Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 Sosialurin Áki Bertholdsen Fólk við miðal inntøkum skulu hava ein skattalætta upp á fleiri túsund krónur um árið. Tað er eindamálið við eini eini nýskipan, sum Javnað­ ar­f­lokkurin ætlar at fremja í okkara skattaskipan. Hetta boðaði Aksel V. Johannesen, formaður flok­ sins frá á landsstevnu hjá flokk­i­num leygardagin. Men hann staðfestir, at hetta skal gerast uttan at skattainntøkurnar hjá landi­ num lækka. Hann staðfestir nevniliga, at skulu vit varðveita okkara væl­ferðartænastur, má inn­ tøk­an hjá landinum ikki lækka. Hinvegin heldur hann, at skatta­skipanin er ov eins­ hátt­að og at lønar­skatt­urin er ov høgur. - Vit hava ráð til at lækka skattin hjá vanligu løn­ takar­u­num, men tað má verða við eini umlegging, so at skattatrýstið á lønirnar minka. Øll skulu lyfta Í hesum sambandi staðfestir for­maður Javnaðarfloksins sam­stundis, at í dag eru alt ov nógv, ið ikki gjalda til felags­skapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera byrðarnar. Hann sigur kortini, at ætlan­in er ikki at skerja fiski­ mannafrádráttin. - Men ein týðandi lut­ur í umleggingini er at strika ella minka munandi um óendaligu røðina av undan­ taks­reglum hjá vinnuni at gjalda til felags­skap­in. Heldur ikki á hesum øki fæst nakað ítøkiliga at vita um, hvat hann hugsar um, tí tey eru ikki liðug við út­rokn­ ing­ar­nar, so hann kann ikki út­greina tað nærri. Kortini staðfestir hann, at ætlan­in er ikki at skerja fiski­ manna­frádráttin. Hann nevnir, at sjálv­ støðugt vinnurekandi hava frá­dráttir, sum kunnu mis­ brúk­ast og har tað eigur at tátt­ast í. Eitt ítøkiligt boð hevur hann kortini og tað er at hækka partafelagsskattin nak­að. - Føroyar telist millum tey lond í vesturheiminum, sum hev­u­r lægsta parta­felags­ skatt, samstundis sum vit hava hægsta lønarskatt. - Hetta er ikki rímiligt og tí fara vit at hækka parta­ felagsskattin eitt vet, fyri at fáa ráð til at lækka lønar­ skatt­in hjá vanliga løn­tak­ ara­num. Hann skoytir upp í, at ein partur av nýskipanini er at legg­ja gjøldini Heilsu­trygd, Kring­varp­ið, Ar­beiðs­mark­ nað­ar­eftir­løn­ar­grunn­in og barsil­gjald­ið inn í skattin. Somuleiðis skal barna­ frá­frátturin hækkast, leggur hann afturat. Tilsamans verður úrs­lit­ið, at handverkarar, sjúkra­røkt­ ar­førðingar, lærarar og aðrir bólk­ar við meðalinntøkum koma at fáa ein lætta, sum svar­ar til fleiri túsund krón­ ur um árið, sigur Aksel V. Johannesen aki@sosialurin.fo Lægri skatt til fólk og hægri skatt til vinnulív UMLEGGING Javnaðarflokkurin ætlar nú at umleggja skattaskipanina so at skatturin av lønum hjá fólki við miðal inntøku lækkar, samstundis sum at skatturin hjá vinnulívinum hækkar Nú skal tað ikki longur vera ókeypis at fáa rætt­ indi at fiska. Tað hevur Javn­að­ar­ flokk­urin endaliga sam­ tykt á landsstevnu leygar­ dagin. Har staðfestir flokk­ urin, at tað tíðin er farin frá, at fiskirættindi verða út­lut­að fyri einki og at nú skal tilfeingisgjald á­set­ ast. Men onki ítøkiligt varð ásett um, hvussu ein skipan við til­feing­is­gjald­ ið skuldi skipast. Aksel V. Johannesen sig­ur, at tað, hugsað verð­ ur um, er at hava eina skip­an klára í góðari til til 2018, tá ið skipanin, sum nú er, fer úr gildi. Hann sigur, at í ár eru nakr­ar royndir gjørdar, sum byggjast kann víðari á. Hann sipar til, at ein eyka­skattur er á avlop oman­fyri milliónina og at makrelur er seldur á uppi­boði Viðgera alt tað í stør­ri høpi og saman við vinnu­ ni Hann leggur eisini dent á, at hetta skal við­ gerast í einum størri høpi og at tað skal vera saman við vinnuni. Jóannes Eidesgaard, fyrr­verandi formaður flok­s­ins, staðfesti, at vit hava longu eitt til­feingis­ gjald, men tað kem­ur bara ikki okkum øll­um til góðar, tí tað fer í lumma­r­ nar á privatfólki. - Tað er undarligt, at tey, sum fáa mest burtur úr fiskivinnuni eru tey, sum selja síni loyvi og fara úr henni. Javnaðarflokkin stað­ fest­ir at landsins tilfeingi er ogn Føroya fólks. Hetta er galdandi fyri livandi til­feingi í sjónum og alt ann­að náttúrutilfeingi, sum verður gagnnýtt vin­ nu­liga. - Gongdin má vendast frá, at ogn Føroya fólks lut­víst verður misrøkt og framhaldandi verður handils­vøra hjá nøkrum fá­um, sum tikið verður til. Men at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks eigur eisini verða staðfest við, at eingi rættindi verða lut­aði út ókeypis. - Ágóðin av hesum skal koma samfelagnum og ikki einstøkum til góðar, sig­ur Javnaðarflokkurin. Javnaðar­ flokkurin sam­tykkir at áseta til­feingis­ gjald Ætlanin er ikki at skerja fiskimannafrádráttin Øll mugu verða við til at bera byrðarnar. Nýskipan Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, hevur nú kunngjørt, at flokkurin ætlar at umleggja okkara skattaskipan so at skatturin á vanligum lønum linkar og at skatturin á vinnuna herðist