týsdagur 10. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 10. februar 2004
15
Tað koma ov nógvar
og ógreiðar útmeld-
ingar frá samngongu-
fólki um skattalætta-
uppskotið, heldur
formaðurin í Starvs-
manafelagnum
SKATALÆTTI
Edvard Joensen
Fíggjarmálaráðið: Upp-
skotið um skattalætta hjá
landsstýrismanninum við
fíggjarmálum er ov ógreitt.
Har eru ov nógvar ymiskar
útmeldingar, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, formaður í
Starvsmannafelagnum.
Hann var teirra millum,
sum
landsstýrismaðurin
hevði stevnt til fundar í
F í g g j a r m á l a r á ð n u m
fríggjadagin
í
seinastu
viku.
Starvsmannaformaðurin
metir ikki, at nakað nýtt
kom fram á tí fundinum.
Har fekst einki at vita, sum
hann ikki visti undan
fundinum, sigur Gunnleiv-
ur Dalsgarð. Tað tykjast
vera nógvir leysir endar
enn fyri at fáa politisku
kabalina at ganga upp, hel-
dur hann.
Hann sigur um uppskotið
um skattalætta, sum fyri-
liggur, at tað fer at geva
fleiri av limum Starvs-
mannafelagsins ein hampi-
ligan skattalætta. Men tað
vera eisini limir í felagnum,
sum ikki fáa nakað serligt
burturúr.
Hann metir, at uppskotið
fer at verða broytt nakað,
áðrenn tað verður lagt fyri
tingið, so hann hevur hug at
bíða eitt sindur enn, áðrenn
hann vil geva tí nakran
endaliga dóm.
Hann metir fundin á
Argjum fríggjadagin sum
eina roynd at kyrra fakfel-
øgini heldur enn nakran
upplýsandi
fund,
sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum heldur, at
landsstýrismaðurin eigur at
vera eitt sindur varin við
skattalætta, um einki er at
seta í staðin.
Landsstýrismaðurin
segði á fundinum í Fíggjar-
málararáðnum, at pening-
urin liggur best í lumman-
um hjá borgaranum, tí tá fer
hann í stóran mun í umfar
sum vaksandi virksemi í
samfelagnum og kemur so-
leiðis aftur til landskassan.
– Tað kann ljóða skilagott
at siga so, heldur formaður-
in í Starvsmannafleagnum,
men vísir í sama andadrátti
á, at um tað ikki hendir, so
er galið.
Skatturin er grundarlagið
undir
vælferðini,
sigur
Gunnleivur Dalsgarð. Og
verður skattainntøkan burt-
ur, fer tað heilt greitt at
ganga út yvir vælferðina.
Og so verða tað fleiri, sum
kenna sviðan heldur enn
ágóðan av skattalættanum,
metir hann.
Á fundinum í Fíggjar-
málaráðnum hevði Gunn-
leivur Dalsgarð hvassliga at
landsstýrismanninum,
Bárði Nielsen, tá hesin
fanst at pressuni fyri at
hava vavt málið um skatta-
lætta í ein ellibita, soleiðis
at fólk púra hava misskilt
tað.
Gunnleivr Dalsgarð metti
hinvegin, at pressan júst
hevði gjørt sítt arbeiði til
lítar við at vísa á teir veik-
leikar, sum eru í uppskotin-
um.
Uppskotið um
skattalætta er ein
skandala, sum bara
fer at breiðka gjónna
millum tey lágløntu
og restina av
samfelagnum, sigur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
SKATTALÆTTI
Edvard Joensen
Fíggjarmálaráðið: –Upp-
skotið um skattalætta er ein
skandala. Tað fer at breiðka
gjónna millum okkara limir
og restina av samfelagnum.
Vit kunnu yvirhøvur ikki
góðtaka tað, sigur formað-
urin í Havnar Arbeðs-
mannafelag, Hans Joensen.
Hann er sannførdur um,
at talan er um rossahandil
fyri at fáa kapitalistarnar at
taka undir við Samhalds-
fasta, sigur hann. Hann
metir tað reint út sagt for-
kastiligt at tengja hesi bæði
málini saman.
– Hatta er gjørt fyri at fáa
fólk, sum fáa skattalætta
upp á 22.000,- krónur, at
gjalda 1.000,- krónur inn
aftur i Hin Samhaldsfasta,
sigur Hans Joensen.
Hann dylur ikki fyri, at
hann er ógvuliga misnøgd-
ur við tað uppskotið, sum
fyriliggur.
– Tað fer ikki at geva
nakað til tær inntøkurnar,
okkara felag umboðar, sig-
ur hann. Hinvegin fara tey,
sum frammanundan hava
tað rúmligt, at fáa meira.
Hann sigur, at tða tosað
verður um at fáa fólk at ar-
beiða meira, eiga samstun-
dis at verða settar nógv
greiðari reglur fyri, hvat
hugtakið
»tær
seinast
vunnu krónurnar« er.
Tað eigur heilt greitt at
vera víst til yvirtíðar-
arbeiði, sigur Hans Joen-
sen. Tað, sum liggur oman
fyri sáttmálabundnu lønina.
Og ikki bara eitt tal, sum
tann, ið hevur stóra inn-
tøku, kortini fær uttan at
arbeiða fleiri tímar.
– Tað er lætt nokk at sita
á síni fløtu reyv og fáa
oman fyri 300.000,- krónur
í inntøku og 22.000,- krón-
ur í skattlætta. Tá tímir tú
ikki at arbeiða eyka. So
hatta argumentið heldur
ikki, sigur hann.
Soleiðs sum hetta nú er
sett upp, kann landsstýris-
maðurin gott gloyma alt tos
um lønarsteðg í framtíðini,
sigur Hans Joensen. Tvørt-
ur í móti fer hetta bara at
elva til nógv størri lønar-
krøv, og tí ið harvið fylgir, í
framtíðini.
Hetta er ein beinleiðis
provokatión, og tað verður
ikki talan um, at vit fara at
halda aftur í okara krøvum,
verður hetta gjøgnumført.
Vit gloyma hetta ikki, sigur
formaðurin
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Fríggjadagin 20.
februar skipar
Ferðaráð Føroya
fyri evnisdegi um
økisferðavinnu í
Føroyum. Tiltakið
er ikki alment
FERÐAVINNA
Ferðaráð Føroya fer at
skipa fyri evnisdegi um
økisferðavinnu. Dagurin
er ætlaður fólki í ferða-
vinnuni, og fara umboð
fyri kunningarstovurnar
kring landið at umrøða
støðu og framtíðarútlit
hjá føroysku ferðavinn-
uni, sigur Ferðaráðið í
tíðindaskrivi.
Tosað fer at verða um
ymisk evni sum eitt nú
útjaðaraferðavinnu,
marknaðarføring, og um-
hvørvi og náttúru.
Stjórin í Ferðaráðnum,
Heri Niclasen, fer at hava
innlegg, sum grundað er
á innkomin uppskot frá
seinasta ferðavinnudegi.
Eisini fer at verða
tosað um verkætlanina
»Destination
Viking,
Sagas & storytelling« og
innlendismenning sum
heild, sigur Ferðaráðið í
tíðindaskrivinum.
Framløgufólk
verða
Birita Nolsø frá Ferða-
ráðnum, og Regin Debes
frá Føroya Fornminnis-
savni.
Tey, ið vilja frætta
nærri um tiltakið, kunnu
venda sær til Ferðaráðið
ella kunningarstovurnar
kring landið.
ej
Ógreitt útspæl
Gunnleivur Dalsgaarð, millum Bárð Nielsen, landsstýrismann, og Petur Alberg Lamhauge,
aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, metir, at tað eru ov nógvar óneyvar útmeldingar í skattalætta-
uppskotinum hjá landsstýrismanninum
Mynd: Jens Kristian Vang
Uppskotið er ein skandala
Hans Joensen, í miðjuni, kallar skattalættauppskotið fyri skandalu, rossahandil og provokatión
móti teimum lágløntu
Mynd: Jens Kristian Vang
Evnisdagur um
økisferðavinnu
15
14
Nr. 27 - 10. februar 2004
Føroyska felagið
Simprentis fer nú
rættiliga undir virk-
semi sítt. Oljuskeið
eru í Aberdeen og
London hendan
mánaðin, og 4. mars
verður fyrsta skeiðið
fyri almenninginum í
Føroyum
OLJUVINNA
Jan Müller
Vit hava fyrr skrivað um
Simprentis, sum ger og
veitir skeið í millum øðrum
leiting eftir olju. Skeiðini
eru sermerkt á tann hátt, at
luttakararnir læra við at
taka avgerðir í einum hugs-
aðum veruleika. Grund-
hugsanin er, at tú lærir bet-
ur, tá tú virkin tekur av-
gerðir – heldur enn bara at
sita afturá og móttaka upp-
lýsingar.
Hetta er ein undirvísing-
arháttur, sum vinnur frama
uttanlands, og skeiðini frá
Simprentis hava vakt stóran
áhuga bæði í Noregi og
Bretlandi.
– Fólk eru troytt av
skeiðum, har lítið annað
hendir
enn
at
upplýsingarnar fara inn
gjøgnum annað oyrað og
útaftur gjøgnum hitt. Virkin
undirvísing krevur nakað
av luttakarunum, og tað
vísir seg at virka, sigur
Ólavur Ellefsen frá Sim-
prentis.
Skeiðið er fyri øll, sum
vilja vita, hvat virksemi er
tengt at oljuleiting, og hvat
oljufeløgini í veruleikanum
brúka peningin til í sam-
bandi við leiting eftir olju.
Framvegis
eru
stórir
møguleikar í oljuleiting í
Føroyum, hóast tað sýnist
trekt at finna olju í rakstrar-
verdum nøgdum. Til dømis
kann nevnast, at samlaði
kostnaðurin av teimum 4
brunnunum, ið oljufeløgini
hava bundið seg til at bora í
Føroyum í 2005 og 2006,
liggur millum 600 og 800
mió kr, sum í størst møgu-
ligan mun skulu nýtast í
Føroyum.
Pláss verður fyri í mesta
lagi 24 luttakarum á fyrsta
føroyska skeiðinum, sum
verður í Havnini 4. mars.
Meira fæst at vita á
h e i m a s í ð u n i
www.simprentis.com
Simprentis bjóðar skeið í Føroyum
Tríggir saudi-arabarar, ið læra um oljuleiting á skeiði hjá Simprentis í Aberdeen
Verjuskipið
Tjaldrið hevur
verið uttanlands á
skipasmiðju í ein
góðan mánað
VAKTARTÆNASTA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongur sum ætlað, fer
vaktarskipið
Tjaldrið,
aftur í sigling síðst í
vikuni.
Tjaldrið hevur í meiri
enn ein mánaða verið á
Skipasmiðju í Skagen.
Á Skipasmiðjuni hevur
høvuðsarbeiðið verið at
sandblása skipið.
Og nú tað er farið í
dokk, eru eisini aðrar
ábøtur gjørdar, men leið-
arin á Fiskiveiðieftirlitin-
um, Elmar Højgaard, sig-
ur, at hetta eru bara
smáttarí.
Mong eru tey, sum
halda, at almennir stovn-
ar eiga fyrst og fremst at
hugsa
um
føroyskt
vinnulív, tá ið arbeiði
skulu gerast.
Men Elmar Højgaard
sigur, at so umfatandi
sandblásing, sum talan
her er um, verður ikki
gjørd í Føroyum.
Og hini arbeiðini, sum
skuldu gerast vóru bara
piparnøtur, sum hann
tekur til.
Annars hevur Vaktar
og Bjargingartænastan
ikki bjóðað síni arbeiði
út uttanlands, sum tað
sum er at gera við skip-
ini, hevur altíð verið
gjørt í Føroyum.
– So hetta er heilt av-
gjørt eitt undantak, sigur
leiðarin á Fiskiveiði-
eftirlitinum.
Framskrivingar og
inntøkumetingarnar
fyri 2004 vísa eitt hall
á góðar 396 mio.
krónur á Fíggjar-
lógini. Landsstýris-
maðurin við fíggjar-
málum, Bárður Niel-
sen, hevði ikki vænt-
að, at útlitini vóru so
døpur. Fyrrverandi
Fíggjarmálaráðharr-
in, Karsten Hansen,
heldur, at fíggjar-
politikkurin hjá ABC-
samgonguni er
ábyrgdarleysur
HALL Á
FÍGGJARLÓGINI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Búskaparligu útlitini fyri
2004 eru alt annað enn
bjørt. Við støði í Fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2004 siga nýggjastu fram-
skrivingarnar og inntøku-
metingarnar, at Fíggjarlóg-
in fyri 2004 fer at vísa eitt
hall á góðar 396. mio. krón-
ur.
Fíggjarlógaruppskotið
fyri 2004 hjá Karsteni Han-
sen og undanfarnu sam-
gongu var mett at geva 100
mio. krónur í yvirskoti.
Metingin í februar 2004
stendur als ikki í mát við
metingina hjá undanfarnu
samgongu í heyst.
Sambært nýggjastu met-
ingini hevur undanfarna
samgonga forroknað seg
við slakari hálvari milliard.
Her skal kortini leggjast
afturat, at politisku tiltøkini
hjá undanfarnu samgongu
eru ikki roknað við.
Verri enn væntað
Landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum, Bárður Niel-
sen, hevði ikki væntað at
útlitini vóru so døpur. Hann
hevði bæði vónað og vænt-
að, at betur stóð til í før-
oyska búskapinum
Í farnu viku førdi Bárður
Nielsen fram, at hann ætl-
aði ikki at tátta í búskapar-
liga, hóast búskaparliga
niðurgongdin er veruleiki.
Grundgevingin var, at táttar
tað almenna brádliga í bú-
skaparliga, kann støðan
gerast ilt verri.
Stóra hallið á fíggjarlóg-
ini fær Bárð Nielsen at um-
hugsa støðuna.
– Vit hava í løtuni ikki
gjaldførið til so stórt hall og
tí verið eg noyddur at um-
hugsa at gera nøkur tiltøk.
Til landsstýrisfundin hós-
dagin skal hvør landsstýris-
maður útgreina sítt málsøki
og síðan verður avgjørt,
hvørji tiltøk skulu fremjast,
sigur Bárður Nielsen.
Ábyrgdarleyst
Fyrrverandi Fíggjarmála-
ráðharrin, Karsten Hansen,
heldur fíggjarpolitikkurin
hjá nýggju ABC-samgong-
uni er ábyrgdarleysur. Hann
rør framm undir, at uttan at
gera nøkur tiltøk og bert at
framskriva tølini, gevur
fíggjarlógin sjálvsagt hall.
– Skal mann bert lata
standa til, er ikki neyðugt
við nøkrum fíggjarmála-
ráðharra, tí so kann mann
bara hava eina teldu at
framskriva tølini. Droppa
vit at gera intriv, ja so sjálv-
sagt endar tað galið, tá inn-
tøkurnar minka, sigur hann
Karsten Hansen leggur
afturat, at fakkunnleikin
hevur fleiri ferðir ført fram,
at føroyski búskapurin er
sterkur við røttu stýringini
og tí er ikki rætt at mála
ræðumyndir av føroyska
búskapinum.
Fíggjarlógin 2004:
Hall á 396 mio. krónur
Tjaldrið kemur
aftur síðst í vikuni
Tjaldrið hevur nú verið burtur í ein góðan mánaða, men
væntandi fer vaktarskipið aftur í sigling síðst í vikuni
C
M
Y
K
14