Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 6. februar fingu fýra plátu- og konstruktiónssmiðir prógv á Tekniska skúla í Havn. Felags fyri allar fýra er, at teir eru úr Vági og hava lært hjá Injector Door í Vági. Teir eru: f.v. Finnbogi Magnussen, Jóhan Sofus Müller, Napoleon Danberg, Vermund Vestergaard. Mynd: Jens Kristian Vang Tekniski Skúlin, Tórshavn: Plátu- og konstruktiónssmiðir úr Vági fingið prógv Fríggjadagin 6. februar lat Heðin Kambsdal upp framsýning í Galerie Focus í Havn. Heðin er føddur í 1951 í Fuglafirði og er útbúgvin lærari. Hann er eisini urgu- spælari og undirvísir m.a. í tónleiki. Sum myndlista- maður er Heðin sjálvlærd- ur. Hann sýnist at vera in- spireraður av amerikanska listamanninum Edward Hooper (1882-1967) sum ofta málaði stórbýar- myndir, hús og fólkatómar gøtur. Heðin hevur m.a. prýtt gongina í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði, møtisalin í Horbelev prestagarði á Falster og Føroya Banka í Fuglafirði. Hann hevur havt framsýningar í Føroy- um og í Danmark. Framsýningin verður opin til 20. februar, týsdag- fríggjadag frá kl. 14-18 og leygardag frá kl. 16-18. Heðin Kambsdal í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 10. februar. Scholastica, deyð umleið ár 542. Tví- burasystir Sankta Bænadikt úr Nursia sum stovnaði eina munkaskipan, ið skjótt kom víða um lond. Rani Wardum 25 ára starvsdag 1. februar 2004 hevði Rani Wardum politistur í Havn 25 ára starvsdag. Rani er 46 ára gamal og havnar- maður. 1. februar 1979 gjørdist hann politistanæmingur. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn. Hann var politistur í Århus frá 1. februar 1987 til 1. juni 1989, tá aftur bleiv settur sum politistur í Havn. Brynhild Djurhuus 60 ár Mánadagin 9. februar fylti Brynhild Djurhuus á Sendi- stovu Føroya í Keyp- mannahavn 60 ár. Brynhild er úr Vági, dóttir Ragnhild, f. Nico- demussen, ættað úr Skála- vík og Andreas Djurhuus, ættaður úr Porkeri. Hon tók preliminerprógv í Vági í 1960, og varð út- lærd sum skrivstovukvinna í 1963. Hon stóð í læru hjá P/F Shell á Viðarnesi í Havn. Hon hevur m.a. arbeitt á Fornminnissavninum 1970- 80, á Dansk Sygeplejeråd Føroya deild 1980-85 og á Sendistovuni frá 1985. Hon hevur eisini merkonom- útbúgving. Brynhild eigur tríggjar døtur: Dagny er sjúkra- systir og arbeiði sum nar- kosusjúkrasystir á Odense Universitetshospitali, hon er gift við Viggo Joensen úr Havn. Anna arbeiðir sum barnagarðspedagog, hon er gift við Páll Arge úr Havn, tey búgva í Asserbo og hava eisini "Asserbo kro", yngsta dóttirin, Kára, lesur á Københavns Universitet. Brynhild eg í dag gift við Niels Christiansen. Jákup Joensen 85 ár Í gjár fylti Jákup Joensen í Klaksvík, vanliga róptur Jákup á Ternuni, 85 ár. Tað, sum Jákup helst er kend- astur fyri, eru hansara smáu, men stuttligu við- merkingar, sum altíð fingu láturin at runga, tá hann kom at krevja pening frá ferðafólkunum Jákup er sonur Malvinu, f. Steffensen úr Árnafirði og Jákup Joensen, bónda í Gerðum í Klaksvík. Hann er giftur Steinvør, dóttir Olevinu og Heina Heinesen úr Kunoy. Tey eiga 3 børn. Leivur, giftur Áslu við Keldu í Klaksvík. Ingun gift Martin Jacobsen úr Vatnsoyrum og Anna Maria, gift Pól Poulsen úr Ljósáum. Næstelsta barnið, Heini føddur í 51, doyði bert 9 mánaðar gamal. Abbabørnini eru 6 í tali, Steinvør, Theodor, Jákup, Sigmund, Andrias og Andru. Lítla langabbadótt- irin eitur Rebekka Fonn. Í nøkur ár sigldi Jákup við fiskiskipum, til hann í 1948 byrjaði at sigla við posti fyri Hugo Gardar. Har var hann til 1970, tá hann fór at sigla við Ternuni um Leirvíksfjørð. Jákup er av arbeiðs- samastu monnum. Hann er kendur fyri at verða framúr kvikur maður, og á fjalli kom eingin honum nær í hegni og skjótleika. Í sjómansskapi er hann millum teir frægastu. Hann var sera hegnigur og legði nógv fyri, tá tað galt um at fáa post og vøru í land á brimplássum. Nógv eru tey, børn og kvinnur, ið hava fingið hjálp og troyst frá Jákupi, tá sjóverkur og ótti gjørdu um seg. Eitt av talentunum, Jákup fekk í vøggugávu, eru evn- ini at gera stuttligar við- merkingar. Ta gávuna hevur hann ikki grivið niður, men gevur av henni til gleði fyri øll, sum koma á hansara leið. Tann 23. oktobur 1966 var ógvusligt brim í Leir- vík. So stór vóru óløgini, at tey tóku bilarnar sum svávuleskjur út á sjógv. Ein maður var í einum av bil- unum, men hann varð tí- betur bjargaður. Nakað eftir hendingina, skrivar Kristan á Bakka soleiðis í Dimmalætting: "Eg stóð og hugdi at, tá óløgini komu. Tað var eitt satt Guds undur, at eingin mansskaði varð. Eg kann, sum eldri maður her á plássinum, siga so mikið, at tað var eitt vágaverk fyri skip og ferðafólk at royna at bjarga manninum úr bilinum, meðan hann fleyt. Tað var eitt satt mann- dómsbragd av skiparanum, Jákupi, sum greiddi at bjarga manninum og koma so væl frá tí. Er nakað heiðurstekin fyri bjargan av mannalívi, so meini eg avgjørt, at Jákup hevur tað uppi- borið." Tað kundi verið mangt at skriva um ein merkismann ein merkisdag. Men vit lata vera nóg mikið hesaferð og ynskja føðingardagsbarn- inum hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing á lívskvøldinum. Í gjár fylti Jákup Joensen í Klaksvík 85 ár. Mong minnast Jákup frá tíðini, tá hann sigldi við Ternuni um Leirvíksfjørð. Við sínum lætta og skemtingarsama lyndi, fekk Jákup altíð láturin at runga millum ferðafólkini C M Y K 13 12