mánadagur 12. september 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
6
Sosialurin
Árni Joensen
Tað skerst ikki burtur, at
meiningakanningarnar upp
undir fólkatingsvalið í Dan
mark hava verið rættiliga
ymiskar. Felags fyri allar er
tó, at andstøðuflokkarnir
hava ligið frammanfyri, men
við skiftanfi leiðslu.
Ein kanning, sum Rambøll
hevur gjørt fyri Jyllands-
Postin, sigur, at andstøðan
fer at vinna hósdagin við 92
tinglimum ímóti 83. Í gjár
segði ein kanning, sum Gallup
hevði gjørt fyri Berlingske
Tidende, at tey reyðu fara at
fáa 94 tinglimir og tey bláu 81,
og ein kanning, sum Megafon
gjørdi fyri Politiken og TV2 í
gjár, gav úrslitið 93-82.
Tann minsti munurin er í
einari kanning hjá Voxmeter,
sum Ritxau kunngjørdi tíð
liga í morgun, og hon víkir
nógv frá kanningunum, sum
komu um vikuskiftið. Eftir
hesari
kanningini
høvdu
andstøðuflokkarnir
fingið
89 tinglimir og stjórnin og
hennara stuðlar 86, um valið
hevði verið nú. Við einum tí
líkum úrsliti kundu teir før
oysku og grønlendsku lim
irnir gjørt av, hvør skal skipa
ta næstu stjórnina.
Eftir kanningini hjá Vox
meter høvdu Sosialdemo
kratarnir fingið 41 fólkatings
umboð, um valið hevði verið
nú. Radikali Vinstri hevði
fingið 19, Sosialistiski Fólka
flokkurin 18 og Eindarlistin
11.
Hinumegin hevði Vinstra
fingið 43 tinglimir, Konserva
tivi Fólkaflokkurin 9, Danski
Fólkaflokkurin 21 og Liberal
Alliance 11.
Thorning vann
Í gjárkvøldið var tann triði
og næstseinasti valdysturin
í sjónvarpinum millum Lars
Løkke Rasmussen, forsætis
ráðharra og avbjóðaran, Helle
Thorning-Schmidt. Tað var
týðiligt, at valdagurin nærk
ast, tí orðaskiftið var hvassari
og kjakið lívligari enn í hinum
báðum dystunum.
Aftaná sendingina í DR
vóru politisku viðmerkjarar
nir á einum máli um, at Helle
Thorning-Schmidt
vann
dystin.
Helle var sera sterk í kvøld.
Hon var ótrúliga ágangandi,
og tað var týðiligt, at Lars
Løkke var kroystur, segði
viðmerkjarin Hans Engell
aftan á sendingina. Hann
fekk undirtøku frá blað
stjóranum á Politiken, Anne
Mette Svane.
– Hetta var tann triði
dysturin. Eftir teir báðar
fyrru stóð at kalla á jøvnum,
men eg haldi, at Helle stóð
seg betri í kvøld, tí hon var
betri fyrireikað og meiri
ágangandi enn Lars Løkke
Rasmussen, segði Anne Mette
Svane við TV2 News.
arni@sosialurin.fo
Einki avgjørt í Danmark
Hóast teir donsku andstøðuflokkarnir framvegis standa til at vinna valið
hósdagin, vísir tann allarseinasta kanningin, at munurin minkar
Politisku viðmerkjararnir eru á einum máli um, at Helle Thorning-
Schmidt vann sjónvarpsdystin í gjárkvøldið