mánadagur 12. september 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Vestmenningar hava leingi
gingið á odda í royndunum
at spara orku og at leggja um
til grøna orku.
Serliga eru nógv orku
sparandi tiltøk sett í verk í
skúlanum fyri at gera hann
so grønan, sum gjørligt.
Men nú verður víðagitni
grøni skúlin í Vestmanna
upp aftur nógv grønari og
tað sama er galdandi fyri
ítróttarhøllina.
Tað verður gjørt við ein
um tiltaki, sum er líka einfalt,
sum tað er snilt.
Men úrslitið er ein olju
sparing sum svarar til tað,
eini 10 vanlig sethús brúka
um árið.
Eini vanlig sethús brúka
fyri 24.000 krónur í olju um
árið og sostatt fara vest
menningar at spara olju fyri
tilsamans at skúlin og ítrótt
arhøllin fara at spara olju
fyri yvir 288.000 krónur um
árið.
Stórur hæddarmunur
Tað er lokala Agendafelagið,
sum hevur staðið fyri átak
inum.
Jógvan Emil Nielsen, for
maður í felagnum sigur, at
eftir at hava kannað mál
ið, hava tey funnið fram til,
at tað finnast lítlar vatn
turbinur, sum eru vælhósk
andi til at gera streym burtur
úr lutfalsliga smáum nøgd
um av vatni.
Nú hava tey so keypt eina
slíka lítla turbinu, sum nú
skal setast á vatnveitingina
til bygdina.
– Vit eru í teirri hepnu
støðu, at tað er rættiliga stór
ur hæddarmunur á vatnveit
ingini úr brunninum oman í
bygdina, sigur Jógvan Emil
Nielsen.
Ætlanin er nú at seta
turbinuna á vatnveitingina
beint áðrenn vatnið rennur
í reinsibrunnin.
Sostatt skal alt drekka
vatnið hjá vestmenningum
renna ígjøgnum turbinuna,
sum ger streym burtur úr tí,
áðrenn tað rennur í reinsi
brunnin og víðari í kranar
nar.
Síðani verður leidningur
lagdur frá turbinuni oman í
skúlan og ítróttarhøllina.
Streymurin frá turbinuni
verður so brúktur at hita
vatn við, sum síðani aftur
verður brúkt at hita skúlan
og høllina við.
Sjálvi hava vestmenningar
mett, at hetta sparingin í
oljurokningini verður onku
staðni ímillum 200.000 og
250.000 krónur um árið.
– Tað merkir, at íløgan
verður spard inn aftur upp
bara á trý ár, sigur Jógvan
Emil Nielsen.
Turbinan er nú komin í
næstu viku verður fundur
við kommununa, har hon
skal yvirtaka verkætlanina.
Tiltakið er sett í verk í
samstarvi við kommununa
og hon skal nú gera eitt lítið
hús til turbina, sum væntandi
verður sett upp seinni í ár.
aki@sosialurin.fo
80
tons
Tað er ikki so lítið
av vatni, sum rennur
ígjøgnum eina vatn
veiting, sum hana í
Vestmanna og sum
sostatt kann brúkast
at gera streym burtur
úr.
Jógvan Emil Nielsen,
formaður í lokalu
agendanevndini í
Vestmanna, sigur,
at í miðal renna eini
80 tons av vatni
ígjøgnum vatnveit
ingina í Vestmanna
um tíman.
Og nú skal alt hetta
vatnið so eisini renna
ígjøgnum turbina,
sum í næstum skal
setast í Vestmanna
og sum skal gera
streym.
Sum vit skriva í
hinari greinini, skal
streymurin, sum
turbinan ger, brúkast
til at hita skúlan og
ítróttarhøllina við.
Hetta fer so at
minka heilt munandi
um oljunýtsluna
hjá skúlanum og
ítróttarhøllini.
Kortini sleppa tey
ikki heilt undan at
brúka eitt sindur av
olju, tí tað verður ikki
nóg mikið av orku
frá turbinuni til at
nøkta allan tørvin
hjá skúlanum og
ítróttarhøllini.
Væntandi verður
turbinan sett seinni
í ár.
Jógvan Emil Nielsen
ivast ikki í, at tað
er nógva staðni í
landinum, at turbinur,
sum hesar, kunnu
setast upp.
Tað veldst um,
hvussu umstøðurnar
eru og, hvussu stórur
hæddarmunurin
er. Men turbinur,
sum hesar, fáast í
alskyns støddum
og kunnu lagast til
umstøðurnar, har tær
skulu setast upp.
Soleiðis ber til at spara
250.000 krónur um árið
ORKUSPARIN Grøni skúlin og ítróttarhøllin í Vestmanna, verða nú upp aftur nógv grønari
Tað er
líka einfalt,
sum tað er
snilt
Lítið og snilt
Hetta er turbinan, sum nú skal setast á vatnveitingina í Vestmanna og sum førir við sær, at skúlin og ítróttarhøllin spara væl yvir 200.000 krónur í
olju um árið. Vinstrumegin stendur Jógvan Emil Nielsen, formaður í lokalu Agendafelagnum og er John Zachariasen, sum eisini er í nevndini
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Íløgan er so lítil, at
tað tekur bara trý ár at
spara hana inn aftur