týsdagur 10. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 27 - 10. februar 2004
Nr. 27 - 10. februar 2004
7
160.000 pund í keðiligum líkindum
Tá ið minni kemur
uppá land, og nógvir
eru um at selja fiskin,
verður eisini minni í
part. Hetta hava tey
seinastu tíðina eisini
merkt á landingar-
miðstøðini hjá Beta í
Saltangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánamorgunin
landaðu
Bakur og Stelkur í Saltang-
ará. Skipini høvdu 160.000
pund, meginparturin upsi.
Sagt verður, at líkindini
hendan túrin vóru vánalig
við sjaskveðri.
Fleiri skip hava ligið inni
seinastu dagarnar og bíðað
eftir betri líkindum. Tískil
er ikki væntandi, at nakrar
serligar nøgdir av fiski
koma uppá land í hesi
vikuni.
Á landingarmiðstøðini
hjá P/F Beta, har Bakur og
Stelkur landaðu mánadag-
in, vænta tey ikki tað heilt
stóra teir næstu dagarnar.
– Hini skipini hjá okkum
hava ligið, og nú verður
bíðað eftir, at líkindini
gerast betur.
Væntandi fóru Bakur og
Stelkur útaftur kl. 15 í gjár.
Tá ið minni kemur uppá
land, og nógvir eru um at
selja fiskin, verður eisini
minni í part.
Hetta hava tey seinastu
tíðina eisini merkt á land-
ingarmiðstøðini hjá Beta í
Saltangará.
Norskur línubátur
Tá ið Sosialurin hugdi
framvið mánamorgunin, lá
ein norskur línubátur, Skar-
haug úr Ålesund, við
bryggju í Saltangará.
Sum skilst, er hann ikki
komin higar at landa, men
at keypa agn frá Frost-
goymsluni í Saltangará.
Skarhaug fer helst undir
Føroyar at royna eftir
brosmu og longu.
– Eg vil siga, at tað hevur
verið í minna lagi við
landing seinastu tíðina, siga
tey á Beta.
Tá ið Sosialurin vitjaði
framvið bryggjuni í
Saltangará mánamorgunin,
lá norski línubáturin,
Skarhaug, og tók agn. Hann
fer helst undir Føroyar at
royna eftir brosmu og longu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Pál Weihe, yvirlækni
á deildini fyri Ar-
beiðs-og Almanna-
heilsu, er slett ikki
samdur við granskar-
um um, at tað er
vandamikið at eta fisk
undan Føroyum. –
Hetta er ein misskilj-
ing, sigur hann
FISKUR OG HEILSA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í norska blaðnum, Aften-
posten, er grein herfyri um
kyksilvurkanningina, sum
er gjørd av føroyskum børn-
um og mammum teirra.
Í greinini verður sagt, at
"kyksilvur í fiski kann elva
til heilaskaða".
Víst verður á, at amerik-
anskir
granskarar
hava
funnið samanhang millum
nøgdina av kyksilvuri í
kroppinum á nýføddum
børnum og mammum teirra
og óvanligan heilaatburð
hjá børnunum, tá ið tey ger-
ast eldri.
– Hetta er órógvandi, ser-
liga í londum, har sjómatur
er ein týdningarmikil partur
av føðini, sigur Philippe
Grandjean, sum hevur havt
leiðsluna av amerikansku,
donsku
og
japansku
granskarunum.
Lagt verður aftrat, at før-
oyingar eta nógvan sjómat,
og sambært granskarunum
er stórur partur av fiskinum
fongdur við kyksilvurinni-
haldi, sum er hættisliga
høgt.
At enda verður sagt, at
1000 mammur og børn í
Føroyum eru vorðin kann-
aði av kanningarbólkinum,
har børnini vórðu kannaði,
tá ið tey vóru nýføðingar og
seinni, tá ið tey vóru 7 og
14 ára gomul.
Ikki vandamikið
Pál Weihe, sum er yvir-
lækni á deildini fyri Ar-
beiðs-og Almannaheilsu, er
slett
ikki
samdur
við
granskarunum um, at tað er
vandamikið at eta fisk
undan Føroyum.
– Hetta, sum ført verður
fram, er ein misskiljing.
Tað er ikki vandamikið at
eta fisk. Og tað hava vit
heldur ongantíð sagt. Vit
hava hinvegin sagt, at tað er
sunt at eta fisk, tí eitt nú
fitisýrurnar eru so góðar
fyri okkum.
Pál Weihe sigur, at í
Ameriku verða fiskur og
hvalur partvís tikin undir
einum, og tað gevur sjálv-
sagt eina skeiva mynd av
støðuni.
– Vit vita, at nógv kyk-
silvur er í hvali, og tí hava
vit mælt til, at minkað
verður um átið av hesum.
Tað hevur eisini gjørt mun
fyri kyksilvurinnihaldið í
menniskjum, at grind ikki
verður etin so ofta.
Arbeiðsmedisinarin vísir
á, at lítið kyksilvurinnihald
er í eitt nú toski og hýsu og
annars teimum fiskasløg-
um, vit vanliga eta nógv av.
– Tað er tí als eingin
trupulleiki fyri heilsuna at
eta hesi fiskasløg, tvørtur
ímóti.
Hann vísir á, at skulu vit
tosa um nøgdir av kylsilv-
uri í fiski, kunnu vit kanska
finna tær í onkrum gomlum
kalva.
– Men tað er toskur og
hýsa, vit eta mest av; so
hetta er eingin trupulleiki,
sigur hann.
Ikki samanberast
Pál Weihe sigur, at trupul-
leikin hjá eitt nú ameriku-
monnum og øðrum við
fiski er nógv størri enn hjá
okkum, og tí kunnu viður-
skiftini
heldur
ikki
samanberast.
– Svørfiskur og tuna bera
munandi størri nøgdir av
kyksilvuri enn tey fiska-
sløg, vit eta. Tí kann
fiskamaturin, sum tey eta
og tann, sum vit eta, ikki
samanberast. Og tá ið so
hvalur stundum verður
roknaður
uppí
fiskin,
kunnu úttalilsir sum hesi
gerast rættiliga misvísandi,
sigur arbeiðsmedisinarin,
sum tí slett ikki er samdur í,
at tað er skaðiligt hjá okk-
um føroyingum at eta fisk.
Tað er ikki vandamikið at eta fisk
Pál Weihe, arbeiðsmedisin-
ari, sigur, at í Ameriku verða
fiskur og hvalur partvís tikin
undir einum, og tað gevur
sjálvsagt eina skeiva mynd av
støðuni. – Eg eri slett ikki
samdur í, at tað er skaðiligt
hjá okkum føroyingum at eta
fisk
Ice Lady kom úr havsneyð
Farmaskipið, Ice
Lady, kom leygardag-
in í rættiligt ódnar-
veður vestanfyri
Føroyar. Farmaskipið
fekk stóra slagsíðu og
bingjurnar á dekkin-
um slitnaðu. Ice Lady
legði kortini í øllum
góðum at bryggju í
Havn seinnapartin
sunnudagin. Fram-
vegis er óvist, hvussu
stórur skaðin er.
Í HAVSNEYÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Stutt fyri klokkan seks
leygarkvøldið setti farma-
skipið, Ice Lady, seg í sam-
band við Tórshavnar Radio.
Skipið hevði fingið ein
sjógv vestanfyri Føroyar og
lastin hevði skotið seg.
Boð vóru alt fyri eitt send
eftir Brimli og nakrar tímar
seinni var hann á staðnum.
Brimil og Ice Lady fylgdust
til Havnar og klokkan 14
sunnudagin varð farma-
skipið bundið við bryggju í
Havn.
Ódnarveður
Farmaskipið var á veg úr
Íslandi til Póllands og kom
í óðnarveður vestan fyri
Føroyar. Veðrið var sera
vánaligt á leiðini og skipið
fekk ein stóran sjógv. Last-
in skeyt seg og tvær
bingjur, sum stóðu á dekk-
inum, slitu seg leysar.
Stórur vandi var fyri, at
leysu bingjurnar kundi elva
til skaða á annað síðuportr-
ið og tá hevði veruligur
vandi verið á ferð. Ice Lady
hevði stóra slagsíðu og
portrini vóru partvís undir
vatnganginum. Høvdu síðu-
portrini fingið størri skaða,
kundi Ice Lady rættiliga
verið komin í óførið.
Hóast Brimil fylgdi Ice
Lady til lands, megnaði
farmaskipið sjálvt at sigla
til Havnar.
Bingjur í sorli
Tá Ice Lady legði at
bryggju
seinnapartin
sunnudagin stóð sjógvurin
hálvan annan metur í last-
ini. Menn av Brimli tømdu
skipið við pumpum og
Skipafelag
Føroya
tók
bingjurnar av dekkinum.
Tær vóru allar í sorli og all-
ar vørurnar eru farnar fyri
skeytið.
Sum skilst verður ikki
neyðugt at beina lastina
burtur. Lastin á Ice Lady er
meginparturin sild, makrel-
ur og annar pelagiskur
fiskur.
Rætta skipið
Mánamorgunin vóru bæði
Skipafelagið og Skipa-
smiðjan umborð á Ice Lady.
Farmaskipið hevur eina
slagsíðu á eini 15-20 stig
og
mánamorgunin
var
fremsta uppgáva at rætta
skipið aftur. Árni Dam á
Skipafelagnum sigur, at Ice
Lady hevur eisini trupul-
leikar við nøkrum rørum,
sum Tórshavnar Skipa-
smiðja skal bøta.
Møguligt stórarbeiði
Tað ber enn ikki til at siga,
hvussu stórur skaðin á Ice
Lady er. Árni Dam sigur, at
tað møguliga kann gerast til
eitt stórarbeiðið at fáa
farmaskipið
siglingaført
aftur. Tað eru normenn,
sum eiga Ice Lady. Farma-
skipið er kortini skrásett í
Karibisku oyggjunum.
Árni Dam á Skipafelag Føroya á bryggjuni og kannar skaðan, ið Ice Lady fekk í ódnarveðri
vestanfyri leygardagin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Bingjurnar á dekkinum fóru í knús. Tá trukkurin hjá Skipafelagnum tók aðra teirra í land, fór
botnurin undan
Mynd: Eirikur Lindenskov
Menn av Brimli komu umborð við pumpum. Nógvur sjógvur var komin í lastina. Har stóð
sjógvurin hálvannannan metur
Mynd: Eirikur Lindenskov
Ice Lady er skársett í
Kingstown í Karibia. Tá
skipið kom á Havnina mundi
slagsíðan vera eini 15-20 stig
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
7
6