mánadagur 12. september 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað eru serliga menn, sum
royna við snellu, ið hava fýlst
at broytingunum hjá Johan
Dahl,
landsstýrismanni,
um inntøkumark á 400.000
krónur fyri at kunna roknast
sum fullrikin útróðrarmaður
í bólki 5.
Teir, sum rógva út við
snellu, hava ført fram, at
tað bert verða nakrir heilt
fáir
útróðrarmenn,
sum
klára inntøkumarkið, og tá
teir ikki klára tað, missa teir
rættin til at veiða í bólki 5
A – og detta soleiðis niður í
bólk 5 B við rættindum hjá
parttíðarútróðrarmonnum.
Landsstýrismaðurin
hevur ført fram, at útróðrar
menn,
sum
ikki
megna
treytirnar í bólki 5 A og so
leiðis enda niðri í bólki 5 B,
kunnu fiska seg uppaftur
í
bólkin
hjá
fullriknum
útróðrarmonnum.
- Men við tað, at nógvir
bátar helst detta niður í
hendan bólkin, samstundis
sum skerjingin í dagatalinum
í verandi fiskiári hjá útróðrar
flotanum er 20%, er lítil
møguleiki fyri at fiska seg
uppaftur. Er trupult at halda
seg í bólki 5 A nú, verður
uppaftur truplari at fiska
seg uppaftur úr bólki B, siga
útróðrarmenn, sum fiska við
snellu.
Øðrvísi við línu
At inntøkumarkið fyri at
varðveita rættin at veiða í
bólki 5 A er 400.000 krónur,
merkir, at samlaða avreið
ingarvirðið í einum fiskiári
skal svara til hetta tal.
Í útróðri er tað soleiðis, at
nakrir menn fiska við snellu
burtur av, og aðrir fiska við
línu burtur av. Síðan eru tað
nakrir útróðrarmenn, sum
kombinera sína drift, soleiðis
at teir viðhvørt royna við
línu og viðhvørt við snellu
– alt eftir árstíðini.
- Sjálvandi er tað lættari hjá
teimum, sum royna við línu,
at røkka inntøkumarkinum
á 400.000 krónur í brutto
avreiðingarvirði, men uppi
í línudriftini hanga nógvar
útreiðslur, eitt nú agn, egning
ella umreking. Haraftrat noyð
ast útróðrarmenn, sum royna
við línu, at hava frystarí.
Hámarkið broytast
Útróðrarmenn, sum burtur
av royna við snellu og sum
serliga hava trupulleikar við
at røkka inntøkumarkinum
á 400.000 krónur, siga, at tað
eisini er kostnaðarmikið at
hava kombineraða drift.
- Samanumtikið eru okk
ara umstøður við kravinum
á 400.000 krónur vorðnar
nógv verri, og vit vóna, at
politiska
skipanin
tekur
málið uppaftur, soleiðis at
tað aftur verður meiri livi
ligt at vera útróðrarmaður
á snelluveiði, siga útróðrar
menn, sum Sosialurin hevur
tosað við.
vilmund@sosialurin.fo
Vantandi forstáilsi
fyri útróðrarvinnuni
Í nógv ár hevur verið ført fram, at útróðurin er ein
doyggjandi vinna. Nú landsstýrismaðurin, Johan Dahl, hevur
økt inntøkukravið fyri at vera fullrikin útróðrarmaður,
eru snellumenn vorðin rættiliga illa fyri í skipanini
Myndin er tilvildarlig
- Samanumtikið eru okkara umstøður við kravinum um inntøkumark á 400.000 krónur vorðnar
nógv verri, og vit vóna, at politiska skipanin tekur málið uppaftur, soleiðis at tað aftur verður meiri
liviligt at vera útróðrarmaður á snelluveiði, siga útróðrarmenn, sum Sosialurin hevur tosað við
DOYGGJANDI
er trupult at halda
seg í bólki 5 A nú,
verður tað uppaftur
truplari at fiska seg
uppaftur úr bólki B, siga
útróðrarmenn, sum
fiska við snellu