Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 11 Nú nýggja landsstýrið bert hevur sitið í knappa viku eigur man at vera varin við at gera ov avgjørdar niður- støður um, hvussu byrjanin hevur hilnast. Nøkur mál hava elvt til miklan orðadrátt og eisini ónøgd, eitt nú setan av ávísum landsstýrismanni og avtalaði skatta- lættin. Tað vilja vit venda aftur til. Men broytingin frá tí undanfarna landsstýrinum til hetta við sjey ístaðin fyri nýggju landsstýrisráðum fer uttan iva at merkjast so ella so. Helst eru tey flestu samd um, at vit høvdu ov nógv ráð, spurningurin er nú, hvussu best verður frágingið, tá ráð skulu leggjast niður og leggjast saman. Vit hava áður á hesum stað sett spurnartekin við, hvussu rætt tað er at sundurlaða Oljumálaráðið. Tað er so ein politisk avgerð, sum er tikin. Spurningurin er so bara, hvussu orka, kreftir, vitan og fólk verða spjødd. Vónandi merkir henda broytingin ikki, at minni orka skal leggjast í ta komandi leitingina við Føroyar eftir olju og gassi, tí vit hava vitturliga brúk fyri at gera íløg- ur í nýggjar vinnuvegir, so samfelagið fær fleiri bein at standa á. Og tað vildi eisini verið eitt sera óheppið signal at latið víðari til oljuverðina, at vit nú eru farin at repa seglini og raðfesta hesa leiting minni – samtíðis sum oljufeløg jú hava bundið seg til at brúka hundrað- tals milliónir uppá kanningar og leiting á landgrunn- inum. Eisini hava vit meldað út til feløgini, at vit fegin síggja, at tey eru við í tí næsta leitiumfarinunum. At oljuleiting og oljuvinna als ikki eru nevnd í sam- gonguskjalinum er sera løgið. Hetta má vera eitt mis- tak, tá hugsað verður um, at okkum meira enn nakran- tíð tørvar vinnuligar avbjóðingar, og tá vit vita, at olju- feløgini longu hava bundið seg at brúka nærum eina milliard kr. uppá leiting komandi árini. Vónandi er ikki grundarlag fyri okkara ótta og er tað ein uggi, tá nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm í dag úttalar seg, at oljan fer at fáa eins stóra raðfesting í nýggja landsstýrinum sum í tí undanfarna. Vit vilja tó undirstrika her, at tað er óheppið, at flokkarnir, sum skipað hava nýtt landsstýri, hava gjørt tað mistakið at gloyma eina komandi oljutil- gongd í nýggja samgonguskjalinum. So um møguleiki er ella ætlanin er at gera eitt ískoyti til samgonguskjal- ið, so eigur hesin parturin at koma við eisini. Um ikki so mugu vit bara taka orðini hjá landsstýrismanninum fyri góða vøru. Eitt er sjálvandi, hvat stendur á papp- írinum. At man setir sær mál. Tað er týdningarmikið. Meira umráðandi er, hvat verður víst í verki. Vit fara annars at ynskja landsstýrismanninum, sum skal umsita hetta málsøkið, góða eydnu og vóna vit, at hesin parturin av vinnumálunum ikki bara verður eitt íkast ella hjápurtur men fær ein týðandi leiklut í nýggju vinnustrategi landsstýrisins, ið sjálvur løgmaður bæði undan valinum og eftir valið hevur lagt so stóran dent á, nevniliga at vit skulu arbeiða við langsiktaðum vinnuloysnum, har vit hava dirvi at taka nýggj stig og har vit vilja brúka okkara bestu fólk og sum so afturfyri skal tryggja samfelagnum framtíðar inntøkur og arbeiði til fleiri hendur. DAGSINS MEINING Sosialurin Framtíð og óvissa VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Landsstýrismenn eiga at umsita sítt egna øki Karaktermorð í nýggjari tíð: Heðin Zachariasen, løgtingsmaður Tað var ikki sørt ørkyml- andi at hoyra og lesa tað, sum Hans Pauli Strøm legði út við dagin eftir, sum hann var útnevndur lands- stýrismaður í bæði al- manna- og heilsumálum. Ein kundi fáa varðhugan av, at Hans Pauli Strøm eisini var settur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Mín áheitan skal verða, at landsstýrismenn av- greiða málini í landsstýrin- um, heldur enn at profilera seg sjálvan í fjølmiðlunum. Kann ein landsstýrismaður ikki tað, eigur Jóannes Eid- esgaard løgmaður at handla og seta onnur í landsstýris- sessirnar, hetta fyri at fáa arbeiðsfrið framyvir. Tað eigur at verða gjørt øllum, sum eru í landsstýrinum, púra greitt. Teir, sum søgdu tingsessin frá sær, eiga at gera sær hetta greitt, eins og teir, sum ikki náddu um tinggáttina, men hava fing- ið litið í hendur tað álitis- starv, tað er at verða lands- stýrismaður. Her skuldi verið nóg mikið at tikið hond í og sett í verk. Við ynski um gott sam- starv. Jón Ellendersen Prologur Í seinastuni hava vit í fjøl- miðlunum sæð fleiri størri og minni "politiskar skand- alur" verði umrøddar. An- finn Kallsberg var tann fyrsta, og tveir menn hildu hana vera so stóra, at teir brúktu 3 mánaðir at skriva eina bók, í høvuðsheitinum um Anfinn. Teir høvdu "prógvini" um, at Anfinn hevði logið um sína fortíð. Men sjálvt eg, sum búði uttanlands tað tíðina Frost- málið varð umrøtt minnist tó, at tað sum tá kom fram er júst tað sama, sum kom fram í bókini, Skjót Journa- listin. Hon burdi kanska itið: Skjót Anfinn Kalls- berg, tí tað var endamálið við bókini. Tað er synd at siga, at rit- høvundarnir vóru objekt- ivir; hetta sæst best við, at Anfinn Kallsberg yvirhøv- ur ikki verður spurdur um nakað sum helst, men allir møguligir aðrir persónar, sum eins væl kunnu hava sæð bókina sum ein møgu- leika til hevnd sum tað, at teir søgdu sannleikan. At umbera seg við, at teir vistu hvat Anfinn fór at siga ella, at hann higartil altíð hevði sagt .... dugir ikki í seriøs- um journalistikki. Og um journalistikkin er at siga, at hann meiri líkist eini her- ferð enn borandi journal- istikki. Nú havi eg onga floks- politiska ella aðra líknandi orsøk til at verja Anfinn, men eg havi eina aðra, og kanska størri orsøk til at gera tað: "Anstændighed". Ambrose Bierce sigur so- leiðis um tað, at ákæra ein annan: "Áhaldandi at tosa um at ein annar maður er sekur, er eitt tekin um, at tú roynir at rættvísgera teg sjálvan fyri at hava framt órætt móti honum". Og júst í hesum førinum: Anfinn Kallsberg kundi tað sæð út til, at fleiri og fleiri, serliga politikarar, áhaldandi hava verið noyddir til at siga eitt ella annað um Anfinnsá tign og tað ómøguliga í, at hann aftur sleppur at røkja ein landsstýrissess, tí teir ikki eru so vísir í, at ákæran er serliga rættvís. Prógvið um hetta sæst nú í tí, at Anfinn fær formans- sessin í Løgtingsins Fíggj- arnevnd. Var hann ov sekur til ikki at koma í Landsstýr- ið, var hann í veruleikanum eisini og sekur til at fáa henda nevndarsessin. Eg ætli mær, í 4 fylgjandi pørtum, at viðgera tað, sum eg meti sum eitt hitt størsta karaktermorði í føroyskari søgu, og tað er mín pá- standur, at orsøkin fyri hes- um karaktermorði heilt ein- falt er henda: Tjóðveldis- flokkurin vildi sleppa av við Anfinn, so teir sjálvir kundu fáa løgmanssessin, og tí hildu teir seg hava, sum teir siga í Olsen harka- liðnum, "eina plan". Tey krøvini, teir at enda settu fram vóru soleiðis orðað, at Anfinn í veruleikanum einki annað kundi, enn at leggja frá sær, og so slapp Høgni Hoydal framat sum løgmaður við tað, at hann var varaløgmaður. Mín pástandur er, at Tjóðveldisflokkurin for- roknaði seg. Teir høvdu so avgjørt væntað, at Anfinn legði frá sær, tí krøvini høvdu nettupp eina slíka orðing, at tað var tað ein- asta, Anfinn kundi gera í teirra eygum. Teir høvdu bara gloymt, at Anfinn hevði ein møguleika aftur- at: At leggja frá sær og útskriva nýval. Men eg havi eisini eina aðra ætlan við hesi greina- røð: At fáa føroyskar polit- ikarar at vakna! Tað ber ikki til at halda fram á henda hátt, tí endin verður, at teir einastu sum síðani stilla upp til løgtingsval eru teir, sum eru nóg frekir og kaldir. Tí hvør maður ella kvinna hevur ikki okkurt, sum kann gravast fram úr fortíðini, eingin! Vit mugu ikki vera so veruleikafjar at vit ikki duga okkum at vera líka erlig sum farieseararnir: Tá Jesus segði, tann sum er reinur, kasti fyrsta steinin, sleptu teir steinunum og fóru til hús. Men føroyskur politikkur í dag er merktur av, at "fariseararnir" ikki sleppa steinunum, men grýta sum ongantíð fyrr, hetta hóast eingin teirra er reinur. Eg fari at heita á tykkum um at lesa allar partarnar, og so koma við eini niður- støðu. Ger mær tann beina, ikki at kommentera hvønn part fyri seg, tí samanhang- ið er rættiliga neyðugt. So gev tær tíð, les allar partar- nar, og kommentera síðani røðina. (framhald: Dreyfus og Tønnes tilburðirnir) VIÐMERKINGAR Fortaping Kallsbergs lutvíst avmarkað Beinleiðis spurningur til Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eides- gaard Jústinus Leivsson Eidesgaard justinus@post.olivant.fo Í Degi og Viku hóskvøldið fingu vit borgarar at vita, at fyrrverandi løgmaður An- finn Kallsberg nú er tikin inn í hitan aftur soleiðis partvís, og hann er settur sum formaður í týdningar- mestu nevd løgtingsins, fíggjarnevndin. Hesin seinasti leikurin í fólkaræðinum ger meg ikki minni undrandi. Hvussu ber tað til, at ein maður, sum sambært for- monnum sambands, javn- aðar og tjóðveldisflokksins er so óálítandi, at hann ikki kann brúkast til nakran sess í landsstýrinum, nú knapp- liga verður settur til for- mann fyri nevndini sum skal gera øll uppskot um fíggjarviðurskifti borðbær, áðrenn tey verða løgd fyri tingið? Og hetta hendur við væl- signilsi frá sambandsflokk- inum og javnaðarflokkin- um, hvørs formenn val- kvøldið dømdu Anfinn at vera so óálítandi, at hann kundi ikki brúkast til nakað sum helst í landsins leiðslu. Tá eg sum borgari slett ikki forstandi hetta, so hava tit sum flokksformenn eitt forkláringsproblem móti- vegis mær, og eg haldi tað er tykkara skylda at sissa meg og kanska sannføra meg um alt er rætt allíkavæl og í fínasta ordan í sam- feldari fordragiligheit. Eg spyrji ikki formann Tjóð- veldisflokksins, tí hann er líka sum settur út av spæl- inum í leikinum um at taka Anfinn inn aftur í hitan. Óreglusemi Anfinns varð uppdagað og rættað. Tað kostaði ikki samfelagnum eitt oyra. Tað bleiv ongantíð til eitt rættarmál og tí ber ikki til at tosa um tað sum eitt revsimál nú langt eftir at málið er fyrnað og ongan møguleika hevur at vera roynt í rættinum. Fjølmiðl- arnir eru ikki dómsvald og skulu heldur ikki vera tað í einum fólkaræði. Nú situr landsstýrismað- ur, hvørs vinnulívsroyndir hava kostað okkum skatt- gjaldarum 73 milliónir krónur og har er ongin trup- ulleiki við áliti. Tað er líka sum tann lítla milliónin hjá Anfinni fánar burtur sam- anborið, hóast tær 73 milli- ónirnar heldur ikki eru eitt revsimál, líka so lítið sum Anfinnsa mál í dag er eitt revsimál. Eg trúgvi, at allur trupul- leikin í hesum máli er mis- brúk av orðinum álit ella vantandi fatan av orðinum álit. Talan er nógv meira um taktik og tað áttu tit flokksformenn at fortalt okkum. Taktiskt gjøgnum- skygni eigur eisini at fevna um borgaran, tí dómurin yvir Anfinn varð ikki sagd- ur í tinginum, hann varð sagdur alment í almenna sjónvarpinum valkvøldið, beint eftir at vit sum veljar- ar høvdu havt orðið. Tit tóku avgerðir frammanfyri opnum skermi um lagnu Anfinns í formannsrunduni og so áttu tit sum tøkk fyri stuðul veljarans at greitt frá hvat í veruliga lá aftanfyri hesa avgerð. Tað hevði verið heiðurligari. Var eg løgmaður, so hevði eg heldur ikki viljað havt løgmannin tey sein- astu seks árini sitandi í sama landsstýrið, uttan mun til hvussu væl umtókt- ur hann var millum fólk. Tað er vanligt, at tá nýggjur skipari kemur umborð á skip, so flytir undanfarni skipari seg í land og skuldi hann framvegis verið á brúnni sum stýrimaður, so er ongin ivi um at tann nýggi skiparin sum ræður. Tað er ein erlig søk. Nýtt landsstýrið við tveimum nýggjum flokkum beinleið- is úr gomlu andstøðuni, teir hava meiriluta og teir vilja bestemma, og tí er tað óheppið at hava gamla løg- mannskiparan við. Ongin hevði kent tykkum vondar fyri tað. Nú skal eg ikki gera meira av um hetta mál. Takkið Ábraham Mikladal fyri seinasta svarið. Eg veit hvussu samfelagið riggar, og eg veit, at ein landsstýr- ismaður kann gera meira skaða enn ein tingmaður eitt stutt skifti, tí hann hev- ur nakrar heimildir, sum tingmaðurin ikki hevur. Men hann kann ikki gera skaða leingi, so verður hann tveittur út í seinasta enda av tinginum, um løg- maður ikki finnir út av tí. Mær tørvar ikki fleiri for- kláringar um stýrisskipann- arlógina, tingskipanina og vallógina, tí hvør sigur tær eru rættar, tá hesir ósvaraðu spurningar framvegis blíva við at mala í høvdinum á mær sum borgari. Onkur hevur sagt við meg, at ein landsstýrismað- ur verður ikki valdur bein- leiðis av fólkinum, hann kann gerast vandamiklari og tí mugu aðrar reglur galda fyri hann enn fyri ein beinleiðis fólkavaldan. Men hendan argumentati- ónin heldur heldur ikki heilt. Tí sterkari menn enn ein landsstýrismaður verða valdir beinleiðis av fólkin- um. Amerikanarar skulu velja forseta í november í heyst og russar tilbúgva seg til tað sama. Og her er tað fólkið íð velur, og hesir menn hava nógv størri heimildir enn ein landsstýr- ismaður. Eg eri stadigvæk ørkyml- aður. Er Anfinn Kallsberg egnaður sum fíggjarnevnd- arformaður, og tað er hann við stuðli frá sambands og javnaðarflokkinum, so er hann eisini egnaður at sita í landsstýrinum og tí áttu hesir báðir ikki at nýtt orðið vantandi álit, tá teir boðaðu frá, at teir ikki ynsktu An- finn í nýggja landsstýrið valkvøldið. At teir vildu mannað landsstýrið við nýggjum kustum var ein erlig søk einsamøll, henni nýttist ikki at ballast inn i fjákut misvísandi orðasnildni. Var einki álit á Anfinni val- kvøldið, so átti heldur einki álit at verið á honum eftir 1993 og her hevur onkur sovið í tímanum í tingin- umfyri nógva løn. Lat okkum nú hoyra veruligu forkláringina upp á hví Anfinn, sum klokku- reinur sigursharri í Norð- oyggjum, bleiv diskvalifis- eraður sum landsstýris- mannaevni longu valkvøld- ið. Demokratiið fekk ein løst hetta kvøldið og tað kenni eg nokk so óhugna- ligt. Boðar ikki frá góðum Edvard Joensen formaður Føroya Blaðmannafelags Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur hart út og gevur pressuni skuldina fyri, at skatta- lættauppskot Sambands- floksins, og nú samgong- unnar, er komið tvørt fyri. Á fundi, Bárður Niel- sen, landsstýrismaður hevði boðið fakfeløgun- um til fyri at kunna um skattalættauppskotið, segði hann, at tað var pressuni fyri at takka, at tað sá út, sum bara tær hægru inntøkurnar fingu skattalætta. Pressan hevði vavt málð í ein ellubita og borið tað skeivt út til fólk. Tað varð harðliga lagt út av unga landsstýris- manninum. Men hann skal vita, at tað fer ikki at halda føroyskum tíðinda- fólkum frá at hava eyguni við tí, politikararnir fara at gera í framtíðini. Fjølmiðlarnir fara, eins og teir hava gjørt, eisini í framtíðini objektivt at greiða frá tí, ið fyriferst politiskt. Eisini tí góða, politikararnir vónandi fara at koma við. Til øll ið stuðla Sambandsflokkinum Kósin er løgd Kaj Leo Johannesen Eftir valið ásanna vit, at við 11 atkvøðum fleiri um alt landið, hevði flokkurin varðveitt allar 8 ting- limirnar. Fyri flokkin, er støðan óheppin, men at tingmannatalið ikki fellur til okkara fyrimun, er ein óheppin veruleiki. Vit eiga at eftirmeta val- dystin og soleiðis finna út av, hvat vit hava gjørt rætt og hvat vit kundu havt gjørt øðrvísi. Floksins arbeiði eigur altíð at vera merkt av fram- fýsni, og í tráð við grund- hugsjónina hjá Sambands- flokkinum. Í valstríðnum boðaðu vit frá, at nú átti eitt skifti at koma í landsins leiðslu, soleiðis at Føroyar fingu eina arbeiðsføra samgongu, sum kundi virka uttan klandur. Formaðurin í Sambands- flokkinum, Lisbeth L. Pet- ersen, er av tí uppruna leið- ara slagnum, har æran er ein stórur partur av gerand- isdegnum, og tá hon nú, eftir valið, valdi at leggja frá sær, var tað við bland- aðum kenslum, at vit stuðl- aðu henni í hennara avgerð. Í fjølmiðlunum verður Sambandsflokkurin í løtuni lýstur, sum ein flokkur, merktur av innanhýsis ósemjum. Hetta er ikki ein røtt mynd. Veruleikin er tann, at Sambandsflokkurin arbeið- ur við at skipa seg av nýggjum, soleiðis at ein nýggjur formaður kemur at standa á odda fyri flokk- inum. Ein nýggj leiðsla fer at arbeiða fyri, at øll í flokk- inum kenna seg væl, og at limirnir merkja, at flokk- urin umboðar tað væl skip- aða samfelagið, sum vit øll tráa eftir. Við Sambandskvøðu. Óli Hans Biskopstø Politikararnir hja sam- bandslandsstýrinum eru samdir um at ganga eina kós í móti einum djúpun lágtrýstið, teir báðir sam- bandsmennirnir Jørgin Niclasen og Bárður Nielsen hava váttað at so er, og skiparin hevur skrivað undir kósina. Javnaðar- flokkurin hevur kastað sín klassekk yvir borð í strembanini eftir at fáa leiðsluna og hevur gloymt alt sum lovað varð áðrenn valið. Um hann enn er vakin. Aðrenn hesir menn fara at sigla kósina og seta ferð á, eiga teir at seta seg á skúlabonk og læra, hvussu skútan fær ferð á motorin, hvar brendstoffið skal koma frá, tí at tað sum er umborð røkkur ikki langt, og teir kunnu rokna við at støðga mitt í lágtrýst- eyganum, og tá nyttar ikki at seta segl. Gera teir ikki tað, so er bert eitt at gera, og tað er at leggja kongin áðrenn skaðin er hendur og lata aðrar sleppa frammat, sum hava meira vitan um, hvussu alt hongur saman. Sum er eru tað bert ambitiónir sum ráða og ikki fornuftin. Sum teir siga í hand- verksvinnuni. Hendurnar venda skeivt. C M Y K 11 10