mánadagur 12. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105
12
Sosialurin
Fólkatingsvalið 2011
Fólkatingssessurin
skal
brúkast til at fyribyrgja, at
føroyskur sjálsavgerðarættur
verður avreiddur til ES og
til Bruxelles. Ein føroyskur
fólkatingslimur skal fylgja
væl við, og arbeiða fyri at
varðveita og menna ta ser
støðu, sum vit hava í ríkinum
og í Evropa.
Sum kunnugt er Danmark
limur í ES, og tað eru Føroyar
ikki. Henda støða hevur við
sær, at Føroyar og Danmark
koma at hava mótstríðandi
áhugamál við hvørt. Til
dømis í spurningum um
veiðurættindi okkara, men
eisini í øðrum málum.
Tí skal okkara fólkatings
umboð altíð vera á staðnum,
har avgerðirnar verða tiknar,
og stríðast fyri føroyskum
áhugamálum.
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
fólkatingsvalið 2011
Føroyar
og ES
Góði veljari
Tann 15 september hevur
tú møguleikan at velja eitt
javnaðarumboð á Fólkating.
Vit eru 6 kvinnur og 6 menn,
ið bjóða okkum fram. Tú
avger, um tú ynskir eina
kvinnu ella ein mann at
umboða teg á danatingi.
Hví velja eitt
javnaðarumboð
Eitt javnaðarumboð á fólka
tingi fer at røkja hetta starv
ið burturav til frama fyri
allar føroyingar. Vit fara
ikki at brúka ½ tíð til eitt
fultíðarstarv. Vit fara heldur
ikki at draga føroyskan parta
politikk niður til Danmarkar.
Føroyskur
innanríkispoli
tikkur skal rekast í løgtingi
num.
Vit
hava
mangan
verið vitni til, at ósemjur
og klandur í Føroyum hava
verið ovast á breddanum
í Danmark. Eitt javnaðar
umboð fer at arbeiða fyri
føroyskum áhugamálum, ið
breiðastu merking.
Eitt samríkjaumboð
Javnaðarflokkurin er ein
samríkjaflokkur.
Hetta
merkir, at vit ynskja eitt
gott og tætt samstarv í
ríkisfelagsskapinum. Ríkis
felagsskapurin er ikki bert
ein spurningur um pening.
Javnaðarflokkurin vil sam
stundis
miðvíst
menna
føroyska samfelagið við at
taka størri ábyrgd. Vit hava
tó eina treyt, tá ið vit átaka
okkum størri ábyrgd, skal tað
ikki minka um lívsfrælsi hjá
vanliga føroyinginum.
Tætt samband við
føroyskar útisetar
Flest øll kenna ella hava
ungdóm, ið velur at nema sær
útbúgving uttanlands. Tað er
gagnligt at okkara ungdómur
fer út í heim, men hann
má fáa betri møguleikar at
flyta heimaftur. Tí mugu vit
arbeiða fyri at ungdómurin
uttanlands hevur eitt tætt
tilknýti til Føroyar. Hetta
vil javnaðarflokkurin leggja
orku í á fólkatingi. Tí fara
vit at arbeiða fyri at knýta
sambond millum føroyskar
útisetar og føroyska vinnu
lívið, føroyskar útbúgvingar
stovnar og føroyska sam
felagið sum heild.
Vilja at finna loysnir
Eitt
Javnaðarumboð
á
Fólkatingi hevur viljan at
finna bestu loysnirnar til
frama fyri alt Føroya fólk.
Tú avger um hesin vilji skal
fáa møguleika at standa sína
roynd á Fólkatingi. Vel tí eitt
javnaðarumboð , kvinnu ella
mann, á fólkating tann 15
september.
Eyðgunn
Samuelsen
valevni
Javnaðarflokkurin
fólkatingsvalið 2011
Samstarv, ávirkan og úrslit
Fólk hava lyndi til at seta
tvey spjaldur á føroysku
flokkarnar. Antin "loysing"
ella "samband".
Javnaðarflokkurin er sam
ríkisflokkur - og tí verður
spjaldrið "samband" sett á.
Men henda svart/hvíta
mynd er sera misvísandi.
Hyggja vit at innihaldi
num heldur enn spjaldri
num, so sæst, at nærum ong
ar yvirtøkur eru framdar,
uttan at Javnaðarflokkurin
hevur verið við. Tað er
ikki loysing - men tað er
sjálvstýrispolitikkur
við
innihaldi.
Í hesum valskeiðinum
hevur
Javnaðarflokkurin
skipað so fyri, at danskt
verður sett eitt sindur til
viks, meðan føroyskt verður
lyft upp til at vera fremsta
mentanarberandi lærugrein
á miðnámsskúlunum. Tað
er heldur ikki loysing - men
tað er innihald og tjóðar
bygging.
Javnaðarflokkurin held
ur tað ikki vera eitt enda
mál í sær sjálvum at loysa
frá einum ríki, sum vit hava
hoyrt til í yvir 600 ár. Men
í verki hevur Javnaðarflokk
urin flutt Føroyar nógv long
ur á sjálvstýrisleið enn tey,
sum tosa mest um loysing.
Ja, stundum er tað, at
stara seg blindan á spurn
ingin
um
loysing,
ein
FORÐING fyri veruligum
framstigum. Tann, sum vil
hava alt ella einki, stendur
sum oftast eftir við ongum.
Ikki loysing -
men innihald og
tjóðarbygging
Sjúrður Skaale
fólkatingsvalið 2011
At krøkja seg fastan í loysingina kann forða
fyri veruligum, tjóðskaparligum framstigum
Magni Laksáfoss – skapar loysnir
Í mong ár havi eg greitt frá hví oljuprísurin hækkar og hvørjar fylgjurnar eru.
Hóast hetta hevur politiska skipanin einki gjørt. Í dag merkja vit øll avleiðingarnar.
Eg og tú kunnu ikki liva við hesum. Vit mugu gera nakað við tað!
Eingin ivi er um, at varandi orka er loysnin. Danir eru fremst innan vindmegi.
Tí er upplagt at umboðið á fólkatingi fer inn í eitt konstruktivt samstarv við røttu
samstarvspartnarnar og arbeiðir við at finna fram til góðar loysnir á orkutrupulleikunum.
Í stuttum skal fólkatingsumboðið virka fyri at skapa loysnir til Føroyar.
Burtur frá oljuni
- áðrenn hon fer burtur frá okkum
“Eg vil skapa
loysnir til
Føroyar”