Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin Vit skulu til hetta fólkatingsvalið gera av, hvørt vit komandi árini framhaldandi skulu styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Ríkisfelagsskapurin prógvaði sítt virði sum hornasteinur, serliga tá ið trygdarnet varð spent undir føroyska fíggar kervið, og kundar og bankar vórðu fíggjarliga tryggjað. Við støði í tryggu møguleikunum fyri búskaparligari menning heldur Sambandsflokkurin, at samstarv í ríkis felagsskapinum er viðvirkandi til, at vit koma lættari, skjótari og tryggari úr verandi trupulleikum og aftur kunnu skapa vøkstur. Tí fer Sambandsflokkurin til fólka tingsval upp á nøkur ítøkilig øki, sum kunnu gagna føroyska samfelagnum munandi komandi árini. Hetta er tað, Sambandsflokkurin fer til fólkatingsval uppá. Hetta er tað, Sambandsflokkurin fer at arbeiða fyri. Valið er okkara. Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins. Valskrá Sambandsfloksins til fólkatingsvalið 2011 verður borin øllum húsarhaldum mánadagin 12. september. Valskráin sæst eisini á Facebook www.facebook.com/samband.fo og á nýggju heimasíðu okkara, www.samband.fo. Ríkisfelagsskapurin er hornasteinur