Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 27 - 10. februar 2004 Nr. 27 - 10. februar 2004 9 MARKNAÐARRÁK Farna vika varð serliga merkt av, at virðisbrævamarknaðirnir, bíð- aðu eftir týdningarmiklu mánað- arligu arbeiðsmarknaðarfrágreið- ingini úr USA; farna fríggjadag. Frágreiðingin gjørdist aftur hesu- ferð eitt vónbrot, hóast hon vísti størstu hækkingina í 3 ár, ella at 112.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í januar. Avleiðingin varð, at dollarin viknaði munandi og at lánsbrævarentur hækkaðu heilt fitt. Partabrøv stóðu seg kortini væl farna fríggjadag. Orsøkin er, at heldur vánaliga arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin fyribils útsetti eina amerikanska rentuhækking nakrar mánaðir, og hetta hóvaði partabrøvum. Frá G7 fundinum frættist, at londini endurtóku ábreiðsluna av asiatisku londunum, viðvíkjandi teirra gjaldoyrapolitikki. Dollar- in er viknaður eftir fundin, og kan hugsandi vikna meira. G7 fundurin hevur ikki ávirkað virð- isbrævamarknaðirnar munandi enn, men væntast kann, at fund- urin fer at seta dám á bæði gjald- oyra- og lánsbrævamarknaðirnar hesa vikuna. Amerikanski tjóðbankastjórin Alan Greenspan heldur røðu fríggjadagin. Um Greenspan verður bjartskygdur um amerik- anska búskapin, kann ávirkanin frá arbeiðsmarknaðarfrágreið- ingin, verða løgd afturum, og renturnar kunnu tí hækka aftur. Samanumtikið, kann vikan tí gerast sera óstøðug. Greenspan fær seinast orðið hesa vikuna, men áðrenn røðuna fara rentur- nar at fáa tað trupult at hækka munandi. Røðan kann gerast høvuðshendingin hesa vikuna Roknskapirnir kunngjørdir í farnu viku gjørdust sum heild bjartir. Nevnast kann at Novo Nordisk, Volvo, Danske Bank og Ericsson høvdu góð tíðindir at bera. Hinvegin kunngjørdi Cisco vánalig tíðindir; hetta fekk Nasdaq at lækka heili 2,8% mikudagin. Mánamorgunin kunngjørdi svenska telefyritøkan Tele2, ið er næststørsta telefel- agið í Svøríki, ein roknskap, ið vísti hækkandi avlop og sølu. Men av tí at m.a. skiftisavlopið er undir trýsti, førdi roknskapurin við sær vinningsstaðfesting. Mánamorgunun fall Tele2 útvið 7%, men seinasta árið og er Tele2 tó hækkað 77%. Hesa vikuna kunngerða annars m.a. Philips, TeliaSonera, Electrolux og Dell. Í løtuni sýnast partabræva- marknaðirnir at sveiggja ótengd- ir at hinum marknaðunum. Fall- andi renturnar kunnu tó føra við sær, at partabrævamarknaðirnir standa seg væl, hóast vónbrotið á amerikanska arbeiðsmarknaðin- um. Partabrøvini hava sanlíkt eina góða viku fyri framman. Dollarin viknaði aftur Vika 7, 2004 www.kaupthing.fo Gloymdu oljuna í samgonguskjalinum Oljleiting ella olju- vinna eru als ikki nevnd í samgongu- skjalinum. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrið fer at raðfesta oljuna lægri. – Vit fara at leggja eins stóran dent á oljumálið sum tað undanfarna lands- stýrið gjørdi sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður SAMGONGA OG OLJA Jan Müller – Tað er helst eitt mistak, at oljan als ikki verður nevnd í samgonguskjalinum. Hetta má vera ein gloymska sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum eftir skipanina av nýggja lands- stýrinum hevur fingið oljumálini at umsita. Oljuleiting ella oljuvinna verður nevniliga als ikki nevnt í samgonguskjalin- um. Hetta mistakið ella gloymskan merkir tó ikki, at oljumálið fær lægri rað- festing í Tinganesi, tvørtur- ímóti ætlar landsstýrismað- urin sær at leggja stóra áherðslu á júst henda partin av vinnumálunum. Hann ásannar eisini, at hóast leitingin higartil ikki hevur givið tey úrslit, sum vit kanska høvdu vónað og sett nøsina upp eftir, so er hetta ein vinnulig tilgongd, sum krevur av okkum, at vit hava tol og at vit arbeiða miðvíst víðari. Landsstýrið fer at leggja eins stóran dent á hetta málið sum tað undanfarna hevur gjørt leggur hann aftrat. Bjarni Djurholm vitjaði í Oljumálaráðnum fríggja- dagin og prátaði við starvs- fólkið. Tá varð avrátt, at fólkini har halda fram við at fyrireika tað komandi út- bjóðingartilfarið. Lands- stýrismaðurin ætlar sær niðan aftur í Oljumálaráðið í hesi vikuni. Bróðurpartur- in av økjunum, sum Olju- málaráðið umsitur, fellur nevniliga til Vinnumála- ráðið. Tað er avgjørt, at Bjarni Djurholm skal umsita olju- málið, Jarðfrøðissavnið og orkuna. Hini økini, sum hava verið umsitin av fyrr- verandi landsstýrismannin- um í oljumálum, eitt nú umhvørvi og økismenning, verða í framtíðini umsitin av Jógvan við Keldu, lands- stýrismanni í innlendis- málum. Sjálvur er Bjarni Djur- holm sera fegin um at kunna umsita olju, Jarð- frøðissavn og orkuna, tí hann heldur hetta vera eina sera spennandi avbjóðing. Eitt tað fyrsta hann fer undir er at gera sær tankar um, hvussu vit kunnu menna alternativa orku í Føroyum. Hvussu verður so við aðalstjóranum í Oljumála- ráðnum, nú ráðið verður lagt niður og uppgávurnar lagdar út á tvey onnur ráð! Bjarni Djurholm: – Tað er als ikki tikin støða til tann spurningin enn. Bjarni Djurholm, landssstýrismaður ætlar sær at raðfesta oljumálið høgt í Vinnumálaráðnum Stórt leitiarbeiði gav úrslit Ikki varð leitað longi áðrenn froskmenn frá Tórshavnar Frosk- mannafelag funnu eitt lík og ein bil á Havnarvág leygar- morgunin. Eitt stórt kavaralið, sum taldi 48 kavarar var við í leitingini, sum fevndi um eitt sera stórt øki LEITING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Um ellivutíðina leygar- morgunin funnu kavarar eitt lík á Havnarvág. Líkið er ikki eyðmerkt enn, men tær kanningarnar verða gjørdar í hesi vikuni. Nakað seinni leygardagin varð so ein bilur funnin, og tað var bilurin hjá tí 54 ára gamla Jens Katrna Justinussen, sum hevði ver- ið horvin í meira enn eina viku. Nógv týðir tí upp á, at tað er Jens Kartni, men tað er sum sagt ikki endaliga staðfest enn. Hósdagin var ein tíðinda- stubbi og um kvøldið ein lýsing um, at Tórshavnar Froskmannafelag fór at skipa fyri leiting eftir mann- inum á sjónum. Undirtøkan var ovurhondsstór. Heili 48 kavarar tóku lut í leitingini. Stórt øki – Vit hava fleiri ferðir boðað frá, at tá tann professionella orkan er uppbrúkt, so ber til at heita á okkum, sigur Heri Andreasen, formaður í Froskmannafelagnum. Hann er sjálvur bilsin av stóru undirtøkuni og heldur, at hetta enn einaferð stað- festir viljan hjá føroyingum at hjálpa, tá ið ástendur. – Vit hava ongantíð roynt hetta áður, at samskipa eitt so stórt leitiarbeiði, sigur Heri. Leitingin dekkaði eitt sera stórt øki. Velbastað, Gomlu Rætt, alla Havnina, Argir, Hvítanes, Hoyvík, Sund og allan Kaldbaksfjørð. Heri sigur, at tá kavar- arnir hittust leygarmorgun- in, vistu teir bara, at mað- urin seinast var sæddur í Leirvík, og tískil hildu nógvir, at tað átti at verðið leitað aðrastaðni enn í Havn og har um leiðir. Men Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, kom í hølini leygarmorgunin og greiddu kavarunum frá. – Tá høvdu kreftirnar líka sum hug at savnast aðra- staðni, men tá Jón so hevði greitt frá, at ein granni hevði sæð mannin í Havn fyri stuttum, so hevði man eina støð at ganga útfrá, greiðir Heri frá. Funnin Tað gekk ikki long tíð, inntil eitt lík varð funnið. Knappan tíma eftir at kav- ararnir fóru úr hølunum í Tórsgøtu 5, funnu teir eitt lík á Havnarvág. Men ikki var staðfest, um tað var Jens Kartni Justinussen, so allir hinir kavararnir hildu áfram og gjørdu sítt arbeiði liðugt. Síðani savnaðust allir kavararnir við Bursatanga og so varð farið niður aftur at leita eftir bilinum. 18 kavarar fóru niður og gjørdu eina ketu fyri at betur kunna fínkemba botn- in. Teir hildu allir í einum enda og so hvørt sum teir funnu onkran lut, sum kundi vera týdningarmikil fyri kanningarnar, fóru teir upp við honum. Hendan ketan rakk frá rampanum hjá Norrønu og yvir til Skipafelagið. Og har ímillum varð so bilurin funnin. Professionelt Heri Andreasen letur væl at arbeiðinum og sigur, at tað var serliga professionelt. Her hugsar hann serliga um, at Jón Klein Olsen kom í hølini hjá felagnum eftir, at alt var yvirstaðið og hevði eina sálarliga eftirmeting. – Her var talan um eitt sterkt upplivilsi, sum okk- ara kavarar ikki eru vanir við, so tað var gott at fáa eina slíka eftirmeting, og tað haldi eg, var serstakliga professionelt, sigur Heri Andreasen, formaður í Tórshavnar Froskmanna- felag. Bæði bilur og lík verða kannað í hesu vikuni fyri at møguliga kunna staðfesta, hvat er hent og at eyð- merkja líkið. Heri Andreasen letur væl at leitiarbeiðinum leygardagin, og hann sigur, tað alt gekk serstakliga professionelt fyri seg Mynd: Eirikur Lindenskov Heilir 48 kavarar vóru við í leitingini eftir manni og bili leygardagin Mynd: Eirikur Lindenskov Børn eiga rættin til bæði foreldrini Felag fyri børnum utt- an rættindi varð sett á stovn í Havn leygar- dagin. Hetta er eitt fel- ag sum hevur til enda- máls at broyta lógar- grundarlagið soleiðis, at tað fyrst og fremst er tørvurin og rættur- in hjá børnunum til bæði foreldrini, sum skínur ígjøgnum. Áhugin fyri felagnum er rættuliga stórur, og hevur tað longu fingið úti við 40 limir FELAG Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Um tvey foreldur velja at fara frá hvørjum øðrum í dag, so er tað ikki møguligt hjá teimum at fáa felags foreldramyndugleika. Ann- að skal hava myndugleikan yvir børnunum, og so kann hin fáa rætt til samveru. Hetta elvir ofta til stríð millum partarnar, og stóru tapararnir eru børnini. Hetta vil felagið Børn uttan Rættindi broyta í tann mun tað ber til, tí tey halda, at tað skal ein hugburðs- broyting til í samfelagnum umframt lógarbroytingina. – Vit vilja venda hesum fullkomuliga á høvdið, so- leiðis at tað ikki eru foreldr- ini, ið eiga rættin til børnini, men børnini sum eiga rættin til bæði foreldrini, sigur Edith Dahl, forkvinna í nýstovnaða felagnum. Børnini gloymd Edith leggur dent á, at felagið ikki er stovnað fyri at leggja eftir mammum, sum hava foreldramyndug- leikan í dag ella nakað. – Vit vilja vísa á, at tað er skipanin, sum í dag leggur upp til klandur millum for- eldur um børnini, tí okkara skipan hevur ikki felags for- eldramyndugleika sum ein møguleika, sigur Edith, og tað heldur hon er avvoldað. Hon greiðir frá, at tað er komið fyri, at foreldur, ið ynskja at fara frá hvørjum øðrum, hava skrivað á sundurlisingarskjalið, at tey ynskja felagsforeldramynd- ugleika, men tá tey so eru komin til Ríkisumboðið, so fáa tey at vita, at tað kunnu tey ikki. Hetta kemur av, at foreldrini fáa donsk sund- urlisingarskjøl, og har er felags foreldramyndugleiki á. Tá tey so ynskja tað og ikki vita betur, so seta tey kross fyri tí. Men Edith fýlist á, at børnini ikki verða nevnd við einum orði í dagsins lógaráseting, tí tað er fyrst og fremst teirra tørvur og rættur, ið eigur at vera hugs- að um í tílíkum søkum. – Tað skal ein hugburðs- broyting til í samfelagnum, sigur Edith. Hon heldur, at fólk skulu noyða seg sjálvi til at hyggja at tørvi barns- ins í staðin fyri at foreldr- unum. Lógin í dag leggur upp til, at foreldrini fáa eitt sindur í part, men barnið ella børnini verða ikki nevnd. Og tað er serliga tað, sum felagið fer at ar- beiða fram ímóti. Upplýsing Felagið fer nú at gera sær eina heimasíðu, har upp- lýsningar kunnu útvegast um slík mál. Bæði tey sum eru í einari truplari støðu, men so sanniliga eisini onnur, tí Edith sigur, tað er týðuligt, at tað ikki bara eru mammur ella pápar í hesari støðuni, sum hava áhuga fyri hesum. – Tørvurin á upplýsing kom serliga fram á fundin- um leygardagin, tí har vóru fleiri dømi um fólk, sum ikki vita, hvat tey kunnu og ei heldur skilja avgerðirnar, sum eru tiknar í teirra ein- staka máli, sigur Edith. Tað er ongin loyna, at tað serliga eru pápar, sum ofta eru við sviðið soð, og Edith heldur, at samfelagið vænt- ar av teimum, at teir siga rættin frá sær, ella verða teir skýrdir klandrivætti. – Tað er ein myta, at páp- ar hava lættari við at frásiga sær rættin til teirra børn, sigur Edith púra avgjørd á málinum. Fyri framman liggur ein fundur við nývalda lands- stýrismannin í lógarmálum, Jógvan við Keldu um at fáa nakrar dagføringar á lógina frá 1922. – Vit vita, at lógin ikki verður broytt eftir einum degi, men dagføringar so- leiðis, at tað verður hugt meiri at tørvinum hjá børn- unum, tað mátti borið til. Og landsstýrismaðurin var sera positivur, tá vit vóru í sambandi við hann, sigur Edith Dahl, forkvinna í fel- agnum Børn uttan Rætt- indi, sum hevði stovnandi aðalfund leygardagin. Nevndin telur fimm fólk, men hon hevur ikki enda- liga skipað seg enn. Greitt er tó, at Edith Dahl er for- kvinna. Teldupostbústaður- in hjá felagnum er: bur@hotmail.com Edith Dahl, forkvinna í Børn uttan Rættindi heldur, at tað ræður um at venda lógini á høvdið, so at børnini eiga rættin til bæði foreldrini og ikki umvent Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8