 56 árunum, ið eru farin, síðani heima- stýrislógin varð sett í gildi. Tað er meiri enn helvtin av tíðini. 250 fólk heilsaðu upp á løgmann Ein hin fyrsti at ynskja nývalda Løgmannin um, Jóannesi Eidesgaard, eina hepna hond, var Hilmar Bech, sum hevur verið løgtingsmaður og løgtingsformaður fyri javnaðarflokkin í nógv ár Hendan ynskti so hjartaliga tillukku Eisini hesar báðar stukku inn á gólvið Býráðslimir á Tvøroyri vóru eisini og heilsaðu upp á Løgmann Eisini vinnulívsmenn hittu Løgmann Tvørafólk vóru fegin um, at løgmaður var komin suður at hitta fólk Yngsti gesturin á móttøkuni var onki fyri hetta rokið Onkur sandvíkingur stakk eisini einn á gólvið Tveir gamlir sjómenn, Martin Eidesgaard, vinstrumegin og Viberg Sørensen, høvdu okkurt at práta um Nógv var at práta um Hesi hugnaður sær Jens Johannesen, vinstrumegin, Henrik Old í miðjuni og Petur Hammer høvdu okkurt at práta um. Tað sigst, at tað var Hovstunnilin, sum var á skránni C M Y K 17 16