mánadagur 12. september 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
10
Sosialurin
Javnaðarflokkurin vil
hava lægri inntøkukrav
Vilmund Jacobsen
Tað er eftir øllum at døma
ikki fallið í góða jørð hjá
Javnaðarflokkinum, at lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Johan Dahl, hevur
hert treytirnar hjá útróðrar
monnum í bólki 5 A.
Í samtykt, sum flokkurin
hevur gjørt á landsstevnu
í
vikuskiftinum,
sigur
flokkurin seg ikki taka undir
við
broytingunum,
sum
herða munandi um krøvini
fyri at vera roknaður sum
fullrikin útróðrarmaður.
- Nýggja treytin um inn
tøku á 400.000 krónur er alt
ov ógvuslig, og vit krevja,
at inntøkumarkið alt fyri
eitt verður lækkað, sum
landsstýrismaðurin
áður
hevur
givið
tilsøgn
um,
sigur Javnaðarflokkurin í
landsfundarsamtyktini.
Einki lyfti
Johan
Dahl,
landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
sigur í stuttari viðmerking
við Sosialin í morgun, at hann
hevur eingi lyfti givið Javn
aðarflokkinum um at broyta
ásetta inntøkumarkið.
- Eg havi eingi lyfti givið,
men eg havi lovað at kanna
viðurskiftini, sigur lands
stýrismaðurin.
Tá Sosialurin hevði Johan
Dahl í telefonini í morgun,
sat hann á landsstýrisfundi
og hevði tí ikki møguleikar
at gera nærri viðmerkingar
til hetta mál, sum vit
ætlandi fara at venda aftur
til í blaðnum mikudagin,
og sum Javnaðarflokkurin
nú eisini hevur við í síni
landsfundarsamtykt.
vilmund@sosialurin.fo
Vimund Jacobsen
Kári P. Højgaard sigur, at
broytingin, sum Johan Dahl,
landsstýrismaður, hevur sett
í verk við, rættiliga er við til at
kuppa høvdið av snelluveiðini
hjá útróðrarmonnum í bólki
5 A.
Hann sigur, at áður vóru
krøvini fyri at vera fullrikin
útróðrarmaður í bólki 5 A,
at viðkomandi ikki hevði
inntøku úr aðrari vinnu
oman fyri 50.000 krónur.
Haraftrat var galdandi, at
útróðrarmaður skuldi hava
avreitt góð 80 tons – ella hava
eina inntøku frá útróðri á
stívliga 80.000 krónur.
- Nú hevur landsstýris
maðurin í staðin sett eitt
inntøkumark fyri bólk 5 A
á 400.000 krónur, meðan
krøvini um aðra inntøku eru
slept. Hetta kann merkja,
at ein maður, sum hevur
gott starv og nógva frítíð,
saktans kann røkka inntøku
markinum á 400.000 krónur
og soleiðis vera fullrikin
útróðrarmaður í bólki 5 A
- við síðuna av sínum fasta
starvi. Hetta kann ein maður,
sum kanska siglir undir NIS,
DIS ella FAS gera, samstundis
sum ein snellumaður, sum
bara hevur útróður at liva av,
ikki megnar inntøkumarkið í
bólki 5 A.
Veksandi veiðitrýst
Kári P. Højgaard heldur, at
skipanin, soleiðis sum lands
stýrismaðurin, Johan Dahl,
nú hevur gjørt av, fjálgar
um tey vælbjargaðu, sum
kunnu hava fleiri bein at
gnaga, samstundis sum hon
tekur breyðið úr munninum
á teimum, sum bara hava
útróðurin at liva av.
- Alt bendir eisini á, at
nýggja
skipanini
fer
at
veksa um veiðitrýstið, sam
stundis sum krøvini um
inntøkumark eru herd, sigur
løgtingsmaðurin.
vilmund@sosialurin.fo
Útróður fyri tey vælbjargaðu
- Vit taka ikki undir við broytingunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum
um skerpaðar treytir fyri fiskiloyvi í bólki 5 A. Inntøkukravið er alt ov ógvusligt, sigur
Javnaðarflokkurin í samtykt, sum flokkurin hevur gjørt á landsstevnu
– Eg havi einki lyfti givið, men havi lovað at kanna
viðurskiftini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur verið ein av heitastu talsmonnum hjá
útróðrarmonnum, heldur lítið um øktu krøvini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni.
– Nú eru tað teir vælbjargaðu, sum hava bestu umstøðurnar, sigur løgtingsmaðurin
Inntøkukravið í bólki 5 A fjálgar um tey vælbjargaðu,
sum kunnu hava fleiri bein at gnaga, samstundis sum
kravið tekur breyðið úr munninum á teimum, sum bara
hava útróðurin at liva av, sigur Kári P. Højgaard
EINKI LYFTI
Tað var Jóannes Eidesgaard, sum á landsstevnu í vikuskiftinum vísti á, at Johan Dahl
hevur givið tilsøgn um, at inntøkumarkið hjá útróðrarmonnum í bólki 5 A verður lækkað
Mynd: Áki Bertholdsen
TILSØGN