mánadagur 12. september 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Í sambandi við átakið, sum Uttan
ríkisráðið gjøgdi í fjør, har Simon
Anholt varð biðin um at greina út,
hvussu vit suldu branda Føroyar,
var kapping skrivað út at gera ein
faldara, sum skal lokka útlendingar
til Føroya.
Sansir vann kappingina, og nú
liggur faldarin klárur at senda út.
»Simon Anholt sigur, at fólk
áhugað í fólkum. Hann meinar, at
flestu lond og býir ofta gera ein
stóran feil við bara at vísa á deyð
ting so sum bygningar og fjøll,
tá fólk í roynd og veru eru mest
áhugað í øðrum fólkum. Sansir
valdu Eivør, Guðrun & Guðrun,
Sunleif Rasmussen, Rannvá Kun
oy, Barbaru í Gongini, Teit, Týr og
harafturat kom so føroyska lands
liðið. Alt fólk vit kunnu verða stolt
av í Føroyum«, siga Sansir.
Náttúruvakrar
myndir
vísa
Føroyar, sum tað tølandi og myst
iska landið, ið eins væl kundi verið
Shangri-la.
Eivør Pálsdóttir er júst komin at
landi á fríðu strondini í opnum báti.
Lesarin sær tey trý eyðkennini, sum
sermerkja Føroyar: Landið, havið og
himmalin.
Mátin hon situr í bátinum kann
leiða tankarnar yvir á føðingina hjá
Venus av listamálaranum Botticelli,
sigur Sansir.
Í faldaranum eru Guðrun og
Guðrun farnar ein gongutúr og
eru steðgaðar á at njóta útsýnið.
Útsýnið er ein fyri útlendingar
dramatisk mynd úr Gásadali. Natio
nal Geographic Traveler vísir eisini
á óspiltu náttúruna og fossarnar
sum eitt ómetaligt tilfeingi saman
við at Føroyrar ikki eru yvirrendar
av turistum.
Geva sær stundir
Triðja temaið er fuglalívið, sum
hevur serligan áhuga hjá nógvum
fólkum kring heimin. Føroyar eru
eitt sætt fuglaparadís. Her ber til
at koma nær við túsundtals fuglar.
Ein ógloymandi sjón fyri tey flestu.
Mitt í fuglalandi stendur Sunleif
Rasmussen og stjórnar náttúruni.
Íblásturin til hesa mynd kemur úr
hansara stórverki Oceanic days.
Fjórða myndin kemur úr serliga
føroyska arkitekturinum við flag
tøkum. Nakað sum flestir útlend
ingar leggja merki til, tá tey koma
hendan vegin. Rannvá situr í einum
kvisti, sum kundi verið hennara
atelier ella hennara heim og tosar
við ein mann, sum er komin at sláa
takið.
Fimta temaði er sjófisking. Eitt
evni, sum hevur stóran áhuga hjá
ávísum málbólkum úti í heimi.
Týr eru farnir út at fiska við Norð
lýsinum og hava fingið ein stóran
kalva. Ein tekur mynd av veiði
monnunum fyri at varðveita løtuna
í framtíðini.
Sætta myndin hevur tíðina
sum tema. Tað at føroyingar geva
sær góðar stundir. Eitt fyribrygdi,
sum kemur av, at vit eru bundin
at náttúruni og mugu laga okkum
eftir henni. Í ferðamannahøpi er
hetta ein dygd, sum bæði Simon
Anholt og National Geographic
gera vart við. Ein dygd, sum er
burturi í stórbýunum, har alt kann
kontrollerast og alt hevur skund.
Á myndini er Barbara í Gongini
saman við einum fult stylaðum
modelli steðgað upp mitt í einum
seyðafylgi. Barbara og modellin sita
á einari eldri motorsúklu við síðu
vogni í Saksun.
Serstøk mentan
Havnin
sum
høvuðsstaður
er
temaið í sjeyndu myndini. Myndin
vísir Havnina úr Vágsbotni við
stuttleikabátunum, kafeunum og
Havnar Kirkju. Á myndini síggjast
nakrir av landsliðnum, sum eru
farnir í býin eftir ein vunnan
fótbóltsdyst. Teir spæla sær við
bóltum og njóta lívið meðan ein
ungur drongur er komin at biða
um autograf.
Seinasta temaði er mentanin,
sum í Føroyum er heilt serstøk.
Mentanin verður víst við føroyskum
dansi, har allir dansararnir eru væl
klæddir í føroyskum klæðum. Júst
gomlu mentanina, sum føroyingar
hava varðveitt, vísa bæði Simon
Anholt og Nationalgeographic á
sum nakað heilt serligt. Saman við
dansinum vísa vit Teit, sum er ein
føroyskur singer/songwriter, sum í
sínum sangum ofta skrivar um tað
lokala í einari globaliseraðari verð.
Við hesum átta temaum vísir
imagefaldarin nakarar síður av
Føroyum, sum út frá frágreið
ingini hjá Simon Anholt eru sera
áhugaverd fyri ferðafólk og sam
stundis hava vit víst nøkur kend
føroysk andlit, sum vit kunnu verða
stolt av, siga Sansir.
Hugtakandi faldari skal
lokka fólk til Føroya
Fólk eru áhugað í fólki, og tí hevur Sansir valt kendar føroyingar at
prýða faldaran, sum skal lokka útlendingar til Føroya